týsdagur 28. januar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12
TÍÐINDI
Gjáarfólk verða ikki
rík av ferðavinnuni
Hóast túsundtals
ferðafólk ferðast
til Gjáar hvørt
ár, so gevur tað
ikki nakað til tey
staðbundnu
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit hava í tvey ár havt ein
postkassa standandi, har vit
heita á tey ferðandi at leggja
50 krónur í. Men tað eru fá,
sum hava leggja pengar í,
sigur Páll Sivertsen, formað
ur í hagastýri Fyri oman rætt
– Fjallið við Gjógv.
Hann
tømir
postkassan
hvønn dag, men tað eru ikki
nógvir pengar í.
– Onkran dag kunnu 100
krónur vera í, men onkran
einstakan dag kunnu 2000
krónur vera í. Men vit síggja,
at nógv fleiri fólk fara í hagan.
Vit hava hugsað at gjørt okk
urt líknandi sum bóndin í
Saksun, men nú mugu vit
síggja hvat tað verður til við
Jarðir, sigur Páll Sivertsen.
Dryppar ikki av til bygdina
Hann heldur ikki, at ferða
vinna gevur nógv til Gjáar
bygd.
– Gjáargarður fær sjálvandi
nakað, men annars dryppar
ikki nógv av til Gjógv. Tað
koma í hundraðtali av ferða
fólki til Gjáar hvønn dag um
sumrarnar, men tað eru ikki
vit, ið fáa inntøkurnar, sigur
hann.
Hagin bjóðar saman við
grannahaganum útferð til
Ambadals við ferðaleiðara.
Men higartil eru tað ikki so
nógv, ið hava valt tann túrin.
Ferðafólkið vitjar niðri í
Gjónni, og so eru eisini fleiri,
ið ganga fram við Gjónni og
fara niðan á Barm. Hetta er
hagin, har Páll Sivertsen er
formaður.
– Gøtan var sera illa slitin,
og í fjør gjørdu vit saman við
kommununi og Visit Faroe
Islands einar trappur, har
tað ber til at ganga. Hetta
hevur hjálpt munandi. Kort
er eisini sett upp og pílar eru,
sum vísa, hvar ein skal ganga,
sigur hann.
Inntøkurnar av ferðafólki
í Mykinesi fara til ábøtur
Tær 100 krónurnar, ið ferðafólk rinda til oynna, tá ið tey fara til
Mykinesar, fara til ábøtur á gøtuna út í Hólm og annað, ið treingir
til ábøtur. Ferðavinnan gevur nøkur fá arbeiðspláss
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Jósup siglir mest sum altíð
fullur til Mykinesar við ferða
fólki alla summarhálvuna.
Flest øll fara út í Mykines
hólm. Hagapartarnir í Myki
nesi hava sligið seg saman og
krevja 100 krónur frá hvørj
um ferðafólki, og hesin pen
ingurin fer til ábøtur og til at
betra um umstøðurnar í
Mykinesi.
Ein av hagastýrisformonn
unum sigur, at hagapartar
nir hava valt at stuðla altar
talvuni og samskiftisútgerð
til súluveiðuna, ið eisini
kundi nýtast í samband við
leitan eftir fólki. Stuðul er
eisini veittur at laða gomlu
grótgarðarnar upp aftur. Í
2018 keyptu Hagapartarnir í
Mykinesi prestar frá Verk
staðnum Vón, ið vóru nýttir
til at merkja gøtuna út í Hólm.
Hetta varð gjørt fyri at minka
um vandan fyri, at fólk bara
gingu sum best ber til, tí tey
ikki vistu hvar gøtan var.
Í 2018 og 2019 hava haga
partarnir fingið fólk til at
ansa eftir, at ásetingarnar í
grannastevnuni verða hildn
ar. Tey ansa millum annað
eftir, at fólk halda seg til gøt
una, tá ið tey koma út í
Lamba, so at tey órógva
lundalandið sum minst. Hetta
verður gjørt fyri at verja ríka
fugla- og djóralívið í Mykinesi.
Nakað er gjørt við at gera
ábøtur á gøtuna út Hólm,
men
nógv
skal
gerast
afturat.
Hagastýrisformaðurin sigur,
at tað kostar nógv at fáa
útgerð út í Oynna, og kanska
má nógv tilfar flúgvast út. Tí
verður hetta sera kostnaðar
mikið, og nógvir pengar
skulu savnast inn afturat
fyri at ábøturnar skulu ger
ast.
Tað eru ymsar ferðaskriv
stovur, ið skipa fyri ferðum
út í Mykineshólm.
Tá ið Jósup ikki siglir
vegna veður, fær Hólmurin
frið. Sama er um tað regnar
illa, tá verður Hólmurin
stongdur fyri atgongd.
ust um, at økið bara skuldi
vera opið fyri ferðafólki tríggj
ar dagar um vikuna, og at fólk
sluppu ikki Út í Sund uttan at
tey rinda fyri tað og fara av
stað við ferðaleiðara, sigur
Gutti Guttesen.
Í 2017 og 2018 var nógv stríð
hjá hagaeigarunum og øðrum
at steðga ferðafólki, sum vóru
á veg Úti í Sund, og fáa tey at
rinda. Men í 2019 hevur tað
gingið betur.
– Nú hava útlendskir ferða
smiðir og onnur lært, at hagar
nir eru stongdir fýra dagar um
vikuna, og at tað ber bara til at
fara út í Sund við ferðaleiðara
og at neyðugt er at rinda fyri
tað, sigur Gutti Guttesen.
Neyðugt við avmarkingum
Røktingarmaðurin og ein av
eigarunum heldur, at ferðavinn
an kann vera eitt ískoyti og
geva nakað til tey staðbundnu.
– Eg hevði ynskt, at eingi
ferðafólk sluppu at ganga í
haganum. Men tað ber ikki til.
Tí valdu vit heldur at gera
nakrar avmarkingar. Tað hava
verið nakrir heilt fáir ónøgdir
kundar, men teir allar flestu
eru sera væl nøgdir við túrin,
sigur Gutti Guttesen.
Gjógv er eitt av smáplássunum í Føroyum, har nógvir útlendingar vitja
Mykineshólmur er eitt sera vælumtókt ferðamál hjá útlendingum