Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Mikukvøldið fall fyrsta av­ gerð­in í bólkaspælinum í ársins Faxe Kondi- kapping. Tað var H71, sum við sigri á KÍF, tryggj­aði sær annað av teimum tveim­um hálvfinaluplássunum í bólki 1 hjá monnum. Tað var ikki uttan hóvasták, tí tá ið KÍF javnaði til 24-24 ímóti dystarenda var veruligur fjáltur á H71, sum hevur verið einaráðandi í landskappingini seinastu trý árini – men hevur tvey tey seinastu árini tapt svíðandi ósigrar ímóti Kyndli. Fyrst í finaluni fyrrárið og so í hálv­ finaluni í fjør. Tað eydnaðist kortini favoritt­unum úr Hoyvík at vinna, tá ið ein útvísing kostaði koll­firð­ingum dýrt, og H71 fekk skotið fýra mál seinastu tríggjar minuttirnar. VÍF koppaði endiliga H71-kvinnum Leygardagin brustu kvinn­ ur­nar hjá H71 saman við VÍF í Vestmanna. Vinnarin var í hálv­finaluni. H71 mundi hava eina góða kenslu, eftir at hava vunnið allar tríggjar dystirnar á VÍF í landskappingini. Seinast við níggju málum fyri tveimum vikum síðani. Tá ið 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var H71 eisini á odda 13-12, men nú hildu vestmannakvinnur, at H71 hevði skorað nóg mikið. H71 fekk bert tvey mál afturat, og tá ið tað eydnaðist VÍF-álopinum eitt vet betri at fáa málini inn, kundu steypafinalistarnir frá í fjør gera seg til reiðar til hálv­final­urnar. Hitt plássið úr bólki 1 fer til vinnaran av dysti­num ímillum H71 og StÍF í Hoyvík næsta sunnudag. StÍF varð­veitti steypavónina við at vinna á VB leygardagin. Menninir nýttu somu uppskrift Mansliðið hjá VÍF hevði hugt eftir kvinnudystinum, og mundi halda at her var góð upp­skrift at brúka. VÍF skuldi vinna á eykaliðnum hjá H71, men vestmenningar máttu stríðast meira enn gott var. Tá ið ungu hoyvíkingarnir mink­aðu um munin niður í 16-14 við tíggju minuttum eftir lúrdi sensasjónin. Tað eydnaðist kortini VÍF, við millum øðrum tveimum brots­ kasts­bjargingum næstu løtuna, at tøppa ungu hoyvíkingarnar, og so gjørdi VÍF júst nóg mikið til at vinna 19-15 og spæla seg í hálv­ finaluna. Kyndil slapp við skrekkinum ímóti Stjørnuni Í bólki tvey hjá kvinnum kundi Kyndil senda bæði seg og Neistan víðari við sigri á Stjørnu­ni í Klaksvík. Stjørnan ætlaði sær at endurtaka bragd­ið frá í fjør, tá ið klaks­víks­gentur spældu seg í hálv­finaluna – ella bara bragdið frá hesum kappingarárinum, tá ið Stjørnan basti Kyndli á heima­vølli. Og Stjørnan legði frá landi sum eitt óløgi. Eftir tíggju Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru ráðandi steypavinnararnir hjá bæði monnum og kvinnum á veg úr ársins Faxe Kondi- kapping – men hálvan tíma seinni kundu bæði neistamenn og kyndilskvinnur so smátt gera seg til reiðar til hálvfinalurnar Leygardagin á Skála er kravið hjá Kyndli einfalt. Vinnur Kyndil á StÍF, hevur Kyndil seks stig og fer víðari á fremsta plássið. Men vinnur StÍF, skal roknimaskinan fram – treytað av, at Neistan sum væntað vinnur á Team Klaks­vík. Fær StÍF bæði stigini á Skála, meðan Neistin greiðir sína skyldu, enda tey trý liðini á fýra stigum. Innanhýsis stigamunur er javnur, so innanhýsis mál­ úr­tøka verður avgerandi. Tá verður bert hugt eftir dyst­ un­um ímillum tey trý liðini. Úrslitini ímóti Team Klaksvík hava einki at siga. Kyndil hevur vunnið við tveimum á Neistanum, meðan Neistin hevur vunnið við fimm á StÍF. Tað vil siga, at málúrtøkan er nú soleiðis, at Neistin og Kyndil hava ávikavist trý og tvey mál í yvirskoti og StÍF hevur fimm mál í undirskoti. Altso er Kyndil sjey mál betri fyri enn StÍF. Tí er kravið hjá StÍF einfalt, men trupult: Ein sigur upp á minst fýra mál fyri at taka mál­munin hjá Kyndli aftur, og spæla seg í hálvfinalurnar. Kyndil og StÍF spæla á Skála leygardagin klokkan 18.00. StÍF skal vinna við fýra málum leygardagin RÁÐANDI STEYPA­ RÁÐANDI STEYPA­ VINNARAR­NIR VINNARAR­NIR LIVA ENN LIVA ENN HONDBÓLTUR