Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. januar 2020 · Nr. 12 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Málið um føroyska parið, sum býr í Danmark, og sum hev­ur fing­ið rokning frá Lands­sjúkra­ hús­i­num fyri, at konan átti barn með­an hon var í Føroyum at vera um vermóðurina, sum lá at doyggja, skríggjar til himmals av vant­andi virðing og er álvarsliga av handaógvið merkt. Og sjálvt um lands­stýr­is­mað­ ur­in bland­ar seg upp í málið, so verð­ur tað bara verri. Tí nú er stað­fest fyri aðru ferð, at tey skulu gjalda rokninginga upp á næst­an 27.000 krónur fyri at tey í ok­to­ber noyddust at eiga sonin Rana í Føroyum. Her má vera talan um krakka­ veld­is­fólk í einum nøtuhylki – ella alt ov vánaligt lógararbeiði. Um eitt føroyskt par, sum er í Dan­mark í lestrarørindum, ikki kann eiga barn í Føroyum uttan at tey sjálvi gjalda fyri tað, tí at konan ikki er í útbúgivng, men maðurin, so er okkurt heilt burt­ur úr vón og viti Hvør er tað, sum kann koma til eina slíka nið­ur­støðu? Og hvussu nógv fordømi eru um før­oy­ing­ar, bús­itandi í Dan­ mark, sum fáa rokning frá Lands­sjúkr­a­hús­i­num fyri sjúk­ u­viðgerð? Tað er ikki ein vøkur viðferð at geva ein­um ungum pari, sum av ein­um sorgarleiki í familjuni kem­ur til Føroya, sa­m­stundis sum kon­an er á fallandi fóti. Gott í teg, Kaj Leo Holm Jo­ hann­esen, fá hatta málið loyst sum skjótast. Og tryggja eis­ini, at kunngerðin fevnir um hesi, ella kom í tingið við eini lóg­ar­ broyt­ing. Tí lesandi føroyingar mugu sjálv­andi kunna eiga børn síni á okk­ara sjúkrahúsum utt­an at fáa eina fúla rokning – eis­ini, tá tað er pápin, sum er les­andi, sjálv­andi. Og tryggja so eis­ini, at mongu út­lendingarnir – ofta út­lendskar kvinn­ur, sum búgva í Før­oyum í føroyskum fam­iljum, ikki eisini koma í klemmu í heils­u­verk­inum av dýr­um sjúkra­hús­rokn­ing­um, sum borg­arar í Føroyum ikki vilja hava. Tað skal ikki vera munur á fólki. Tað sigur seg sjálvt, er tað onk­ur smálutur, sum ger, at Lands­sjúkr­a­húsið sendir rokn­ ing­ar, so fá tað í rættlag sum skjót­ast, tí hetta líkist púra ong­um! Heilt erligt Kaj Leo hetta kunnu tit ikki vera bekent! ROKNING FYRI FØÐA BØRN Tumm­ as An­t­on­ i­ussen 85 NØVN SÍÐA 17 Klaks­ vík og St. Pæturs­ borg vinarbýir TÍÐINDI SÍÐA 5 Javn­støðu­nevnd­ in er nú sett av nýggjum Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggj­um eft­ir hvørt løg­tings­val, er nú sett. Í Javn­støð­u­nevnd­ ini eru: Mai Laksáfoss Sim­on­ sen, for­kvinna, umboðandi Før­oya landsstýri Annfinnur Garðalíð, um­boð­andi løntakarar Niels Winther, um­boð­ andi arbeiðsgevarar Hedvig Johansdóttir, um­boð­andi skúla-, heilsu- og al­mann­averk Helena Fríðheim, um­ boðandi Kvinnu­fel­ag­s­ sam­skip­an Føroya Varaumboð eru hesi: Jón Harald Poulsen, næst­formaður, um­boð­ andi Føroya landsstýri Mary Antonsdóttir, vara­um­boð vegna løn­tak­ ar­ar Jórun Gardar, var­a­um­ boð vegna arbeiðsgevarar Leif Olsen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og al­ manna­verk Annetta Saltá, vara­um­ boð vegna Kvinnu­fel­ags­ sam­ski­pan ­Føroya Tað er Elsebeth Mer­ cedis Gunnleygsdóttur, lands­stýr­is­kvinna í al­ mann­a­málum, sum eisini er landsstýriskvinna í javn­støð­u­málum, ið setir Javn­støð­u­nevndina, mill­ um ann­að við tilmæli frá ar­beiðs­gev­ar­um, løn­tak­ ar­um, skúla-, heilsu- og al­ mann­a­verk og Kvinnu­fel­ ags­sam­kipan Føroya. Fremsta uppgávan hjá Javn­støð­u­nevnd­ini er at hava eft­ir­lit við at javn­ støð­u­lóg­in verð­ur hild­in. End­a­mál­ið við Javn­støð­ u­lóg­ini er at beina burtur all­an mis­mun vegna kyn. Javn­støð­u­nevnd­in skal har­aft­ur­at ráðgeva mynd­ ug­leikum, stovnum, fel­ øg­um og einstaklingum í javn­støð­u­spurningum og skal gera tilmæli í javn­ støð­u­málum. Javnstøðunevndin fer seinni í vikuni á fund við lands­stýriskvinnuna, og fer eft­ir hetta til verka. Kinesarar eru ikki nøgdir við eina keiputekning av kin­es­iska flagginum í Jyl­ lands-Posten mánadagin. Kina krevur eina al­ menna umbering frá Jyl­ lands-Posten fyri keip­u­ tekn­ing­ina. Tað skrivar kinesiska send­i­stovan í Danmark í ein­um tíðndaskrivi. Kinesarar eru stoytt­ ir av tekningini hjá keip­ u­tekn­aranum Niels Bo Bojesen, sum hev­ur skift út tær fimm stjørn­ur­nar í flagginum við cor­o­n­a­vir­ us­ið. – Vit eru ógvuiga firt­in, og vit krevja, at Jyl­lands- Posten og Niels Bo Bojesen taka ábyrgd fyri mistakið og alment um­bera yvir fyri kinesiska fólk­i­num, stendur í tíð­ind­a­skriv­i­ num. Men Kina fær onga um­ bering. Tað staðfestir blað­ stjór­in á JP, Jacob Nybroe. – Vit kunnu ikki koma við eini umbering fyri nak­ að, vit ikki halda, er skeivt. Vit hava onga ætlan um at nið­ur­gera ella háða, og tað halda vit heldur ikki, at tekn­ingin ger. – Sum eg síggi tað er talan um tvær ymsar ment­an­ar­fatanir, sigur Jacob Nybroe. Coronavirusið hev­ur hig­ar­til gjørt av við yvir 100 fólk í Kina. Soleiðis er tal­ið av deyðum upp á 106. Tað upplýsa kinesisku mynd­ug­leikarnir. Harvið er talið av smittaðum um alt Kina oman fyri 4.000. Kina krevur umbering frá Jyllands-Posten Mai skal stjórna javnstøðuni Mai Laksafoss Simonsen er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini