Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 Tað gongur væl at stoypa frítíðarskúla Nýggi parturin av frítíðarskúlanum á Toftum skuldi ætlandi verða liðugur til skúlaársbyrjan í heyst, men hetta er broytt, soleiðis arbeiðið verður liðugt við ársenda 2020 Vilmund Jacobsen Síðsta summar byrjaði arbeiðið at grava út fyri nýggja partinum av frí­ tíðarskúlanum á Brekku­ kletti og Toftum. Tá grevsturin varð lið­ ugur, varð jørðarbeiðið gjørt, og síðan byrjaði stoypi­arbeiðið. Tað er RTS Entre­pren­ ørar, sum hava gjørt økið byggibúgvið, og tað er KBH Entreprenørar, sum byggja frítíðarskúlan. Av Toftum verður sagt, at stoypiarbeiðið gongur væl og er longu komið væl áleiðis. Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin, sum verður bygdur norð­ an fyri verandi frítíð­ar­ skúla á Brekkukletti, eis­ ini at hýsa elsta árgang­- ­inum í barnagarð­inum. Barnagarðurin á Svanga­ skarði liggur beint norð­ an fyri økið, har verandi frítíðarskúli er, og har nýggi parturin nú verður bygdur. Tvær hæddir Nýggi bygningurin verð­ ur í tveimum hæddum, har ein stova við bólka­ rúmi verður á hvørjari hædd. Harumframt verð­ ur innrættað inngongd og uppgongd, klædna­ rúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvs­fólka­ rúm og skrivstova. Í Nes kommunu vita tey at siga, at nýggi part­ urin av frítíðarskúlanum ætlandi skuldi verða lið­ ug­ur til skúlaársbyrjan á sumri í 2020, men hetta er broytt. - Arbeiðið skal eftir nýggju ætlanini verða lið­ugt við ársenda 2020, vita tey í Nes kommunu. J&K Petersen fara nú at bjóða upp á arbeiðið at byggja flogvøll í Grønlandi. Fyritøkan fær útbjóðingartilfar hin 31. januar, og hin 31. mars skal tilboðið verða inni. Skera og einkult- frysta makrelfløk - Ætlanin er at framleiða makrelfløk aftur komandi heyst, sigur stjórin, Joen Magnus Rasmussen Vilmund Jacobsen Framleiðslan hjá Tavuni í Leirvík fylgir í stóran mun árstíðini og tí, sum er at veiða. Í summar­ hálv­uni er tað gulllaksur og um veturin upsi, sild, brisl­ingur, makrelur og rogn. Vertíðin fyri makrel er nú farin at halla fyri vet­ urin, men á Tavuni hava tey í seinstuni havt eina framleiðslu av makrel­ fløk­um. Joen Magnus Ras­mus­ sen, stjóri og Marnar Patt­inson, framleiðsu­leið­ ari, eru rættiliga væl nøgdir við framleiðsluna av makrelfløkunum. Makr­ el­urin er ikki eins feit­ur nú, sum hann er um heystið. - Men, bæði smakkur og fastleiki í flakinum eru sera góð. Makrelurin verður skorin og eink­ult­ frystur. Tavan hevur gjørt sær góðar royndir við hesari framleiðslu, samstundis sum keyparar eru áhug­ aðir. - Ætlanin er tískil at framleiða makrelfløk aft­ur komandi heyst, tá makr­elur aftur verður í før­oyskum sjógvi, siga teir báðir. Virkið í Leirvík hevur gjørt stórar íløgur í fram­ komna skeriútgerð, sum kann skera bæði silda­ fløk og makrelfløk, og íløg­ur er eisini gjørdar í aðr­ar tættir á virkinum, sum eru partur av hesi fram­leiðslu. Soleiðis gongur á havinum Vilmund Jacobsen   Eitt ísfiskalínuskip hevur verið á Íslandsrygginum, og eitt hevur verið norðanfyri. Bæði skipini koma inn at landa í dag. Skipini hava mest av toski, hýsu og svartkalva. - Øll hini ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men tey fara út aftur, tá veðrið batnar. Tað vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga fríggjadagin. Lagt verður aftrat, at seks frystilínuskip eru á Flemish Kap, og eitt er á Føroyabanka. - Streymurin batnar, sum henda vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi, men vit vænta, at onkur útróðrardagur verður, og fiskiskapurin er góður. Fríggjadagin vóru fimm partrolarapør til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Nøkur pør, sum liggja, fara út aftur í næstum. - Fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari nú, vita tey eisini at siga á Fiskamarknaði Føroya. Fríggjadagin var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Onkur djúpvatnstrolari loysir væntandi í næstum. Fríggjadagin fiskaðu tríggir trolbátar havtasku eystan fyri, og teir koma helst inn at landa fyrst í hesi vikuni. Helst fór onkur trolbátur út um vikuskiftið. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey eisini at siga, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. - Tvey garnaskip koma helst inn at landa í dag, og tað triðja skipið kemur væntandi síðst í hesi vikuni, verður lagt aftrat. Vertíðin at veiða brisling á okkara firðum og sundum fer nú at halla, og væl minni hevur verið at fingið í ár. Spurningurin er, um tað er toskurin, sum er orsøkin. Stoypiarbeiðið til nýggja partin av frítíðarskúlanum gongur væl. Myndina eigur Fuglark