mánadagur 27. januar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
er givin. Bergur Gregersen
hevur higartil í ár fyri tað
mesta
røkt
verjuplássið
í
vinstru, og leygardagin var
hann so mikið tryggur í seinna
hálvleiki, at tað verður torført
at vinna plássið frá honum.
Ein annar møguleiki er Hjalti
Strømsten, sum leygardagin
røkti plássið í fyrra hálvleiki.
Geza David Turi hevur verið
við í fleiri venjingardystum.
Leygardagin varð hann skiftur
inn á miðvøllin, har hann var
so mikið eyðsýndur, at tað væl
kann hugsast, at hann fer at
eiga leiklut á besta liðnum.
Stórar avbjóðingar
AB tapti leygardagin 3-1 á Skála.
Hjá Skála var tað hugaligt, at
ein av veteranunum, sum tað
hevur verið ivi um, aftur var at
síggja. Talan var um Teitur R.
Joensen. Enn hevur einki verið
at hoyrt um, at liðformaðurin
seinastu árini, Pætur Dam
Jacobsen, er farin at venja
aftur, og nú Fróði Benjaminsen
saman við Rasmusi Nolsøe,
sum hann kennir frá HB tíðini,
er vorðin venjari hjá U-17
landsliðnum, man tað vera
greitt, at metmaðurin á lands
liðnum nú er givin í bestu
deildini.
Heimaliðið gjørdi øll málini
á Skála leygardagin – eisini tá
ið AB minkaði um munin til
2-1. Í trimum venjingardystum
hevur AB ikki skorað. Tap
ímóti HB (2-0), NSÍ (3-0) og
nú Skála (3-1) bera boð um, at
avbjóðingin hjá AB venjaranum
Sorin Anghel er ógvuliga stór.
Seks vikur undan kappingar
byrjan kennist tað sum um, at
AB kanska er tað liðið, sum er
longst frá at vera klárt at fara í
holtur við landskappingina.
Tað er so stutt síðani, at
viðurskiftini í og kring EB/
Streym so smátt fóru at laga
seg. Eftir at nevndin varð
mannað, og Fróði Reinert
Petersen tók við sum nýggjur
formaður, hevur tað gingið
skjótt, og eftir at Jákup Martin
Joensen skrivaði undir uppá,
at hann fer at halda fram sum
venjari, hava fleiri spælarar
skrivað undir við felagið. Tveir
teir nýggjastu eru Hjalti K.
Djurhuus, sum er fluttur úr
HB, og Magnus Heinason, sum
er fluttur úr Víkingi og til EB/
Streym. Símun Sólheim var
leygardagin á liðnum hjá EB/
Streymi. Hann hevur higartil
bara umboðað HB. Enn er tað
ikki greitt, um hann fer at
skriva undir sáttmála við EB/
Streym.
Fuglfirðingar hava higar
til lagt nógva orku í fyrireik
ingarnar. Tað skal ikki leggjast
so nógv í úrslitini í VFF kapp
ingini, tí tað valdast um, hvar
í fyrireikingarskeiðnum liðini
eru. Men tað var merkisvert, at
EB/Streymur leygardagin vann
3-2 í Fuglafirði.
Meistararnir aftur
kløkkaðir við Stórá
Í fjør lyfti tað av álvara jóan
søkuhýrin, tá tað eydnaðist
undirtippaða TB at vinna 1-0
ímóti favorittunum úr Klaks
vík.
TB luttekur ikki í VFF kapp
ingini. Í staðin fyri at ferðast
nógv verður tíðin nýtt til venj
ingar, tí tað er so stutt síðani, at
nýggi venjarin og spælararnir
(í minsta lagi fýra nýggir út
lendingar) hittust.
KÍ fór mikudagin til
Vágs á venjingarlegu. Meistar
arnir hava vant í Marghøllini,
og í gjár spældu teir á veg til
hús aftur venjingardyst við
Stórá.
TB vann 2-1. Úrslitið smakk
ar væl í TB leguni, og úrslitið
er áminning til KÍ um, at tað
er ikki bara bara at spæla við
Stórá í Trongisvági.
Mikukvøldið hittast B36 og
KÍ í Gundadali.
Sonni Ragnar Nattestad og
Meinhard E. Olsen hava síðstu
vikurnar vant við B36. Teir ætla
sær báðir aftur av landinum at
royna fótbóltseydnuna. Um
tað ikki eydnast, so er lætt
at ímynda sær, at teir fara at
umboða B36.
Sum tað skilst hava teir í
B36 ikki ætlanir um at keypa
fleiri spælarar. Har eru nógvir
skikkaðir spælarar um boðið,
men tað verður, sum tað
plagar at verða tikið til, ein
nýggj støða, um tveir, ið hava
møguleika at vinna seg aftur í
landsliðshitan, vera undir B36
takinum.
Leygardagin vann HB 8-0
ímóti B68 í VFF kappingini.
Pætur J. Petersen skoraði fýra
mál og var dagsins maður.
Stóru tíðindini, sum tey í HB
fegnaðust um, vóru, at Teit
Jacobsen nú aftur verður at
síggja í HB troyggjuni. Hann er
við at koma fyri seg eftir langan
skaðasteðg í SønderjyskE.
Fleiri flytingar
Flytingarvindeygað er opið
fram til eftir at farið er undir
landskappingina.
Tí
kann
roknast við, at tað fara at verða
fleiri flytingar.
Síðstu dagarnar eru spælar
ar fluttir frá fleiri av stóru
feløgunum og í smærri feløgini,
har nýggju menninir rokna við
at fáa møguleikan í bestu deild
ini, sum teir higartil ikki hava
fingið.
Í gjárkvøldið legði AB venj
arin, Sorin Anghel, trýst á
leiðsluna í felagnum, tá ið hann
við heimasíðuna bolt.fo segði,
at tað er neyðugt hjá AB at
fáa fleiri spælarar. Um tað ikki
eydnast, so hevur felagið ein
trupulleika, legði Sorin Anghel
aftrat.
Tað hevur onkuntíð hesa
tíðina á árinum verið ikki so
lítil ferðsla úr Gundadali og út
á Argir. Eitt dømi um hetta er
Heri H. Mohr, sum í fjør skifti
pláss á næstbesta HB liðnum
og kjans í Suðuroy út við fast
pláss á liðnum hjá AB, har hann
royndi seg í fleiri ódnum. Heri
H. Mohr var einasti AB spæl
arin, sum var við í øllum 27
umførunum. Hann stóð seg
væl, og er nú sáttmálabundin í
barndómsfelagnum HB.
Kanska onkur annar nú fer
at ganga í hansara fótasporum.
Petur Knudsen skoraði í
síðstu viku fýra mál í Íslandi
og eitt fyri NSÍ ímóti Víkingi
Rógvi Joensen, TB, legði TB á odda í 2-1 sigrinum ímóti KÍ
Pætur J. Petersen, HB, skoraði fýra mál ímóti B68