mánadagur 27. januar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Vikan ið fór
Danska tennis
drotningin, Caroline
Wozniacki, takkar
fyri seg og spælir
sín síðsta dyst á
hægsta støði.
Teit Jacobsen
vendir heimaftur
til føroyskan
fótbólt og HB eftir
eitt skaðadarvað
tíðarskeið í danska
SønderjyskE.
Jóhan Troest
Davidsen leingir um
sáttmálan við NSÍ.
Kurvabóltsstjørnan
Kobe Bryant doyr
í tyrluvanlukku
í USA, 41 ára
gamal. Eisini ein
13 ára gomul dóttir
hansara doyr.
Støkk vinnur
Fimleikafagnaðin
2020 í Norðurlanda
húsinum.
Steypavónin hjá
Neistamonnum
livir eftir
27-22-heimasigur
ímóti StÍF.
Spania vinnur EM
í manshondbólti
eftir 22-20-sigur
á Kroatia í einari
verjukendari finalu.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Teresa J. Magnussen
Ítróttur: 20
Starv: Fimleikur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Rasmus Nolsøe
2. Tennis
3. Esbjerg
4. 20 minuttir
5. Mads Rydal
6. Macron
7. London
8. Beinir Johannesen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur nýggi U17-landsliðsvenjarin í fótbólti, sum í
fjør var hjálparvenjari hjá HB?
2 Pætur M. Dahl er føroyameistari í hvørjum ítrótti?
3 Hvørjum donskum fótbóltsfelagi er Lars Olsen nú venjari
hjá?
4 Hvussu nógvar minuttir er hvør triðingur (perioda) í
íshokki?
5 Hvussu eitur nýliga frákoyrdi danski Neista-venjarin, sum
nú er settur í starv hjá H71?
6 Hvussu eitur klædnamerkið, sum landsliðini hjá
Fótbóltssambandi Føroya spæla í?
7 Hvar var summar-OL í 2012 hildið?
8 Hvussu eitur Team Klaksvík-leikarin mitt á myndini?
Hvussu var at vera við
á Fimleikafagnaðinum
fyri fyrstuferð?
- Tað var stuttligt og sera
spennandi at prøva nakað
nýtt, og vera ein partur av
nøkrum nýggjum. Vit eru
bert von við at framføra til
árligu fimleikaframsýningina
á Tvøroyri, so tað var spenn
andi at vera við og uppliva ein
heilt annan pall og fremm
andar áskoðarar. Tað var
eisini stuttligt at síggja hinar
fimleikararnar framføra.
Hvussu gingu
framførslurnar
hjá tykkum?
- Eg haldi at framførslurnar
gingu orduliga gott, serliga
um vit hugsa at hatta var
fyrstu ferð hjá okkum og
nakað heilt nýtt fyri fimleik
arnar. Eg haldi at øll vóru væl
nøgd og hugnaðu sær.
Hava tit fingið við
merkingar frá øðrum?
- Ja, tað hava vit. Eitt, sum
eg serliga haldi at vit hava
hoyrt ofta, er at vit vóru sera
smílandi og glað tá vit fram
førdu á pallinum.
Ætla tit at vera við
aftur næsta ár?
- Avgjørt, og vit gleða okkum
longu. Sum sagt var hatta
nakað heilt nýtt fyri okkum,
men vit eru komin suður við
nógvum góðum hugskotum
til næstuferð.
Hvussu nógv fæst tú
sjálv við fimleik?
- Sjálv venji eg gentur 8 flokk
og eldri, og so plaga venjarar
nir eisini at sláa seg saman til
eina seriu at framføra til fim
leikaframsýningina á Tvør
oyri.
“Tey kunnu missa álitið á okkum
eftir fimm minuttum, og tað kann
taka 20 ár at vinna tað aftur.”
- David Lappartient, forseti í altjóða
súkklusambandinum, um doping
“Hetta er sum ein ræðuligur dreymur,
sum tú bara vil vakna upp frá. Hetta er
ein marrudreymur.”
- Dwyane Wade, kurvabóltsspælari, um deyða Kobe
Bryant
Ein ungur luttakari á Fimleikafagnaðinum 2020