mánadagur 27. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Hetta er sum at telja niður til
jóla. Fyrsta umfar í landskapp
ingini verður 8. mars. Tað vil
siga, at nú eru tað knappar seks
vikur, til fyrsta umfar í lands
kappingini verður. Sunnudagin
8. mars sær skráin soleiðis út:
KÍ – B36, EB/Streymur – HB,
Víkingur – ÍF, NSÍ – Skála og
AB – TB.
Tað kemur ikki so ofta fyri,
at annað av teimum báðum
liðunum, sum eiga heimavøll í
Gundadali, ikki er á heimavølli,
tá ið tað verður spælt í lands
kappingini, men soleiðis verður
tað í fyrsta umfari.
Longu
í
øðrum
umfari,
sunnudagin
15.
mars,
verður
fyrsta
innanhýsis
uppgerðin millum grannarnar
í Gundadali. Tá eigur B36
heimavøll.
Sunnudagin 1. mars verður
tað markerað í Gundadali, at nú
fer bólturin á rull. Tað verður,
tá ið meistararnir í KÍ og
steypavinnararnir í HB fara at
hittast í Stórsteypadystinum.
Spæla fyri lívinum
Leygardagin vóru fýra dystir
í VFF kappingini. HB vann 8-0
ímóti B68, EB/Streymur vann
3-2 í Fuglafirði, Skála vann 3-1 á
heimavølli ímóti AB, og í Runa
vík endaði tað 2-2, tá ið NSÍ
hevði vitjan av Víkingi.
Grannauppgerðin við Løk
ina var góð ábending um, at
intensiteturin er høgur, og at
spælararnir leggja heilt nógv
fyri.
Í løtum vístu NSÍ og Vík
ingur gott hugflog, og alla
tíðina
runnu
spælararnir
nógv og løgdu nógv fyri í
nærdystunum.
Onkrir av teimum, sum tað
verður roknað við heilt víst
fara at eiga pláss á liðnum, tá ið
tað verður álvari og mál og stig
fara at standa upp á spæl, vóru
ikki við leygardagin. Aðrir, sum
áður – meiri og minni – hava
snoddað til at vera á besta
liðnum, fáa so tíðliga á árinum
møguleika at vísa, hvør dugur
er í teimum. Tað sigur seg
sjálvt, at hesir leggja nógv fyri.
Leygardagin skrivaði Jóhan
Troest Davidsen undir uppá, at
hann fer at spæla við NSÍ í 2020
og 2021. Tað kemur væl við, tí
tveir aðrir veteranar – Einar
Tróndargjógv og Pól Jóhannus
Justinussen – venja ikki. Petur
Knudsen, sum í síðstu viku
var í Íslandi, har hann í inn
anhýsis venjingardysti í Váli
gjørdi góða reklamu fyri sær
sjálvum við at skjóta fýra
mál, var millum teir fyrstu
ellivu leygardagin og javnaði
við brotssparki til 2-2. Enn er
tað ikki greitt, um hann fer av
landinum at spæla ella ikki.
Búi Egilsson, sum í fjør var
drúgvur, er so mikið skaða
darvaður, at hann leygardagin
gekk uttanfyri vøllin.
Millum áhugaverdu spurn
ingarnar, sum NSÍ venjarin
Glenn Ståhl skal taka støðu
til, er, hvussu miðverjan skal
mannast. Oddur Á. Højgaard
og Jóhan Troest Davidsen eru
sjálvskrivaðir. Tað hevur ljóð
að, at tríggir miðverjar er ein
møguleiki. Jákup Jakobsen,
sum er komin av Skála og
Rógvi Egilstoft Nielsen, sum
er komin úr EB/Streymi, eru
við í kappingini um plássini í
verjuni.
At báðir teir nýggju menn
inir hava royndir á vongverju
num ber fleiri møguleikar við
sær. Nýggi miðvallarin, Alfred
Sankoh, var á vøllinum í ein
tíma.
Av ungu monnunum var
Pætur Skipanes ein tíma á
vøllinum, og Aron Knudsen,
Martin Klein Joensen, Mórits
Heini Mortensen og Pætur
Hentze spældu í ein hálvan
tíma. Klæmint A. Olsen var í
NSÍ álopinum í fyrra hálvleiki,
og hann legði heimaliðið fram
um.
Atli Gregersen var ikki á
Víkingaliðnum
leygardagin.
Hann var smáskaddur. Gunnar
Vatnhamar og Sølvi Vatn
hamar áttu stórar leiklutir,
og Ari Olsen, sum saman við
venjaranum Eyðuni Klakstein,
er komin av Skála hevur av
álvara sett seg á vongverjan í
høgru. Hin nýggi skálamaðurin
í Víkingi, Jákup Johansen, varð
skiftur inn í seinna hálvleiki.
Bogi Reinert Petersen tykist
sjálvskrivaður
á
sentrala
miðvøllinum, og Andreas Lava
Olsen var í 70 minuttir í álopi
num. Finnur Justinussen er
ikki enn fluttur heim úr Dan
mark.
Tað er ein vika síðani, at
Vukasin Tomic, eftir at hava
verið heima í vetrarfrí, kom
aftur til Gøtu, og hann var
leygardagin í miðverjuni. Undir
liðini á honum var sera skjóti
Noah Mneney, sum hevur verið
við í venjingardystunum og
ivaleyst fer at fáa leiklut í besta
hópinum, har hann ikki hevur
verið áður.
Hanus Jacobsen hevur í
nógv ár verið sjálvskrivaður á
vongverjanum í vinstru. Hann
Tað er framvegis
møguleiki
FÓTBÓLTUR
Ari Olsen tykist hava vunnið plássið á høgra vongverja hjá Víkingi
Heri H. Mohr, HB, var einasti spælari, sum í fjør var á AB liðnum í øllum 27 landskappingardystunum
NÓGVIR SPÆLA
NÓGVIR SPÆLA
FYRI LÍVINUM
FYRI LÍVINUM