Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

StÍF, H71, VÍF og Kyndil vunnu sær mikukvøldið fram til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Tær fýra fjórðingsfinalur- nar í steypakappingini hjá monnum vórðu leiktar mikukvøldið. Til og við fjórðingsfinalurnar er talan um styrkismeting undan lutakastinum, soleiðis at tey fýra liðini, sum eru ovast í fremstu deildini ikki renna inn í hvørt annað. Tí verður talan ofta í lítlan mun um nakrar serligar sensatiónir, og soleiðis varð eisini hesaferð. Veteranar gjørdu um seg Einasta av liðunum í topp- 4, sum koppaði, var KÍF. Teir leiktu á útivølli móti StÍF, og havandi í huga avrikini, sum StÍF vanliga hevur sýnt í steypakapping- ini hesi seinnu árini, so kann tað valla roknast sum nøkur sensatión. Annars er stuttligt at síggja, at hóast tey bæði oddaliðini hittu lið, sum ikki spæla í fremstu deild- ini, so var tað ikki bara talan um sigrar, sum vórðu spákaðir til høldar. Nú eru 1. deild hjá Kyndli og 2. deild hjá VÍF kanska ikki tey veikastu liðini í hesum deildunum, og í fleiri før- um er talan um heilt roynd- ar leikarar. Soleiðis var Jónleif Sól- sker veruliga í essinum tá Kyndil var í Vestmanna, og við 13 málum sýndi hann, at hann framvegis kann hava nógv í sær. Har var Áki Olsen tó hansara yvir- maður við heili 15 málum, og tað var so heilt kraftiga viðvirkandi til sigurin hjá VÍF. Og eisini í Havn, har »gamlir« VÍF’arar vitjaðu Kyndil, stóð eit sindur á. Hjalmar Klein Olsen gekk her á odda, men hóast 13 mál frá hansara síðu, so megnaði Kyndil kortini at koyra sigurin heim. Seinasti dysturin var millum H71 og Neistin, og í sannari málveitslu eydn- aðist her H71 at vinna. Eisini hóast teir hvørki høvdu Henrik Gerster ella Halgir Dahl Olesen á liðnum. Nr. 242 • hósdagur • 17. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Nakað seinkað kann besta mansliðið hjá Mjølnir nú fara í jólafrí. Upprunaliga skuldu teir um vikuskiftið spæla seinasta dystin í grundspælinum móti ÍF, men tá eingin dómari var møttur til dystin, varð hesin útsettur. Mikukvøldið var dystur- in so leiktur, men hóast seinkanina, so tóktust teir í Mjølni klárir til uppgáv- una. Úrslitið gjørdist ein 3- 1 sigur til klaksvíkingar, sum soleiðis hava lagt seg undir liðina á SÍ, sum tó hevur ein dyst eftir í grundspælinum. -jm Klárt til hálvfinalurnar Kyndil-VÍF III 32-25 (18-12) Málskjúttar Kyndil: Høgni Klein 8, Ragnar Stakksund 5, Hans Áki Dal Christiansen 5(1), Josef Abrahamsen 4(1), Janus Einar Sørensen 3(1), Finnur Hansson 3, Jakob Jónsson 2, Rókur Akralíð 2 VÍF: Hjalmar Klein Olsen 13(4), Johnny Joensen 4, Oyvindur Brimnes 3, Rógvi Nielsen 2, Einar Brimnes 1, Sjúrður Holm 1, Marner Seloy 1, Rói Joensen 1 Brotskøst: Kyndil 3, VÍF 4 Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 4 Dómarar: Heri Petersen & Brandur Johansen VÍF-Kyndil II 33-29 (16-10) Málskjúttar VÍF: Áki Olsen 15(2), Ingi Olsen 7(3), Rúni Joensen 4, Agnar Joensen 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 1, Jákup S. Andreasen 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 13(4), Hjalti Jacobsen 6, Gunnar Wardum 5, Regin Fossaberg 3, Rani Ellings- gaard 1, Poul R. Mohr 1 Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5 Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 2 Dómarar: Hartvig Joensen & Pole Hansen StÍF-KÍF 27-19 (14-9) Málskjúttar StÍF: Alexandur Johansen 6(2), Borgar Danielsen 5, Leivur Justinussen 4, Sveinur Justinussen 4, Bárður Danielsen 3, Artur Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Pauli G. Hansen 1 KÍF: Teitur Joensen 7(1), Regin Petersen 4, Petur Martin Poulsen 3, Sune Davidsen 2(2), Mirko Milenkvic 1, Gert Hansen 1, Jónálvur Johannesen 1 Brotskøst: StÍF 3, KÍF 5 Útvísingar: StÍF 4, KÍF 3 Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Dánjal Samuelsen & Hannis Wardum H71-Neistin 41-34 (26-20) Málskjúttar H71: Piti Negru 13(2), Niels Viggo Niclassen 11, Heini Bendtsen 6, Christian Eli Zachariasen 4(1), Johnny Durhuus 4, Kent Failstrup 1, Esbern Patursson 1, Olaf Vestergaard 1 Neistin: Áki Mørk 15(2), Ólavur Brimnes 5, Rani Slættanes 3, Damir Oros 3, Tróndur Kragesteen 3, Zeljko Jotic 1, Jón Clementsen 1, Jón Ludvig 1, Dann Thorleifsson 1 Brotskøst: H71 3, Neistin 4 Útvísingar: H71 2, Neistin 5 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA UM DYSTIRNAR Fuglfirðingar vóru ikki fyri nothing, men teir megnaðu tó ikki at fáa stig við sær úr Klaksvík Mjølnir vann