týsdagur 28. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12
14
Sosialurin
Á HJALLA Lýsingatilfar
BANKNORDIK
Eitt trygt grundarlag
Articon hevur serligan førleika inn an jørð-,
kloakk-, betongarbeiði, byggi búgving, vega-
og havnagerð, fjar hita, timbur- og snikkara-
arbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá
skip verða bygd ella umvæld. Men vit kunnu
standa fyri ella vera partur av so at siga
øllum verk ætl anum ella byggiarbeiði so sum
skrivstovubygningar, verk smiðju bygn ingar,
goymslu hallir, umvæling og umbygging.
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
Heildar-
loysnir
frá
ArtiCon
sansir.fo
Biogassverk ger Føroyar grønari
Verkið fer at framleiða el, sum svarar til nýtsluna
hjá umleið 1.900 húsarhaldum og haraftrat
hita svarandi til umleið 400 húsarhald
Vilmund Jacobsen
Tað er nógv virksemi á Sandvíkarhjalla,
bæði handisvirksemi og ein rúgva av
ymiskum øðrum vinnuligum virksemi
annars. Koyrir tú niðan á Hjalla í dag,
líkist ovari partur av økinum í stóran
mun einum - ella heldur fleiri - byggi
plássum.
Í fjør summar fór felagið P/F Førka,
sum Bakkafrost eigur, í holt við at
byggja eitt biogassverk á Sandvíkarhjalla.
Nú er verkætlanin komin so mikið
langt, at verkið er um at verða liðugt.
Rakstrarleiðarin á verkinum, Fróði
Mortensen, sum eisini hevur staðið á
odda fyri byggingini, hevur sagt, at
verkið fer at taka ímóti fyrstu myrkjuni
longu í endanum av februar.
Leiðarin hevur drúgvar royndir í
slíkari bygging, tí hann hevur áður
verið við til at bygt trý líknandi verk í
Danmark.
Á vinnudegnum í endanum av sept
ember í fjør varð biogassverkið á Hjalla
kosið at vera ársins vinnuátak.
Fýra fólk fara at arbeiða á verkinum,
sum bæði fer at lata streym inn á netið
hjá SEV og orku til hitaskipanina hjá
Fjarhitafelagnum.
Biogassverkið kann framleiða el,
sum svarar til nýtsluna hjá umleið
1.900 húsarhaldum og haraftrat hita
svarandi til umleið 400 húsarhald.
Hetta merkir, sigur dómsnevndin,
sum valdi at velja biogassverkið til árs
ins vinnuliga átak, at verkið kann spara
umleið 11.000 tons av C02 útláti árliga.
Umframt at spara útlát, fer verkið
eisini at framleiða umleið 40.000-
45.000 tons av tøðum, sum bóndurnir
kunnu fáa aftur.
Eitt av málunum við biogassverkin
um er, at tað, sum fellur frá landbúnaði
og alivinnu, skal geva hesum virksemi
ein grønari profil.
Rakstrarleiðarin
hevur
sagt,
at
verkið verður startað upp við at taka
ímóti neytamykju frá bøndrunum í
Føroyum.
- Tá alt so riggar, sum tað skal, fara
vit at taka ímóti slógvi og øðrum burt
urkasti frá alivinnuni, og væntandi
verður tað í juni mánaði, sigur hann.
Men, fer biogassverkið at lukta?
- Nei, ætlanin er ikki, at nakar skal
verða órógvaður av lukti. Slík tøð lukta,
men vit gera alt vit kunnu fyri, at eing
in roykur skal standast av hesum, sigur
Fróði Mortensen.
Nýggja biogassverkið á Sandvíkarhjalla byrjar longu at
taka ímóti myrkju í endanum av februar
Mynd: Álvur Haraldsen