Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 Á HJALLA Lýsingatilfar leingi kring um í hugnaliga umhvørv­ in­um á gamla Spinnarínum og bara njóta tað” sigur Gunnar Breckmann. Tríggir sjálvstøðugir handlar Í stóra bygninginum á Hjalla eru tríggir sjálvstøðugir handlar: Kvik køkar, bað­ rúm og klædnaskáp, seingja- og gardin­ deild­in hjá Eikini og HTH køkar, sum eisini selur gosbað. Seingja- og gard­in­ deildin hevur áður húsast í Jónas Broncks­gøtu. Bygningurin á Hjalla er sera væl egnaður til endamálið við góð­ um plássi og sera góðum parker­ings­ við­urskiftum. Eisini er handilin beint við tunnilsmunnan í Skálafjarðar­tunl­ in­um, so har verður eisini lætt atkomi­ ligt hjá øllum sum koma úr Eysturoy og Norðoyggjum. HTH hevur áður húsast á Óðins­ hædd. Við ungum og virkisfúsum starvs­fólkum, hevur gingist væl hjá HTH í Føroyum. Seingjadeildin hjá Eikini, sum um­ framt sovikamarsmøblar, eisini hevur stóra gardinudeild á Hjalla við øllum tí nýggja innan gardinum og persiennur. Eikin umboðar stóru gardinfyritøkuna Luxaflex. Triði handilin er køks- og klædna­ skáps­handilin KVIK, sum fyrr hevur húsast í Eikini á Argjum. “Av tí at goymsl­an hjá Eikini øll árini hevur verið á Hjalla, var ofta trupult hjá køks­ deildini at røkja bestu tænastu orsaka av langa avstandinum millum handlilin og goymsluna. Nú KVIK og goymslan hjá Eikini eru í sama bygningi, er tæn­ astu­støðið aftur í topp. Hettar er sera um­ráðandi fyri okkum, tí uttan nøgdar kund­ar er eingin meining í at dríva handils­virksemi. Tað hevur altíð havt fyrsta prioritet hjá okkum, at okkara kund­ar fáa absolutt bestu tænastu. Tí hev­ur leingi verið leitað eftir eini loysn, har køkarnir og goymslan húsast sam­ an” sigur Gunnar Breckmann. At KVIK flutti av Argjum, gav so møgu­leika at víðka um møbladeildina hjá Eikini á Argjum. KVIK hevur í dag víðkað um virksemið við at trífalda fer­ metra­talið í nýggja handlinum á Hjalla. “Tað var absolutt ein røtt avgerð at leggja virksemið saman. Kundarnir fáa ein betri uppliving, meiri dynamikkur, betri trivnaður er á arbeiðsplássinum og kunda­tænasta er í topp”, endar Gunn­ar Breckmann samrøðuna við Sosial­in. Eikin á Argjum er nú eitt stórt møblahús Kvik, HTH og seingjardeildin hjá Eikini eru nú á Hjalla