Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Tá ið vit hugsa fimleik í Før­ oy­u­m, so hugsa vit gjarna tey trý stóru feløgini, Havnar Fim­ leikafelag og Ljósið í Havn og Støkk í Runavík, men tað finst eisini eitt fimleikafelag longri suðuri, nevniliga á Tvøroyri, har Tvøroyrar Fimleikafelag hús­ast. Og hetta felagið er ikki so lítið. - Vit telja upp ímóti 200 aktivar limir, greiðir ein av høvuðs­venjarunum í felagnum, Estrid J. Kristensen, frá. - Íðkararnir eru frá tveimum árum og upp til nøkur 60 ár, sig­ur hon. At Tvøroyrar Fimleikafelag ikki hevur verið meira eyðsýnt í før­oyska fimleikalandslagnum kemst av, at felagið ikki ferðast nógv kring Føroyar at kappast. Heldur hevur felagið havt lokalt virksemi og eina árliga innan­hýsis fimleikasýning. - Vit fáast við tað, sum man kann kalla breiddarfimleik, sigur Estrid. - Vit hava gólvfimleik og am­ boðsfimleik, men am­boðs­fim­ leikurin er ikki so stórur. Vit royna at rúma øllum fim­leikar­ um, og so hava vit fimleika­ fram­sýn­ingina at venja fram ímóti, har eini 10-11 lið og útvið 200 fimleikarar eru við, sigur hon. Avbjóðingar Tað er ikki tí at Tvøroyrar Fim­leikafelag ikki vil stremba hægri, at tey higartil einamest hava verið fyri seg sjálvi í Suður­oynni. Tað vísir seg bara at vera trupult at lyfta felagið upp á eitt hægri støði, tí tað eru ymiskar avbjóðingar, sum darva. - Felagið roynir at halda seg flót­andi, sigur Estrid. - Tað strandar á at finna venj­arar. Vit stríðast, og oftast mugu vit niður á knæ at biðja venj­arar um at hjálpa til, sigur hon. Umstøðurnar eru heldur ikki av teimum bestu. Fim­ leik­urin hevur tríggjar tímar í høllini í Trongisvági um viku­ na umframt nakrar tímar um vikuna í lítlu skúlahøllini í Tvør­oy­r­ar Skúla, har høllin nýliga er vorðin umvæld og eitt nú hevur fingið spegl, sum eitt um­ráðandi hjálparamboð. Samanumtikið er útgerðin tó ikki nóg væl dagførd, og felagið manglar nógv av teimum am­ boðunum, sum fimleikarar kring landið kappast í, og hetta av­markar møguleikarnar fyri at menna felagið upp á eitt hægri stig. - Av tí at vit eru eitt felag, sum er meira til breiddarfimleik, so hava vit kanska eisini verið ov lagalig og ikki kravt tað stóra av íðkarunum, sigur ein av ungu venjarunum í felag­num, 20 ára gamla Teresa Magnus­ sen og peikar á, at tað krevur hart arbeiði og ógvuliga fimar rørslur at standa seg í kapp­ ing­um í eitt nú estetiskum fim­ leiki. Tvøroyrar Fimleikafelag hevur áður roynt at havt eitt úr­valslið, men tað var ikki so væl sæð allastaðni, at nøkur vórðu vald frá. - Eg haldi ikki, at vit eru til­ reiðar til tað, sigur Estrid. - Kanska venjarar mugu vera striks­ari og meira fírkantaðir. Tað skal til um ein skal náa langt í einari ítróttargrein sum fim­leiki. Tað má ein broyting til í hug­burðinum fyri at tað skal lata seg gera, heldur hon. Krevur fólk Tvøroyrar Fimleikafelag fyllir 50 ár í ár. Onkuntíð hevur fim­ leik­urin verið meira í hæddini, enn hann er í dag, og síðst í 1990-unum kappaðist eitt estet­ Tvøroyrar Fimleikafelag: FIMLEIKUR Tvøroyrar Fimleikafelag hevur útvið 200 fimleikarar, men undir avbjóðandi um­støð­um hevur tað verið avmarkað hvussu nógv tey hava kappast kring land­ið. Tey hava tó ein dreym um at lyfta felagið á eitt nýtt støðið, og nú hevur felag­ið luttikið á fimleikafagnaðinum á fyrsta sinni. - Vit hava verið í okkara egnu bløðru, og nú fóru vit við í fimleikafagnaðin fyri at bresta hesa bløðruna, sigur ein av høvuðsvenjarunum í felagnum, Estrid J. Kristensen - VÓRU VIÐ FYRI AT - VÓRU VIÐ FYRI AT BRESTA BLØÐRUNA BRESTA BLØÐRUNA