Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 TÍÐINDI Málið til háborðs á tema-ráðstevnu í Útnorðurráðnum Føroyskt, íslendsk og grønlendskt mál eru á breddanum, tá ið Útnorðurráðið hevur fund í Notðurlandahúsinum Árni Gregersen Málini hjá londunum í Út­norð­ ur­ráðnum eru fyri ómetaliga stórum avbjóðingum í hesum árum. Tí skipar ráðoð fyri einari tema-ráðstevnu í Norður­landa­ húsinum í Havn miku­dag­in, har júst hetta er á breddanum. - Avbjóðingarnar eru stórar hvønn einasta dag, sigur for­ maðurin í føroysku nevndini, Henrik Old, Javnaðarflokkurin. - Serliga vísir tað seg innan teldumál og snildtelefonirnar. Tí mugu vit vita, hvat hvør okk­ara ger fyri at mótvirka hes­um áganginum, sigur Hen­ rik Old. Ein av høvuðs­spurn­ing­un­ um á ráðstevnuni er um smáu mál­s­økini í útnorði fara at megna at koma í gjøgnum ógvus­ligu talgildingina, sum fer fram um allan heim og sum í stóran mun byggir á enska málið. Millum anna fer Anna Bjørk Nikulásdóttir úr felags­skap­in­ um Almannarómur í Íslandi at viðgera hendan spurningin. Støðan hjá málinum í útnorði Tað eru fólk, sum brúka málið nógv, granskarar og politik­ar­ ar, sum fara at viðgera spurn­ ing­in á rðastevnuni í Norður­ landa­húsinum mikudagin. Til at greina, hvussu grøn­ lendskt, íslendskt og føroyskt hava tað í dag, skulu tríggir gransk­arar – ein úr hvørjum av teimum trimum londunum – halda fyrilestur um støðuna. Úr Føroyum er tað Zakaris Hansen, málfrøðingur, sum skal lýsa støðuna hjá føroyska mál­inum í dag. Sigriður Sigurjónsdóttir frá lærda háskulanum í Reykjavík, skal gera tað sama við ís­ lendska málið. Íslendsk er sjálv­ andi eitt sindur størri mál enn føroyskt, men avbjóð­ing­ar­nar eru – tá ið tað snýr eg um tal­ gild­ing – eins stórar, sum hjá før­oyskum. Úr Grønlandi er tað Beatr­ ine Heilmann, sum gera støð­ una upp hjá grønlendska mál­ in­um. Umsetingar Ein partur av ráðsstevnuni fer at viðgera, hvussu støðan hjá málunum í útnorði kann styrkj­ast. Til at lýsa teir møgu­ leik­arnar eru rithøvundar og yrkj­arar. Teirra millum er Anna Malan Jógvansdóttir, sum fer at tosa um føroyska málið. Eitt annað evni, sum liggur upp at hesum, er hvussu bók­ mentir og umsetingararbeiðið í útnorði kann styrkjast. Urd Johannesen frá Farlit og Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, fara at greiða frá. Tey fara at tosa um, hvussu stórar avbjóðingarnar eru, tá ikð útlensdskar bókmentir skulu umsetast til eitt minni mál, sum føroyskt. Tey fara eis­ini at tosa um, hvussu tor­ ført tað er at geva út og pro­ mov­era bókmentir á før­oysk­ um, men eisini um tá ið tað eydn­ast væl. Umframt føroysku um­boð­ ini í Útnorðurráðnum, so lut­ tek­ur Helgi Abrahamsen, lands­ stýrismaður. Hann um­boð­ar mentamálaráðið fyri Jenis av Rana. Sjálv ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi. Ráð­ stevn­an er almenn, men tað er neyð­ugt við tilmelding um eina ætlar sær at luttaka Eisini við Gjógv Luttakararnir úr Íslandi og Grøn­landi koma til landið í dag, tí umframt tema-ráð­stevn­una í Norð­ur­landa­hús­in­um, so hev­ur ráðið sjálvt fund við Gjógv í morgin. Har eru fleiri mál til við­ gerð­ar og eit av teimum er um ráð­stevnan skal liggja her sein­ast í januar ella um hon skal flytast. - Tað vísir seg, at hendan árs­tíðin oftta er rakt av ill­ veðrið og tað kann vera torført at koma fram til plássini, har vit ætla at vera, sigur Hnerik Old. Á fundinum við Gjógv eru eisini fleiri onnur innanhýsis mál, sum skulu viðgerast. Henrik Old, Javnaðarflokkurin, er formaður í føroysku nevndini. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag, fer at tosa um, hvussu tað er at geva umsetingar út á føropyskum