fríggjadagur 17. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 242 - 17. desember 2004
- Nú eg fari út um
landoddarnar fyri
fyrstu ferð í lívinum,
havi eg verið í Havn
og fingið mær ES-
pass. Hetta er fyrsta
passið, eg nakrantíð
havi átt, sigur 93 ára
gamli nólsoyingurin,
Richard Jacobsen,
sum als ikki stúrir
fyri at seta seg í
flogfarið í Vágum í
morgin
ÚTFERÐARHUGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgin, 18. desember,
setir eitt av elstu fólkum í
Nólsoy, Richard Jacobsen,
seg fyri fyrstu ferð í eitt
flogfar – og fyri fyrstu ferð
í lívinum ber leiðin hjá
honum út um landoddarnar
í Føroyum.
Hóast høga aldurin, er
Richard, sum nú býr einsa-
mall-ur í Kongsstovu í
Nólsoy, frískur og lættur á
fótum.
Hann hevur heimahjálp
ein tíma um vikuna, men
klárar annars alt tað dagliga
sjálvur.
– Eg keypi inn, geri døg-
urða hvønn dag á middegi,
og eg vaski mær klæðini
sjálvur.
Í heyst hevur Richard
hoyggjað, og hann hevur
tikið eplir upp, sum hann
setti niður í vár.
– Eg eri frískur og væl
fyri. Heilsan hevur verið
góð, sigur hann.
Kongsstova í Nólsoy var
bóndahús, men fyri fáum
árum síðan læt Richard
jørðina frá sær.
– Eg var farin um tey nítí,
tá eg framvegis sat og
mjólkaði og passaði neyt-
ini, sigur hann.
Kona Richard, Marianna
í Kongsstovu, sum var
nøkur ár eldri enn maðurin,
doyði í 1997, 92 ára gomul.
Tey høvdu sonin, Sjúrða,
sum doyði í bestu árum.
Út at ferðast
Spurdur, hvussu tað hongur
saman, at hann nú fer til
Danmarkar at halda jólafrí,
tá ið hann ongantíð áður
hevur verið uttanfyri land-
oddarnar.
– Í fleiri ár hava Jens Fr.
Poulsen og synirnir, Rúni
og Bárður, tikið hon í við
mær. Tá ið Jens gjørdist
sjúkur, tóku synirnir yvir.
Teir hava verið okkum ein
stór hjálp á garðinum.
Richard sigur, at Rúni og
Bárður rógva út í Nólsoy,
og kona Rúna, sum er úr
Havn, lesir til sjúkrasystir í
Danmark.
– Nú Rúni fer niður at
vitja konuna og børnini á
jólum, vilja tey hava meg at
koma niður við ein túr – og
eg havi tikið av.
Spurdur, um hann stúrir
fyri túrinum í flogfarinum,
sigur Richard, at tað ger
hann ikki.
– Eg havi ongantíð flogið
áður. Eri ógvuliga spentur
til ferðina, men eg eri slett
ikki bangin fyri at royna
hetta, sigur 93 ára gamli
nólsoyingurin.
Í Danmark ætlar Richard
sær í fyrsta lagi at vitja
konu Rúna og børnini, sum
eru drongur og genta.
– Annars hava vit ikki
tosað nakað serligt um,
hvat vit fara at gera á ferð-
ini í Danmark.
Richard og Rúni koma
uppaftur við flogfari, 3.
januar.
ES-pass
Herfyri var Richard í Havn
og fekk sær pass.
– Eg valdi mær eitt ES-
pass, og hetta er fyrsta
passið, eg nakrantíð havi
átt.
Spurdur, um hann vænt-
ar, at passið fer at koma til
brúks meira enn hesa einu
ferðina, sigur hann:
– Nú eri eg vorðin so
gamalur, og eg vænti tí
ikki, at passið verður brúkt
fleiri ferðir til uttanlands-
ferðir. Men verður heilsan
framhaldandi góð nøkur ár
aftrat, veit man jú ongantíð,
hvussu verður, tá ið tú fyrst
hevur verið av landinum
einaferð, sigur hann.
Kona Richard, Marianna,
var tvær ferðir í Danmark –
við 10 árum ímillum hvønn
túrin.
Richard sigur, at fyrru
ferðina var hon einsamøll,
og seinnu ferðina var son-
urin, Sjúrður, við henni.
Í Kongsstovu var nógv
jørð, og tey høvdu neyt í
mong Harrans ár. Kríatúr-
ini krevja nógv, og tí man
tað ikki hava verið so lætt
hjá teimum trimum –
Richardi, Marionnu og
Sjúrða – at vera burtur av
garðinum í senn.
– Jú, hetta verður ein
spennandi ferð, sum eg
gleði meg ómetaliga nógv
til, sigur Richard.
Fylgir væl
Richard fylgir væl við tí,
sum fer fram í samfelagn-
um – og eisini í lítla bygda-
samfelagnum í Nólsoy.
– Rúni og Báður vóru á
útróðri í gjár. Teir settu í
Álinum og fingu 2.800
pund á 14 stampum. Tað er
óført, heldur hann fyri.
Eins og aðrir nólsoyingar,
fegnast Richard um, at
havnalagið í bygdini nú er
vorðið tryggari og betri hjá
teimum, sum reka útróður.
– Tað var tann tíð, tá ið
menn noyddust at fara av
bygdini við bátunum, tá ið
hann øtlaði veðrið um vetr-
arnar. Hetta er ikki neyðugt
longur, og tað er eitt stórt
framstig, sigur 93 ára gamli
nólsoyingurin,
Richard
Jacobsen í Kongsstovu.
93 ára gamal fyri fyrstu ferð
av landinum
Richard í vakra urtagarðinum, sum hann og konan,
Marianna, gjøgnum tíðirnar hava lagt nógva orku í
Mynd: Jens Kjeld-Jensen
Her er Richard, sum situr til borð saman við øðrum, til sangløtu í skúlanum í Nólsoy
Mynd: Vilmund Jacobsen