mánadagur 27. januar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
JUDO VANN TVEY HEIÐURSMERKI Í ÍSLANDI
Bárður Hentze Lenvig og Fríði M. Carlsson vunnu heiðursmerkir í Reykjavik International Games
Tróndur Arge
BOGASKJÓTING
Bogaskjótifelagið
Ørvur
í
Runavík hevur um vikuskiftið
skipað fyri kapping. Leygar
dagin var kapping á 15 metra
fjarstøðu fyri ung, og í gjár var
kapping á 18 metra fjarstøðu
fyri vaksin. Hjá teimum ungu
vann Tummas Kárason finalu
na 6-2 ímóti Jan Tóri Joensen.
Hjá vaksnum í compound vann
Jóannes Poulsen finaluna 144-
141 ímóti Nikkeli Petersen, og
hjá vaksnum í recurve vann
Oddmar Nielsen finaluna 6-2
á Jógvani Petersen. Næsta
kapping verður 8. - 9. februar
í hølunum hjá Tambar í Havn.
BOKSING
Føroyska boksifelagið Tórs
havn Boksing luttók leygar
dagin í kapping í danska
býnum Kalundborg. Tríggir
føroyskir boksarar vóru við.
Jonathan Malaikev vann sín
dyst ímóti einum boksara úr
Frederiksværk
BK,
meðan
Teitur Jákupsson og Andreas
Dam Poulsen taptu sínar dystir
tepurt ímóti boksarum úr
ávikavist CIK og Rødovre.
- Eg eri ein nøgdur venjari.
Vit eru errin av at fara so langt
heimanífrá og vera før fyri at
boksa á so høgum støði, tí vit
eru jú ikki eins von við at fáa
ókenda mótstøðu sum tey
donsku feløgini. Eg haldi av
gjørt, at vit kunnu vera errin
av úrslitunum, sigur høvuðs
venjarin í Tórshavn Boksing,
Martin Meng.
Næsta útlendska uppgáva
hjá Tórshavn Boksing verður
í Slagelse 21. - 23. februar, tá
felagið fer at luttaka við fimm
ella seks boksarum.
BORÐTENNIS
Borðtenniskapping var leyg
ardagin í høllini í Trongisvági,
har árliga Topp 10-kappingin
varð spæld umframt at kapp
ing í kongaborði var fyri tey
yngru, sum ikki liggja í topp
10. Úrslitini í topp 10 vóru: 1.
Pætur Albinus (Tór), 2. Tórur
Eið Eliasen (Tór), 3. Sveinur
Mortensen Nolsøe (Tór), 4.
Vagnur Nolsøe (TBF), 5. Marin
Elisabet Poulsen (TBF), 6. Ári
Fríðason Jensen (Tór), 7. Heri
Lava Láadal (Tór), 8. Hjalgrím
Fonsdal Højgaard (TBF), 9. Anja
Wongwai (TBF) og 10. Beinta
Dalfoss Joensen (TBF).
Kappingina í kongaborði
vann Silas Rasmussen (Tór)
frammanfyri Hans Elias Arge
(Tór) og Reinar Garðshamar
(TBF). Í tvímansleiki vunnu
Silas Rasmussen (Tór) / Hans
Elias Arge (Tór), Poul Knút
Poulsen (TBF) / Reinar Garðs
hamar (TBF) blivu nummar
tvey og Róland Hansen (TBF) /
Kristian Niclasen (TBF) numm
ar trý.
Borðtenniskapping verður
aftur nú sunnudagin, tá ið
fjórða Grand Prix-umfar verð
ur spælt í Trongisvági.
DART
Næst- og triðseinastu umfar í
føroysku liðkappingini í dart
vóru um vikuskiftið. Størsti
spenningurin var í oddabraki
num ímillum Havnar Dart
felag og Vága Dartfelag, sum
bæði undan dystinum lógu
púra jøvn á fyrsta plássi. Teir
fýra á liðnum hjá Havnar
Dartfelagi,
Jan
McIntosh,
Uni Árting, Nielsen Thomsen
og Eyðun Samuelsen, lótu tó
ongan iva vera um hvat er
betra liðið. Teir vunnu dystin
9-4. Í tvímansleikinum vóru tað
Uni Árting og Jan McIntosh,
báðir umboðandi Havnar Dart
felag, sum vunnu finaluna
6-2
ímóti
Una
Heðinsson
og Hans Jacob Heinesen úr
Klaksvíkar Dartfelagi. Næsta
kapping verður 15. februar,
og eftir ta kappingina fara
landsliðsvenjararnir at úttaka
bruttohóparnar hjá kvinnum
og monnum, sum skulu lut
taka í Nordic Cup um mánaðar
skiftið apríl og mai.
JUDO
Átta føroyskir íðkarar hava um
vikuskiftið luttikið í Reykjavík
Internationl Games, og har
gjørdist tað til tvey føroysk
heiðursmerkir. Fríði Magnus
son Carlsson vann silvur í
vektbólkinum undir 60 kilo,
og Bárður Hentze Lenvig vann
bronsu í vektbólkinum undir
66 kilo. - Seks aðrir føroyskir
luttakarar vóru í kappingini.
Hjá teimum gekst misjavnt,
men man lærir nógv av at lut
taka í einari slíkari kapping, og
nú hava tey nakað at arbeiða
víðari við til komandi avbjóð
ingar, skrivar Judo Føroyar í
tíðindaskrivi.
F.v.: Jógvan Petersen, Oddmar Nielsen og Baldur U. Árting
F.v.: Bárður Hentze Lenvig og Fríði M. Carlsson