mánadagur 27. januar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Spania og Kroatia spældu ein
dyst ov nógv í EM-endaspæli
num. Tað er niðurstøðan eftir
at hondbóltsheimurin var vitni
til ein dyst, sum gaman í hevði
spenningin um úrslitið, men
har var ov lítil orka eftir.
Í løtunum eftir dystin skuldi
ein avráða við seg sjálvan, um
EM-finalan, sum var avgjørd í
seinastu løtunum, kundi fara
í søguna fyri góð verjuavrik.
Jú kanska, men eitt gott
verjuavrik krevur eisini mót
støðu í álopinum, og hetta fekst
ikki í EM-finaluni.
Liðini bæði høvdu spælt
níggju dystir upp á 17 dagar.
Mitt í einum kappingarárið har
HONDBÓLTUR
21-20 til Spania. Hálvur annar minuttur eftir av EM-finaluni.
Kroatin, sum Ítrottarsosialurin rósti til skíggja í seinasta
blaði, Igor Karacic, bjóðar av fyri við sínum eyðkenda fintum
- Men beinini orka ikki. Føturnir førka seg við evarska smáum
fetum. Karacic fær ikki steðgað teimum. Hann kann bjarga
sær við einari dribling og steðga á. Men heilin orkar ikki
at steðga kroppinum. Hann ger níggju fet og hevur ikki
flutt seg meira enn ein metur. Dómarin floytar, Spania fær
bóltin, avger dystin til 22-20 og er Evropameistari aftur
VÁNALIG
VÁNALIG EM-
EM-
Finalan
Úrslitið í EM-finaluni var
spennandi gaman í, men
hondbóltsspælið var lítið
hugtakandi.
Leikararnir
høvdu rætt og slætt spælt ov
nógvar dystir í ov fáar dagar
við ov fáum fólki.
Kappingarleisturin
við
nógvu dystunum kemur ikki
av tilvild. Hann er snikkaður
til fyri at kveikja áhugan og
varðveita spenningin hjá
fleiri hondbóltsfjepparum
um heimin. men hetta kom
aftur um brekku at enda.
Eftir at hálvfinalan ímill
um Kroatia og Norra kundi
hugsast at kveikt mangan
hondbóltsfjeppara, lokkaði
sjálv finalan ongan yvir í
hondbóltsfamiljuna.
EM-
finalan eigur at vera eitt høvi
at síggja bestu leikararnar
í heiminum stríðast við
sínum
bestu
eginleikum
og ikki at stríðast fyri at
bara halda seg á beinunum.
Hondbóltur er ikki Tour de
France.
Frakland og Danmark úti
So stuttligt tað var at sígg
ja Ungarn, Portugal og Ís
land púra óvæntað senda
favorittarnar
heim,
eins
rotið var tað, at ikki sleppa
at síggja fronsku og donsku
stjørnurnar spíla seg út.
Frakland hevur seinastu
árini spælt eitt nýtt ættarlið
inn, og vit væntaðu at teir 23
ára gomlu, sum føroyingar
millum annað minnast aftur
frá Algeria í 2017, skuldu vísa
seg á størsta pallinum. Men
har riggaði einki. Frakland
hevði eingin hugskot tá ið
á stóð, og tóktist illa fyri
reikað ímóti Portugal. Hóast
Portugal hevði skakað Frak
land so seint sum í undan
kappingini í fjør.
Danir tóktust eisini illa
fyrireikaðir. Bæði Ungarn
og Ísland møttu við øðrvísi –
og betri – spæli enn seinastu
árini, meðan danir tóktust
at hugsa, at tað nokk skuldi
eydnast at spæla sum í fjør.
Skaðar gjørdu um seg
gaman í, og danski venjarin
tók fleiri ivasamar leikarar
við í hópin, í vónini um at
teir skuldu gerast til reiðar
eftir fyrstu vikuna. Men tá
var ov seint. Hópurin var ov
smalur, og Danmark mátti
heim.
Sera stórt vónbrot fyri
danir – og fyri hondbólts
fjepparar,
sum
høvdu
væntað at sæð sama ovur
neyva álopshondbóltin sum
í fjør.
Skaddar stjørnur
Skaðar eru altíð avgerandi
til endaspøl. Høvdu Luka
Cindric og Luka Stepancic
verið fult førir í finaluni,
hevði sæð betri út hjá kroat
um.
Men høvdu norðmenn
ikki eisini stríðst við skaðar,
hevði Norra helst staðið í
finaluni.
Norska ímyndin á striku
ni, Bjarte Myrhol, fekk ikki
spælt EM vegna sjúku. Ein
onnur heimsstjørna, Kent
Robin Tønnesen á høgra
bakki, var aftur skaddur
hesaferð. Tað gjørdi ikki
so nógv. Magnus Gullerod
og Peter Øverby vístu seg
føran at lyfta arvin eftir
Myrhol, meðan Magnus Rød
seinasta árið hevur yvir
hálað Tønnesen á høgra
bakki. Men 22 ára gamli
høgri
bakkurin
gjørdist
skaddur beint áðrenn hálv
finalurnar.
Norra
hevði
framvegis gott fólk á høgra
bakki, men gjógvin í góðsku
niður til Harald Reinkind og
Eivind Tangen var ov stór.
Tað gjørdist eisini avger
andi ímóti Kroatia, sum setti
alt sítt fólk á vinstru síðuna
hjá Norra. Høgra síðan var
ov lítil hóttan.
Tað rotnasta
við EM
Domagoj Duvnjak í døpurhuga. Fyri fjórðu ferð
mátti hann takka fyri EM-silvurmerki
Raul Entrerríos leggur einki í, at spælið í finaluni ikki var pent. Hann sleppur at lyfta EM-steypi fyri aðru ferð á rað