Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12 TÍÐINDI Klaksvík og St. Pætursborg er formliga vinabýiir í dag Ein formlig avtala verður í dag skrivað undir millum Klaksvík og Pusjkin – ein býarpartur í fyrrverandi russiska høvuðsstaðnum. Árni Gregersen Tað hevur verið frammi al­ ment, at Klaksvík og St. Pæt­ urs­borg í Russlandi fóru at gera eina avtalu um vina­bý­ar­ samstarv. Í dag verður hendan avtal­ an undiirskrivað í russiska býn­um, har umboð fyri Klaks­ vík­ar kommunu eru á vitjan í hes­um døgum. Hesar dagarnar undan und­ ir­skrivingini hevur føroyska ferðalagið ferðast runt í stóra søguliga russiska býnum og fyrst og fremst í býarpartinum Puskin, sum Klaksvik fer at hava beinleiðis samband við. - Hetta hevur verið stak áhuga­vert og eisini at uppliva hvussu væl vit eru móttikin í býn­um, sigur Jógvan Skot­ heim, borgarstjóri í Klaksík. Skt. Pætursborg er ein rættu­liga stórur býur, saman­ bor­in við Klaksvík. Formliga búgva smáar seks milljónir fólk í býnum, men óalment verð­ur sagt, at har búgva níggju millj­ ón­ir fólk. Býurin er býttur sundur í 18 øk­ir og eitt av teimum er Pusjk­ ­in, sum altso Klaksvík skal arbeiða tættast saman við. Har búgva umleið 100.000 fólk. Framkomin býur Skt. Pætursborg verður ofya nevnd­ur býurin, sum er russ­ iska portrið til Evropa. - Býurin líkist nógv restini av Evropa. Ymisku standard­ir­ nir í býnum liggja tætt uppat tí vit kenna frá restini av Ev­ ropa. Byggistílurin líkist eisini nógv, men eg havi lagt til merk­is, at tey virða søguna høgt. Tey ansa væl eftir goml­ um bygningum, sum tey varð­ veita og tey fara væl um. Vit vita eisini, at sum heild, so virða russar søguna, sigur borg­arstjórin í Klaksvík. Borgarstjórin í Klaksvík held­ur at møguleikarnir fyri sam­starvið millum Føroyar og Russ­land og millum Skt. Pæt­ urs­borg eru stórir. - Vinnuligir marknaðir kunnu latast upp, men tá ið tað kem­ur til mentan, so ber ser­liga væl til at samstarva á ítr­óttar- og tónleikaøkinum um­framt innan mentan sum heild, sigur Jógvan Skorheim. Ferðalagið úr Klaksvík hevur vitjað og sæð fleiri søvn av ymiskum slag, hesar dagar­ nar tey hava veirð í býnum. Millum annað vitjaðu tey eitt savn, sum var til minnis um tey tungu árini, tá ið býurin var hersettur av týskarunum seinna heimsbardaga. Fyrr í vikuni var hátíðarhald kring um í býnum í sambandi við, at tað júst nú eru 75 ár síð­ an týska hersetingarvaldið var rikið úr býnum og seinni heims­bardagi endaði. Mynd: Dávur Winther Mynd: Dávur Winther Mynd: Dávur Winther