Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 KJAK Holocaust: Okkara skylda at minnast óskiljandi óndskapin Bárður á Steig Nielsen Løgmaður Tað er okkara skylda sum menniskju og sum samfelag at halda á við at lurta, læra og minn­ast Holocaust. Skipaða fólka­drápið undir seinna ver­ ald­arbardaga telist millum mest andstyggiligastu og ótespil­igastu brotsgerðir, sum nakrantíð eru framdar. Í dag er altjóða minning­ar­ dag­ur um Holocaust og øll onn­ur fólkadráp. Í nógv ár hava okkara virknu áhugafelagsskapir og okk­ara dygga skúlaverk í Før­ oy­um gjørt nógv burtur úr at kunna um Holocaust, tá ið 6 milli­ónir jødar vorðu dripnir. Hálv onnur millión vóru børn. Sum samfelag eiga vit at standa saman um, at hesin óskilj­andi óndskapurin ong­an­ tíð má verða gloymdur. Tað er neyðugt, at komandi ættarlið fáa innlit í, hvønn týdn­ing ráðandi virði og hugs­ an­ir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grund­leggj­ andi mannarættindabrot. Søg­ an um fólkadráp og Holocaust kann tíverri eisini sigast at vera søgan um okkara menn­ iskju. Fólkadráp sum Holocaust eru tíverri ikki nakað serstakt und­antak, og heilt upp til okk­ ara tíð eru fleiri fólkadráp framd. Sum dømi kunnu nevn­ ast fólkadrápini í Kambodja, Irak, Rwanda, Bosnia, Darfur og Sýria. Tíverri er tað framvegis soleiðis, at fólk, ið onkursvegna víkja frá, verða forfylgd og týnd – á sama hátt sum jød­ar­ nir undir seinna ver­ald­ar­bar­ daga. Tí mugu vit sum sam­ felag standan saman og áhald­andi upplýsa og ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp. Eitt týðandi stig á leiðini er, at Føroya løgting einmælt hev­ ur samtykt at gera dagin til al­ mennan minningardag um Holo­caust og onnur fólkadráp. Er tað borgaraskylda ella framíhjárættur at vera kommunustýrislimur? Heðin Mortensen, løgtingsmaður Undirritaði, Heðin Mortensen, løgtingsmaður, havi í dag sett landsstýrismanninum í um­ hvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen skrivligan fyri­spurning eftir § 52a um, hvørt tað var ein politisk av­ gerð at broyta siðvenjuna við­ víkj­andi farloyvi hjá komm­ unu­stýrislimum. Spurningarnir eru soljóðandi: 1. Var tað ein politisk avgerð, nú siðvenjan viðvíkjandi far­loyvi hjá kommunu­ stýris­limi brádliga varð broytt beint fyri jól? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá løgfrøðiligu grund­gevingunum fyri hesi kúvending? 3. Metir landsstýrismaðurin, at starvið sum kommunu­ stýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunu­stýr­ is­limur kann velja at røkja ella ikki at røkja? 4. Um so er, metir lands­ stýrismaðurin hetta vera fremjandi fyri kommunu­ stýrisarbeiðið og álitið á kommunustýrisarbeiðið? Brot á gamla siðvenju Talan var um hending undir ein­um steðgi í fundinum í Tórs­havnar býráð, umleið klokk­an 17 hin 18. desember 2019, at borgarstjórin, Annika Ol­sen, í eini handavending megnaði at fáa eina niðurstøðu frá Umhvørvis- og vinnu­mála­ ráðn­um, sum sigur, at ein býráðslimur, sum er í farloyvi, altíð kann taka sæti aftur í býráðnum. Øll míni 47 ár í býráðs­polit­ ikki hevur tað annars bæði verið almenn vitan og rimm­ar­ føst siðvenja, at fer býráðs­lim­ ur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi sam­full­ ar 14 dagar – tað vil siga í 14 dagar í senn. Ert tú fyrst farin í farloyvi, ber í fyrsta lagi til at taka sæti aftur í býráðnum, tá teir fyrstu 14 dagarnir eru umlidnir – og frávik er onki sum eitur. Hendan reglan, sum stend­ ur í § 18 í kommunustýrislógini, hevur eyðvitað mangan komið illa við hjá bæði einum og øðrum; men sum politikari er neyðugt at brúka reglurnar, og at virða tær. – Eri eg ónøgdur við eina reglu, má eg arbeiða fyri at broyta hana, ikki at bróta hana! Endamálið við ásetingini um farloyvi Tá vit hava viðgjørt hesa regl­ una, bæði á skeiðum fyri bý­ ráðs­limir og við løgfrøðiligar ráð­gevar annars, hava vit fingið at vita, at reglurnar eru, sum tær eru, tí at býráðs­ar­ beiðið er ein borgaraskylda: Ein kommunustýrislimur skal ikki kunna skáka sær undan at taka avgerð í truplum málum. Tí eru eisini strong formlig krøv sett í lógin fyri at kunna fara í farloyvi, og tí er eisini so umráðandi, at vit sum varða av og virka undir hesum lógum virða tær. Hinvegin tryggja reglurnar í § 18 í kommunustýrislógini, at kommunustýrislimur hevur á leið sama rætt sum onnur til at taka sær frí vegna sjúku, og í sambandi við at hann hevur aðrar umráðandi skyldur at røkja – og eisini at kommunu­ stýrislimur skal hava rætt til at halda frí eins og onnur. Reglurnar um tiltakslimir tryggja, at hóast ein komm­ unu­stýrislimur hevur rætt til lógl­iga at fara frá býráðs­ar­ beið­inum, so nýtist hetta ikki at skeikla politisku javnvágina í býráðsarbeiðinum. Innihald og orðaljóð Reglurnar í § 18 í kommunu­ stýrislógini eru fyrst og fremst um, nær kommunustýrislimur hevur rætt til farloyvi, og hvussu vera skal við tiltaks­ limum. Í viðmerkingunum til hesa lógargreinina verður til dømis greitt frá, hvat er lógligt forfall. Tað stendur ikki staðiliga í lógini, at býráðslimi er bannað at møta aftur, fyrr enn teir 14 dagarnir eru umlidnir; men orðingin í lógini er “Berst komm­unustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar.....” . Sprota vit “samfullur”, stendur “sam­feldur (1), í heild” í móð­ur­ máls­orðabókini, og undir fyrsta týdningi av “samfeldur” stend­ur “ ið ikki slitnar sundur, heilur (1), samanhangandi, sam­fastur, framhaldandi”. Eingin ivi eigur tí at vera um orðaljóðið í lógini. Er tað tað, so verður hesin ivin burt­ ur, tá vit í viðmerkingunum til § 18 kunnu lesa: “í minsta lagi í 14 samfullar dagar. Vit hava somu orðing í Tingskipanini, har stendur: “í minsta lagi í 7 dag­ar, og í Tinginum verður eisini hildið rimmarfast um, at ein sum er í farloyvi eftir hesi reglu ikki kann taka sætið aft­ ur fyrr teir fyrstu 7 dagarnir eru farnir. Verandi borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu vísti á, at tað stendur í kommunu­stýris­ lóg­ini, at “tá ið kommunu­ stýris­limur aftur er førur fyri at luttaka, fer inn­komni til­ taks­limurin út”. Tað er rætt, at hetta stendur í lóg­ini, men tað stendur ikki í § 18 í lógini, sum er um umstøðurnar, tá býráðs­ limur kann fara í farloyvi, og tiltakslimur koma í staðin. Harafturímóti stendur tað í § 19. Viðmerkingarnar til § 19 eru óvanliga stuttar og greiðar: “§ 19 er tikin við til tess at gera málið um ta veruligu útskift­ ingina greidligari, serliga við atliti, at mannagongdini, tá ið fleiri tiltakslimir eru inni í senn”. Hetta ber ikki til at misskilja, og siðvenjan hevur verið rimm­arføst, bæði undir hesi lóg­ini og teirri gomlu komm­ unu­lógini. Tí er hendan kú­ vend­ingin eitt álvarsmál, ið eig­ur at vera viðgjørd og greinað út í æsir. Prinsipielt fyri fólkaræði Í mínum hugaheimi er hetta eitt heilt óvanliga prinsipielt mál, sum reisir tveir sera grund­leggjandi spurningar um fólkaræði/demokrati: Annar spurningurin er, und­ir hvørjum umstøðum um­ sit­ingin bara soleiðis kann velja at kúvenda frá eini fast­ ari, gamlari og rótfestari lógar­ tulk­ing og siðvenju á einum øki. Hin spurningurin er, hvussu vit skulu meta um starvið sum kommunustýrislimur: Er tað eitt álitisstarv og eitt borg­ar­ ligt umboð, sum hvør ein­stak­ ur býráðslimur hevur fingið, og hevur skyldu til at røkja eft­ ir bestu sannføring og evnum, alt tað ber til? Ein av grundsteinunum und­ir skipanini higartil hevur í øllum føri verið, at komm­ unu­stýrislimir hava møtis­ kyldu, og góðar formligar or­ søk­ir skulu til ikki at taka lut í við­gerðum á formliga lýstum fund­um. Stórur dentur hevur verið lagdur á hetta, at komm­ unu­stýrislimir ikki skulu kunnað skáka sær undan við­ gerð­um, sum av onkrari orsøk ikki hóvar teimum – og tí hava regl­urnar kring farloyvi verið strang­ar og fastar. Um nýggja niður­støðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum verður galdandi frameftir, so fer júst at bera til at skáka sær undan við at fara í farloyvi (í minst samfullar 14 dagar), men dagin eftir at broyta hugsan og taka sætið aftur – ein kann uttan himpr fara og koma sum ein­ um lystir. Tí spyr undirritaði at endan, um landsstýrismaðurin og um­siting hansara veruliga meta, at starvið sum komm­ unu­stýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør ein­ stakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja, soleiðis sum hann ella hon finnur fyri gott? Tórshavn hin 26. Januar 2020