Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 allarflestu leikararnir spæla bæði Europa Cup- dystir og lands­kapping hvørja viku. Kroatia var serliga merkt. Heims­stjørnan, Luka Cindric, royndi at spæla hóast skaða, men har var eingin møguleiki. Stór­skjúttin á høgra bakki, Luka Stepancic, hevði sama trupul­leika, Igor Karacic hevði ikki orkuna, og so gekk tað hjá Kroatia, eins og tað hevur gjørt nógv tey seinastu árini. Domagoj Duvnjak – týdnin­ gar­mesti verjuleikarin, skjót­ álopsleikarin og álopsleikarin hjá Kroatia seinastu átta árini ella so, mátti draga megin­ partin. Tað eydnaðist í hálv­ finalu­ni ímóti Norra, har hann stríddist í samfullar 80 minutt­ ir, men seinastu minutt­ir­nar av EM-finaluni var tangin tómur. Spania hevði meira av fólki at skifta út við og fekk skavað sig­urin heim. Tað kendist sum vit áskoð­ ar­ar vóru snýttir fyri tað besta hondbóltsspælið frá nøkrum av størstu stjørn­ unum. 38 ára gamli Raul Entrerríos tóktist tíggju ár yngri teir fyrstu dystirnar, men í finaluni hevði aldurin tikið hondbóltsímyndina úr Barce­ lona aftur, so at eisini hann gjørdi óvanlig mistøk. Og so endaði alt við risastóra mistakinum frá Karacic, meðan Alex Dujshbeaev – eftir at hava spælt sín ringasta dyst við EM - satsaði við einum undir­honds­ skoti og avgjørdi dystin. Spania hevði uppiborið vunnið EM, men pent var tað ikki. HONDBÓLTUR -FINALA -FINALA Fyri fyrstu ferð sluppu heili 24 tjóðir við til EM, og fólk óttaðust at hetta fór at gera seg inn á góðskuna. So var ikki. Hinvegin kundu hond­ bólts­fjepparar njóta leikarar, sum vit vanliga ikki síggja við enda­spøl. Tað var ein frægd at síggja sveisiska Andy Schmid - ein av heimsins bestu álops­leik­ arum nakrantíð - við eitt enda­spæl fyri fyrstu ferð síðani 2006. Seinasta hálva annað árið hevur ikki verið tað besta hjá superstjørnuni í týska Rhein-Neckar Löwen, so vónirnar vóru so sum so. Men Schmid fekk víst seg fram fyri okkum við heili 15 málum í 31-24 sigri á Póllandi og so átta málum afturat ímóti sterku slovenunum. Møgu­liga seinastu ferð at vit síggja Schmid til eitt enda­ spæl, men vit fingu notið løtuna. Og so fingu vit sæð kanska heimsins besta leik­ara yvirhøvur á kanska vána­lig­ asta landsliðnum við hetta EM: Dainis Kristopans hjá Lett­landi. Hevði Kristopans spælt við einari topp-4 tjóð var hann heims­stjørna – eftir hetta enda­spælið kenna nakað fleiri hann tíbetur. Ongantíð áður hava vit sæð ein sovorðnan leikara. Hann er 215 sentimetrar høg­ ur, vigar omanfyri 130 kilo. Hartil er hann millum kvik­ astu leikarar í heiminum, hann skilir verjuspæl og hann hevur ein framúr vinstra arm. Lettland fekk einki stig hesaferð, men ein­mans­herð­ urin, Kristopans, var um at skaka Týskland í innleiðandi um­farinum. Týskland vann kortini 28-27. Danski venjarin, Nicolei Krickau, tók soleiðis til í einari sjónvarpssending her­fyri: - Tað er órættvíst at hasin maðurin sleppir at spæla ímóti menniskjum. Portugal Vit kundu bólka avrikið hjá Portugal undir smærru tjóð­ ir­nar í hondbóltshøpi, men vit skulu venja okkum við, at Portugal nú er stórtjóð. Vit hava sæð feløgini í Portugal gera um seg í Champions League. Feiri og fleiri altjóða stjørnur fara hagar at spæla og nú trein Portugal upp til tey allarbestu. Sigurin á Fraklandi í undan­kappingini vísti seg, at ikki vera nakað eindømi. Portugal endurtók bragdið, og endaði á sætta plássið í Evropa. Við teimum ungu talent­unum vit sluppu at smakka hesaferð, kunnu vit vænta Portugal á enn hægri tindum næstu árini. Og so eru teir eitt av fáu liðunum, sum duga at spæla flottan hondbólt við sjey monnum í álopinum. Frakland og Danmark úti Og so var tað hetta við teim­ um 24 londunum, sum sluppu við hesaferð. Tey varnastu vildu vera við, at har fóru at verða ov nógvir dystir uttan áhuga. Tey stóru fóru at hava tað ov lætt. So var ikki. Vit sóu eitt nú Lettland trýsta Týskland, vit sóu Hvíta­russ­land, Kekkia og Eystu­r­ríki spæla spennandi hond­bólt, og so sóu vit tveir av allarstørstu favorittunum lúta longu í innleiðandi um­ farinum. Hóast bæði Frakland og Danmark fingu truplari mót­støðu enn Lettland, Hvíta­russland, Kekkia ella Eysturríki, so standa úrslitini hjá favorittunum eftir sum prógv fyri, at EM við 24 lond­ um kann bera góðskuna. Domagoj Duvnjak Spyrt tú okkum um eitt ár, hvat vit minnast best frá EM 2020, verður svarið eittans: Doma­goj Duvnjak. Kroatiski spæl­skiparin hevur altíð havt eina ógjørliga uppgávu: At lyfta arvin eftir Ivano Balic. Í nógvar mátar hevur Duvn­jak gjørt júst hetta. Uttan sama stuðulin, sum Balic hevði frá sínum lið­feløg­ um, hevur Duvnjak verið álitið í bæði kroatisku verju­ni og álopinum. Balic var eingin verjuleikari. Trupul­leikin er bara, at Duvnjak hevur ongantíð vunnið eitt gull­ merkið. Balic vann tvey. Hesaferð hugsaðu vit at Duvnjak fór at fáa hjálpina í álopinum. Luka Cindric skuldi metast sum besti spælskipari hjá Kroatia, men hann fekk skaða og so mátti Duvnjak aftur bera ábyrgd­ ina. Og tað gjørdi hann við størstu sannføring – serliga ímóti Norra. Norra – Kroatia Og nú vit tosa um tað. Hálv­ final­an ímillum Kroatia og Norra. Sjálvt hyggjarin, sum bert fylgir leysliga við tá ið nú enda­spøl eru í sjónvarpinum, fóru at kenna nøvnini Doma­ goj Duvnjak og Sander Sago­ sen eftir ein tann mest hug­ tak­andi dystin seinastu árini. Í mun til finaluna, kundu vit her veruliga fegnast um góð­ar verjur, framúr mál­ verj­ar, og mál sum komu eftir flottan hondbólt. Hartil var dysturin ein ímynd av vinnaravilja. Sum í finaluni vóru bæði liðini ovurtroytt, men í hálvfinaluni eydnaðist tað báðum liðum at grava orku­spenningarnar fram tá ið mest stóð á. Tað gav gásar­ hold at síggja kroatar tveita seg tárandi um hvønn annan, tá ið hepnið var fallið í teirra lut. Og tað skar í hjartað, at síggja norðmenn detta um hvønn annan í vónloysi, tá ið teirra roysnið ikki bar á mál. Tað góða við EM Smærru tjóðirnar við stóru leikarunum Alex Dujshbaev spældi ikki sín besta dyst í finaluni, men avgjørdi hana kortini at enda