Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Staðbundna ferðavinnan fær pening av hesum útsýninum Í fjør fingu fimm staðbundnir ferðaleiðarar í Vágum part av síni inntøku av at vísa útlendingum á hetta vakra útsýni. Og útlendingurin fekk sína instagrammynd Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Um ein tímir at taka sær av ferðafólki, so ber til at fáa pen­ ing úr hesi vinnuni, sigur Gutti Guttesen í Bø, sum hevur verið røktingarmaður í Teigunum í Vágum í 44 ár. Hann er eisini ein av eigarunum. Tríggjar ferðir um vikuna, mikudag, leygardag og sunnu­ dag klokkan 11 alla summ­ar­ hálv­una í fjør stóðu bólkar við útlendingum klárir á kaiini í Sørvági at fara út í Teigarnar – ella Út í Sund, sum tað verður kallað har vesturi. Endamálið við túrinum var at njóta út­ sýnið yvir Drangarnar. – Vit ganga Út í Sund og greiða frá ymiskum á vegnum. Tað eru tó ikki øll, sum eru so áhugað at hoyra tær ymisku frá­sagnirnar. Tey eru meira spent at fáa mynd av útsýn­in­ um yvir Drangarnar og Tind­ hólm. Tá ið myndirnar eru tikn­ar, so vilja tey sleppa heim­ aftur. Serliga eru tað asiat­ar­ nir, ið eru á hendan hátt, sig­ur Gutti Guttesen. Útlendingarnir eru komnir allastaðni frá. Sera nógvir asi­ atar, men eisini fólk úr Suð­ur­ amerika, USA, Evropa og aðra­ staðni. Góð hálv millión Útlendingarnir rinda 550 krón­ ur fyri túrin, sum varar minst fýra ein hálvan tíma. Í fjør vóru fleiri enn túsund út­ lendsk ferðafólk, ið vóru við á túr­unum. Meira enn hálv milli­ ón krónur hava teir tríggir hag­ar­nir, sum gingið verður ígjøgn­um, fingið inn. – Tað mesta ferð til ferða­ leið­ararnar, sum ganga við fólk­unum. So til ber at fáa eitt sind­ur burturúr ferðavinnuni, um fólk vilja gera nakað. Nakað ferð eisini til Hiking.fo, sum samskipar. Teir tríggir hag­arnir fáa eisini eitt sindur í part. Hetta fer til at betra um gøt­urnar, sigur Gutti Guttesen. Føroyingar rinda ikki fyri at fara túrin. – Vit hava allatíðina sagt, at vit vilja ikki taka pengar frá før­oyingum, sum ganga í hag­ an­um. Men vit ynskja at teir spyrja, so at vit vita, nær fólk eru í høgunum. Men tað vísir seg, at tað eru sera fáir før­oy­ ing­ar, ið fara Út í Sund. Bara onk­ur gongufeløg og nøkur fá aft­urat, sigur Gutti Guttesen. Verja náttúruna og fuglalívið Tað var í 2017, at tað byrjaði við ferðavinnuni Út í Sund. – Í mars 2017 hevði onkur lagt mynd út á instagramm av útsýninum yvir Drangarnar og Tindhólm. Aftaná tað komu í rúgvuvís av útlendingum, sig­ ur Gutti Guttesen. Í 44 ár hevur hann røktað í hes­um hagapartinum, og hann sá, at tey mongu ferðafólkini órógv­aðu bæði seyð og fugl. Nakað, ið hann ongantíð hevði upplivað áður. Gøturnar slitust eisini rættiliga illa. – Vit tosaðu um tað í hesum trim­um hagapørtunum at tað bar ikki til, tí at økið er sera sár­bært. Vit komu til tað nið­ ur­støðu, at nakað mátti gerast fyri at verja náttúruna og fugla­lívið í økinum. Vit samd­ Útsýnið yvir Drangarnar og Tindhólm tiltalar nógvar útlendingar, sum koma til Føroyar, taka hesa myndina og leggja hana á sín instagrammvanga Mynd: Pól Sundskarð