mánadagur 27. januar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tað koma javnan áminningar um at
lívið er ikki ævigt á hesi jørð. Sjálvt
ikki stóru stjørnurnar sleppa undan
deyðanum. Í gjár doyði ein av størstu
kurvabóltsstjørnunum, Kobe Bryant,
bara 41 ára gamal.
Hann doyði í eini tyrluvanlukku smana
við átta øðrum, skriva altjóða miðlar.
Hann var á veg til venjing við 13 ára
gomlu dótturini, venjaranum, og einum
vinarpari, hvørs dóttur eisini spældi
við liðnum hjá dótturini, Gianna.
Kobe Bryant spældi alla sína yrkisleið
við Los Angeles Lakers. Frá 1996 til 2016
og vann fimm NBA-meistaraheiti. Bara
fáar dagar frammanundan bleiv hann
yvirhálaður av vinmanninum, LeBron
James, sum triðjmest mest skorandi í
NBA-søguni.
Kobe Bryant skoraði tilsamans 33.643
stig, meðan 35 ára gamli LeBron
James nú hevur skorað 33.655 stig.
LeBron James spæir í dag fyri Los
Angeles Lakers, eftir at hava spælt við
Cleveland Cavaliers og Miami Heat.
Kurvabóltur hevur ikki somu megi í
Evropa, sum í Amerika, har NBA er ein
av absolut størstu ítróttargreinunum.
Størstu spælararnar fáa eisini status
sum heimsstjørnur. Kanska tann
kendasti í dag er Michael Jordan.
Tey eru fleiri, sum meta Kobe Bryant
í flokki. Millum teir allar bestu, sum
nakrantíð hava spælt kurvabólt.
Hartil var hann eisini virkin uttanfyri
vøllin og tað sæst eisini aftur á øllum
minningarorðunum, ið eru at finna á
millum annað sosialu miðlunum.
Hetta er enn ein áminning um, at lívið
her á jørð ikki varir í allar ævir. Heldur
ikki tá tú er ein av heimsins størstu
ítróttarstjørnum.
trondur@sosialurin.fo
Feløgini sum luttóku vóru Fim
leikafelagið Støkk, Fimleikafelagið
Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelagið,
Klaksvíkar Fimleikafelag og Havn
ar Fimleikafelag.
Støðið í ár var høgt, tað vóru
fimm sera ymiskar framførslir,
sum lýstu evnið “Kongaríki”.
Feløgini hava samansett flottar
framførslir við rørslum, hugflogi,
ljósi, búnum og tónleiki. Eitt ótrú
ligt
arbeiði
sum
fyriskiparar,
venjarar, íðkarar og hjálparfólk
hava gjørt síðstu vikurnar.
Um vinnandi felag var sagt mill
um annað sagt, at framførslan vísti
søgugongdina og ymisk landskap.
Føroya Fimleikasamband ynskir
Fimleikafelaginum Støkk hjarta
liga tillukku og takkar øllum
luttakarum,
hjálparfólkum
og
Norðurlandahúsinum fyri ein væl
eydnaðan Fimleikafagna.
trondur@sosialurin.fo
VINNARIN GJØRDIST
FIMLEIKAFELAGIÐ STØKK
Fimleikafagnaðinum 2020:
Sjálvt
stjørnurnar
kunnu
doyggja