mánadagur 27. januar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á in.fo í gjár varð róð framundir, at
mvg-skipanin skal broytast soleiðis,
at tey, sum byggja sær sethús, skulu
kunna fáa mvg'ið aftur, tá bygt verð
ur. Sambært fíggjarmálaráðharra
num, so er skipanin við rentustuðli
ikki ein góð skipan, hvørki fyri set
húsaeigaran ella fyri landskassa –
men ein fín skipan fyri bankan, ið
kann taka rentur av somu sethúsum
líka ofta, sum sethúsini verða seld.
Sambært fíggjarmálaráðharra
num, so arbeiðir samgongan í løtuni
við einum bústaðarpakka, og tað
eru ábendingar um, at pakkin, sum
væntandi verður lagt fram í ár, fer
at hava broytingar í sambandi við
mannagongdina, tá ið fólk byggja,
ella keypa bústað. Landsstýrismað
urin vísir á, at tey, sum vilja byggja
sær ein bústað, skulu í fyrsta lagi
rinda eina stóra upphædd í mvg,
sum fer beint í landskassan. Og tey
so hava lán frá bankanum, rinda
landið teimum pengarnar aftur í
rentustuðuli.
Landsstýrismanninum
dámar
ikki, at fólk fyrst skulu rinda nógvar
pengar í landskassan og so fáa pen
ingin aftur í einum øðrum navni,
sum í hesum føri sum rentustuðul.
Sambært landsstýrismanninum
vísa útrokningar, at tá ið 15 ár eru
farin hava tey, sum hava eitt bú
staðarlán, ofta fingið líka nógv aft
ur í rentustuðuli, sum tey í síni tíð
rindaðu í mvg, tá ið tey bygdu.
Hetta er ein skrúva uttan enda,
sigur fíggjármálaráðharrin og vísir á,
at verður bústaðurin so seldur aftur,
skal nýggi eigarin eisini hava lán, og
so fær hann eisini rentustuðul, og
hetta heldur fram, sama hvussu ofta
bústaðurin skiftur eigara.
Viðvíkjandi leigbústøðum er øðr
vísi. Tey sum byggja leigubústaðir
fáa alt mvg aftur úr landskassanum,
men afturfyri fáa tey so heldur ikki
rentustuðul.
Men verður húsið, sum er bygt til
leigubústaðir, seinni brúkt til onnur
endamál, skal alt mvg rindast aftur
í landskassan.
Soleiðis hava vit tvær skipanir í
sambandi við bústaðir, eina skipan
fyri tey, sum fáa sær leigubústað og
eina skipan fyri tey, sum byggja og
keypa sær bústað. Tað er ikki gott at
hava fleiri skipanir til sama endamál,
so her er bara at javnseta bygging av
leigubústøðum og sethúsum.
Skipanin við rentustuðlinum,
hevur havt slagsíðu. Tað er tí rætt,
sum landsstýrismaðurin sigur, at
skipanin er góð fyri bankan. Ein
slíkur fastur almennur stuðul er við
til at hækka sethúsaprísirnar, hóast
endamálið er eitt annað. Tað kann
væl verða ein loysn, har mvg-skip
anin verður brúkt heldur enn rentu
stuðul
Ráðharri heldur rentustuð
ulin vera góðan fyri bankarnar
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
MVG HELDUR ENN RENTUSTUÐL?
Størsta Boeing flogfar
verið sín fyrsta túr
Heimsins størsta jetflogfar,
777X hjá flogframleiðaranum
Boeing, hevur um vikuskiftið
verið á fyrsta royndartúri.
Tað 77 metra langa flog
farið lendi í Seattle framman
fyri fleiri hundrað fagnandi
starvsfólkum hjá Boeing eftir
at hava verið á flogið í meira
enn tríggjar tímar.
Nýggjasta flaggskipið hjá
Boeing hevur tveir motorar og
kann taka upp til 425 ferðandi
og hevur eitt veingjaspenni
upp á 72 metrar.
Roknað verður við, at 777X
verður tað týdningarmesta
flogfarið hjá Boeing komandi
árini og fer at flúgva á flestu
longu túrunum.
Flogslagið verður tikið í
nýtslu frá 2021.
Framsýningin
av
flog
farinum varð í vár útsett, tá
flogframleiðarin kom í satt
ódnarveður, tá Boeing 737
MAX-flogførini, eitt lutvíst
nýtt flogfar, var tað flogslagið,
sum datt niður í Eriopia í mars.
Eitt annað flogfar av slag
num datt niður á heysti í 2018
í Indonesia eisini stutt eftir
fráferð. Tilsamans doyðu 346
fólk í teimum báðum vanlukk
unum.
Myndugleikar kring heimin
– eisini í Evropa – góvu hesum
slagnum av flogførum forboð
fyri at flúgva, so greiða kundi
fáast á, um feilir vóru við flog
førunum. Tað forboðið er ikki
tikið av enn.
Trupulleikin við flogfari
num hevur sent Boeing út í tað
størstu kreppuna, sum felagið
nakrantíð hevur havt. Hig
artil hevur Boeing havt eyka
útreiðslur av hesum upp á yvir
níggju milliardir dollarar.
Í desember varð ovasti
stjórin í felagnum, Dennis
Miulenburg, skiftur út, og FAA
fanst at honum fyri at hava
roynt at trýsta myndugleikan
til at taka av forboðið ímóti 737
MAX.
Anda
lig út
varpsstøð
20 ár
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Málið
til há
borðs á
ráðstevnu
TÍÐINDI SÍÐA 4
27. januar er
altjóða minnis
dagur fyri Holo
caust
Tað var 27. Januar 1945,
at russiski herurin náddi
størstu týningarleguna hjá
Nazitýsklandi,
Auschwitz-
Birkenau, og sett teir fangar
nar, ið vóru eftir har, leysar.
Í 2005 samtykti ST, at hetta
skuldi vera ein altjóða minn
isdagur. 6 milliónir jødar og
hundraðtúsundtals
onnur
lótu lív í týsku týningarleg
unum.
Endamálið
við
altjóða
minnisdegnum er at eggja øll
limalondini hjá ST at heiðra
minnið um tey, ið doyðu í
týningarlegunum, og heit
ir á limalondini at menna
undirvísingartilfar um týn
ingarsøguna, millum annað
fyri at fyribyrgja at slík fólk
amorð skulu henda aftur.
Nám hevur ment undirvís
ingartilfar um Holocaust
til brúks í undirvísing í før
oysku skúlunum.
Skipað verður fyri minn
istiltøkum um allan heim,
har víst verður á hvønn
týdning, tað hevur, at hesin
sorgarleikurin ikki verður
gloymdur.
Nám hevur gjørt tilfari,
sum kann síggjast á https://
snar.fo/holocaust/
Altjóða Holocaustdagur í dag
Jødar koma til Auschwitz
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin