mánadagur 27. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
TÍÐINDI
Vit eru vónbrotin av
at tað gongur so seint
BROTIN LYFTI Avgerðin hjá bóndunum um
at skipa atgonguna til fjøllini, loysir ikki
trupulleikan, sigur Hagafelag Føroya
Áki Bertholdsen
– Vit eru vónbrotin av, at tað
gongur so seint hjá politikar
unum at fáa skipað viðurskift
ini í haganum.
Tað sigur Rúna Hjelm í
Hagafelag Føroya.
Hagafelag
Føroya
virkar
fyri rættindunum hjá almenn
inginum í Føroyum til at ferð
ast frítt í náttúruni – ikki bara
eftir bygdagøtunum, men í
náttúruni yvirhøvur.
Felagið varð stovnað, eftir
at eitt rák fór at taka seg upp
har bøndur, í fyrra lagi, fóru
teir at nokta fólki at fara í
hagan og í øðrum lagi fóru at
krevja gjald frá fólki fyri at
sleppa í hagan.
Politikarar hava í fleiri ár
tosað um at fáa greiðar reglur
fyri rættinum hjá fólki at sleppa
í náttúruna, men enn er einki
hent. Og rákið, har bøndur
seta gjaldsstøðir upp fleiri
staðni kring landið, vindur
bara upp á seg.
Uppundir løgtingsvalið bóðu
politikarar, sum nú mynda
samgonguna,
um
tríggjar
mánaðir, so skuldi hetta málið
verið avgreitt.
Men tað er framvegis einki
hent og sum skilst á Helga
Abrahamsen, landsstýrismanni
á økinum, verður tað heldur
ikki hesar fyrstu mánaðirnar,
at nakað ferð at henda.
Kunnu framvegis
nokta fólki
Tað einasta, sum er hent, er í
roynd og veru tað, at bøndur
hava skipað seg í felag og eru
farnir at selja ferðir í fjøllun
um, har fólk skulu rinda nakr
ar hundrað krónur fyri ein túr
í fjøllunum.
Samstundis hava bøndur
tosað um, at tað skal vera
ókeypis hjá føroyingum at
ganga í haganum, men útlend
ingar skulu rinda.
Men bøndurnir hava eisini
gjørt púra greitt, at tá ið sam
anum kemur, er tað hvør ein
stakur bóndi um sjálvur av
gerð um hann vil hava fólk í
hagan yvirhøvur. Og tað merk
ir, at hevur ein bóndi hug til at
steingja ein haga, kann hann
gera tað.
Tað er eisini hvør einstakur
bóndi, sum sjálvur ger av,
hvussu nógv tað skal kosta hjá
hvørjum einstøkum at sleppa í
haga.
Tað
er
eisini
hvør
einstakur bóndi, sum sjálvur
ger av, um hann ger mun á,
hvør skal gjalda, og hvør skal
ikki.
Í hesum sambandi er skip
anin í summum føri tann, at
føroyingar sleppa ókeypis í
hagan, men at útlendingar,
skulu gjalda.
Loysir ikki trupulleikan
Tá ið bøndur hava tikið hesi
stigini, hevur ein grundgeving
verið, at tað er fyri at verja
náttúruna, tí tað eru summi
pláss, sum ikki tola so nógv
ferðafólk.
Við hesum hava bøndur ført
fram, at vit nú hava fingið
skipað viðurskifti á hesum øki.
Men tað er Rúna Hjelm púra
ósamd í, og tí heitir hon fram
vegis á politikarnar um at
arbeiða skjótt fyri at fáa
skipað viðurskiftini.
Og tá ið hon tosar um
skipað viðurskifti, meinar hon
við, at vit skulu hava felags
reglur fyri alt landið.
– Tað er ikki at hava skipað
viðurskifti, tá ið tað í roynd og
veru stendur til hvønn ein
staka bónda at gera av, hvør
sleppur í hagan, og hvussu
nógv tað skal kosta hjá fólki at
sleppa í hagan – og um fólk
skulu sleppa í hagan yvirhøv
ur, sigur hon.
Hon stúrir fyri, at av tí at
ein politisk heildarloysn dreg
ur út, fara vit aftur í summar
at síggja stríð og ósemjur ímill
um bøndur øðrumegin, og
føroyingar, sum vilja sleppa
ein túr í hagan, hinumegin.
Tað
er
heilt
ómetaliga
óheppið, heldur hon, og tí
heitir hon á politikarar at ar
beiða skjótt í hesum máli, so at
vit fáa eina loysn, sum gagnar
almenninginum og ikki bara
nøkrum
fáum
seráhuga
málum.
– Tað skulu nevniliga vera
politikararnir, sum gera eina
landsumfatandi skipan, sum
tryggjar rættin hjá almenning
inum til náttúruna.
– Tað kann ikki bera til, at
tað skulu vera seráhugamálini
hjá hvørjum einstaka bónda,
sum er avgerandi fyri, hvørja
atgongd vit fáa til at njóta okk
ara egnu náttúru, sigur Rúna
Hjelm.
Eitt stig á leiðini
Hinvegin fegnast Rúna Hjelm
um, at tað yvirhøvur tykist at
vera semja ímillum bøndur
um, at føroyingar skulu ikki
gjalda fyri at ferðast í náttúr
uni.
– Tað er eitt stig á leiðini at
gera tað liviligari at búgva í
Føroyum hjá okkum, og hjá
okkara
eftirkomarum.
Og
hetta tað taka vit sum eina
viðurkenning av tí arbeiði, vit í
Hagafelagnum hava gjørt, sig
ur hon.
Men ein slík skipan kann
eisini elva til trupulleikar, tí
tað er í andsøgn við vanliga
hugsan um at gera mun á fólki.
– Í londum, vit vanliga sam
anbera okkum við, er tað frítt
at ferðast í náttúruni. Dan
mark er tó eitt undantak, men
har er eisini næstan alt dyrkað,
so umstøðurnar kunnu ikki
rættiliga samanberast.
– Hinvegin leggja danir
stóran dent á, at strendurnar
eru atkomiligar hjá almenn
inginum - og tað skal vera fyri
einki.
Rúna Hjelm tekur fult undir
við, at á teimum støðum har
tað er neyðugt fyri at verja
náttúruna, eiga avmarkingar
eisini at verða settar í verk.
– Tað er avgjørt eisini eitt av
endamálunum
hjá
Haga
felagnum at verja náttúruna,
sigur hon.
– Men tað kann ikki vera so
leiðis, at tað stendur til hvønn
einstakan bónda at gera av,
hvar náttúran hevur brúk fyri
verju, og hvussu hon skal
verjast, leggur hon afturat.
– Tað hava bøndur ikki ser
kunnleikan til, sigur Rúna
Hjelm.
Tað skal gerast av einum
landsmyndugleika, sum sam
tykkir lógir, ið verja náttúruna
og setir serfrøðingar at fyrisita
hesar lógir, sigur hon.
Og hon leggur afturat, at
teirra vón í Hagafelagnum er
eisini, at almenna nátturu
verndin verður styrkt so at
viðbrekin støð verða vard.
Rúna Hjelm í Hagafelag Føroya,
stúrir fyri, at vit aftur í summar
fara at síggja stríð og ósemjur
ímillum bøndur øðrumegin, og
føroyingar, sum vilja sleppa
ein túr í hagan, hinumegin.
Tað hava
bøndur ikki
serkunnleikan til
Tað er eitt stig
á leiðini at gera
tað liviligari at
búgva í Føroyum