Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 Á HJALLA Lýsingatilfar ØKJA UM PAPP OG PAPPÍRSENDURVINNING Kommunala brennistøðin hevur sett sær fyri økja um mongdina av pappi og pappíri, ið fer til endurvinning. Í juni varð Endurnýtslan umskipað soleiðis, at bingjur til restburturkast eru fluttar, so at viðskiftafólk fyrst kemur til papp- og pappírspressurnar.  Tað er soleiðis lætt at lata papp og pappír inn til en- durvinning. Í juli mánað hevur Brennistøðin kannað innihaldið í bingjum frá vinnuni fyri at fáa eina mynd av, hvussu stórar nøgdir av pappi og pappíri eru í eini bingju til burturkast at brenna. Úrsltið vísir, at mon- gdin av pappi er alt ov høg. Tí verður heitt á vinnuna um at lata papp og pappír til endurvinning heldur enn til brenning. FÍGGJARLIGUR VINNINGUR FYRI FYRITØKUR Fyri fyritøkur er tað ein fíggjarligur vinningur at lata papp og pappír til endurvinning. Papp og pappír til endurvinning kostar 320 kr/tons. Tað kostar 1000 kr/tons at brenna papp og pappír. Papp, ið verður blandað saman við vátum tilfari, fær eisini eina hægri vekt, og kostar hetta tískil meir at burturbe- ina. Ein meting er, at millum 25-30 % í hvørji bingju er papp. Letur ein fyritøka 100 tons inn árliga, sparir hon millum 7-37 túsund krónur við at lata papp og pappír til endurvinning. AÐRIR FYRIMUNIR Papp fyllir sera nógv og er torført at stápla, tí fyllist siloin óneyðuga skjótt. Brennistøðin er undir sera stórum trýsti, tí nógv ferð er á samfelagnum, og burturkastmongdirnar eru høgar. Ovnurin brennur 24 tímar um døgnið, og tann 1. sept. 2019 hevði ovnurin brent 5463 tímar av 5832 møguligum tí- mum, svarandi til 93% av tíðini í 2019 (íroknað steðg ísv. viðlíkahald). Papp hevur eitt lágt brennivirði samanborið við t.d. træ og má tí blandast við onkrum við høgum brenni- virði fyri at halda eina javna brenning og soleiðis fáa eina góða roykreinsan. Papp økir um eldvandan uttan fyri ovnin. Innføringin í ovnin er lítil, og verður papp fast í innføringini, kann eldur koma upp úr ovninum Papp og pappír kann endurvinnast upp til 10 ferðir, áðrenn tað verður brent og nýtt sum fjarhiti. Tað er soleiðis gott fyri umhvørvið at senda papp og pappír til endurvinning. Alt papp og pappír kann endurvin- nast, uttan so at tað er sera vátt ella t.d. fult av máling. Í kunngerð nr. 147 um burturkast § 10 stendur soleiðis: “Tað áliggur øllum at nýta innsavningarski- panirnar hjá kommunustýrinum ella tann avhending- armøguleika, ið kommunustýrið vísir á.”  Kommunala brennistøðin vónar, at tit eftir hesa áheitan fara at skilja papp og pappír og lata hetta inn til endurvinning. Vinarliga BRENNISTØÐIN Á HJÁLLA Tel. 30 20 40 www.torshavn.fo PROTAN TAKDÚKAR TIL FØROYSKA VEÐURLAGIÐ tekjur – altanir - tún o.a. I-Tak Spf á Hjalla 6 188 Hoyvík Tel. 22 59 77 itak@itak.fo www.itak.fo STARVSFÓLK OKKARA HAVA SERÚTBÚGVING FRÁ PROTAN Grafix 504251