Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12 NØVN Tummas Antoniussen, Oyrarbakka áttati fimm ár 28. januar Hann er ættaður úr Oyndarfirði. For­ eldur hansara vóru Edil og Poul Martin Anthoniussen. Edil vaks upp inni í Hálvmørk hjá Thominu Mariu og Joen Paula Thomsen bæði ættað úr Vest­ manna. Joen Pauli var tvær ferðir gift­ ur. Fyrra konan æt, Elin doyr í barsil 32 ára gomul. Thomina og Elin vóru systr­ ar. Poul Martin var úr Ansastovu, son­ ur Annu Malenu, nevnd Lena í Ansa­ stovu, hon var ættað úr Tarti og Daniel Jacob, abbin var úr Ansastovu. Systkin Tummasar eru Rebekka, Poula, Karla, Dagmar, Æðaslstein, Óluva og Annika. Móðir greinskrivaran, Johanna Andrea, Hanna var eisini ættað úr Ansastovu, og sostatt verða vit báðir Tummas systk­inabørn. Tummas giftist við Berlinu Sygni Andrea­sen av Oyrarbakka 1956. Tey fingu 3 børn. Onnu, Sólgerð og Torleif. Tey fyrstu árini búðu tey í Havnini. Seinni settu tey seg niður á Oyrabakka, og her hava tey búleikað eitt heilt lív. Barndómsheimið hjá Tummas var inni við Tartavegin – inni í Tarti. Her var gott at vaksa upp í hesi bygd- stór­ sligið og gott bæði til fjals og til fjøru. Neystaloftið Poul Martin var bátasmiður og báturin kom at hava stóran týdning fyri Tumm­as. Neystið stóð dygst við bakk­ an niðan úr fjøruni oman fyri Kamars­ hellu, og á hesum neystalofti vórðu nógvir bátar smíðaðir. Abbin, Daniel Jac­ob var eisini bátasmiður. Poul Mart­ in lærdi bátasmíð hjá pápanum. Á neysta­loftinum hevði Tummas nógvar góðar løtur í barnaárunum t. d. sum 5-6 ára gamal, tá ið eini 2- 3 borð vórðu laðað, so var hann settur upp í bátin at telgja trænaglar, sum vórðu brúktir til bondini á bátinum. Tummas sat tá í friði og neyt hesa løtu. Hann var settur her, so at hann ikki gekk og mól millum føturnar á pápanum og abbanum og darvaði teimum, meðan teir smíðaðu bátin. Bygdin Frælsi, sum børnini høvdu í hesi bygd, var fyrimyndarligt. Í summarfrítíðini kom ein rúgva av børnum til Oynd­ar­ fjarð­ar at ferðast. Tað var ein gleðis­ róm­ur millum børnini frá morgni til langt út á kvøldið. Her varð farið til fjals og fjøru . Hetta var ein natúrligur part­ur av hvønndagslívinum hjá børn­ un­um í Oyndarfirði. Fjøran var dygst við bygdina og eitt livandi umráði hjá smá­dreingj­unum at spæla í – vassa, svimja niðri í Støðni, veiða, fanga glasáll, smá krutt, liggja fyri berg­gylt­ um, verða við snøri, skrubbuloddi og á seiða­bergi t. d. Inni í Firði, millum Reyð­ur og Stongina. Genturnar vóru eis­ini við í hesum ráki, so langt tær rukku. Fyrimyndarligt barndómslív, sum Tummas vaks upp í. Sigldu við før­um, sum teir høvdu snikkað til sjálv­ ir niðri í fjøruni og í Krabbahyli niðan fyri kirkjuni. Seinri fóru dreingirnir at sigla við lunnum í Krabbahyli, sum vórðu tiknir úr neystunum dygst við. Teir vórðu settir og lagdir aftur, tá ið spælið var liðugt, og tað fór at fløða. Farið var eisini niðan á Vatn – niðan í Vatnsdal at veiða síl. Síl vórðu eisini veidd í Stórá. Oftta varð farið regndagar niðan á Vatnið og fáast kundi so mikið, at tað var til eina máltíð, ið kræssaði stak væl. Hesi sílini vóru størri enn áarsílini og blank sum sjósíl. Hetta var ein ævintýra heimur, sum mong hava notið væl av. Um summrarnar varð svomið í Geilarhyli og Reyðhyli, sum vóru í Stórá sindur oman fyri bygdina. 2 Smutt Poul Martin hevði Tartafestið – góðar 2 merkur.. Eina tíð røktaði hann Fjallið og í Skorðatindi . Skorðatindur kom at verða bátsnavnið á einum av bátunum hjá Tummasi, ið hann fekk sær. Í neystinum hjá Poul Martini stendur enn ein bátur, ið eitur Smutt, sum abb­ in og pápin, Poul Martin smíðaðu. Tað hava verið nógvar fragdarløtur í familj­ uni við hesum báti á dyrgingarferðum t.d. undir Rókum inn frá Nestanga og ikki at gloyma at liggja fyri berggyltum úti fyri bygdini summarkvøldini. Ja, mangan var Edil eisini við. Hon var so gromm at fiska, at hon fekst ikki í land aftur so leingi agn var eftir í bátinum. Sjólívið Tummas fór til skips fyrsrtu ferð 1949 við trolaranum Vitanum úr Fuglafirði sum messur. Sigurd Simonsen førdi og átti trolarin. Theodor, sum var giftur við fastur Tummas, Hannu(móðir) var stýri­maður. Farið varð til Bjarnoynna í vetr­arhálvuni. Tummas hevur verið við fleiri skipum t. d. Sólbrún 1951, har Hans J. Abrahamsen, Hans J. á Bakka var skipari. Hetta var við snøri í sjálv­ drátti undir Íslandi. Frits á Flótti og aðrir oyndfirðingar áttu Sólbrún. 1952 við Álaker, har John á Sýnuni var skip­ ari og teir flestu, ið við vóru, vóru úr Oynd­arfirði. Tummas var við fleiri øðr­ um sluppum við snøri í sjálvdrátti, sum menti mangan dreingin til mans her á landi. Hetland Ein sjáldsom søga er um Tummas, tá ið hann varð biðin um at koma við Hetland 1987 – 65 m langt, 10,5 m breitt og 500 brt. , sum Niklasen brøðurnir áttu. Skipari var Karl Erik Reynheim. Het­land var ein gass tangabátur , og lá leið­in til Le Havre í Frankaríki . Teim­ um manglaðu ein maskinmann, og Tumm­as varð spurdur. Hann segði ja, við brestin. Skipsboðini komu í skundi, og tey vóru knøpp. Skipið lá í Runavík og skuldi avstað beinanvegin. Lina, kona Tummas, fekk honum klæðini í ein klæðsekk. Beint áðrenn hann skuldi seta fótin út á trappusteinin, fór hann upp á loftið eftir einum lítlum baro­metri, sum hann brúkti, tá ið hann róði út, sum varð keypt í Hvalvík í ein­ um lítlum handl- i frá einari gamlari gentu. Hann hevði hetta við sær. Hetta baro­metrið var Tummasi ein dyggur fylgi­sveinur á útróðri og var trygt at líta á. Eftir at Hetland hevði fingið fulla last í Le Havre, varð kósin sett ímóti Ís­ landi tvørtur um Kanalina út í Írska havið til Reykjavíkar. Løgið kendist tað, tá ið teir komu miðskeiðis um Start Point, 80 fjórðingar frá Land´s End bleiv tað knappliga síð, tung alda og myrkleitt ódámligt ljós. Tummas fór at hyggja at sínum lítla, fitta barometri, sum lá niðri í skuffuni í bestikk­rúm­in­ um. Tók tað upp í hondina og nam var­ liga við tað við fingrinum, og pinnurin datt niður á botn, eins og hann var leys­ur; men hann stóð rimmar fastur í botni. Tummas segði við skiparan, sum sat við róðrið, at hann hevði so gott álit á hesum barometri, at var hann skipari, so hevði hann vent við. Skiparin hygg­ ur upp á Tummas og sá eitt sindur spur­in og inntonktur út. Hann tók hetta til eftirtektar og vendi skipinum und­an og komu í lívd Innan fyri Start Point í eini vík undir sunnara enda á Land´s end. 3 Ankrað varð her. Aldan var tung og brak­aði og knakaði í ketuni. Hóast hesa dubbing, so kom Hetland undan. Fleiri skip vórðu skolað upp á land í hes­um ódnarveðrinum. Takk fái tað lítla, fitta barometrið frá tí gomlu gent­ uni í Hvalvík, ið hevði bjargað teimum. Høvdu teir hildið á fram við kósini, hevði hetta ikki verið gamansleikur.Um morgunin varð farið at sigla vestur í Írska havið. Hetta er ein tann ringasta ódnin, ið hevur verið um hesar leiðir. Um sama mundið Tummas lærdi til elektrikkara hjá Leif Mohr, varð hann biðin um at koma við Stella Argus, með­an trolarin var á sildafeltinum 1957. Tummas arbeiddi umborð á trol­ ar­inum upp á garnarulluna, sum var eld­rivin. Tummas segði, ja, men hann mátti fara at spyrja Leif Mohr, um hetta kundi lata seg gera. Leif segði: “ Korta nei!” Á hesum túrinum 27. ella 28. okt 1957 gekk Stella Argus burtur við mann og mús. Elektrikari Tummas fór at læra til elektrikara hjá Leif Mohr 1954. Hetta tók longri tíð enn vanligt. Hann var avlærdur 1960. Hetta komst av tí, at hann mátti fara til skips av og á fyri at koma undan. Eitt av høvuðs verkum hansara var at leggja ravmagnið inn á Statshospitalið og alt, sum hartil hoyrdi, tá ið 1. byggistig varð tikið. Tummas var við sum formaður at leggja káplar niður kring ein stóran part av Føroyum fyri telefonverkið t. d. í Suðuroynni, Sandoynni, Streymoynni og ein part av Eysturoynni. Hetta er ein sjáldsom søga at fara so víða um at grava káplar í gryvjur so langan veg bæði við maskinu og spaka. Tá ið komið varð um hellulendið varð sprongt - somuleiðis, tá ið farið varð um løkir og áir, og hetta hevur gjørt, at kápl­arnir eru komnir væl undan og hava livað sítt sæla lív. Heimaróður Tað, sum mangan var í Tummasar huga, var heimaróðurin. Poul Martin smíð­aði honum eitt fýramannafar. Tumm­as setti ein Solomotor, ein og ein hálv­an hest, í bátin. Hetta varð gjørt fyri at sleppa norður á Eiðisflógva. Fyrstu ferð, hann var norðuri á Flógv­anum, var frískur vindur. Eiðis­ menn, ið lógu har við snøri, royndu at vinka hann inn aftur, tí hetta vóru ikki umstøður við einum fýramannafari at liggja her. Tummas vinkaði bara afturí­ móti og kastaði snørið og væl bar til. Eftir hetta bygdi pápi hansara hon­ um eitt áttamannafar við 10 hesta diesel­motori. Við hesum báti róði hann út um várarnar. Góð manning var við – skyld­menn av Oyri. Báturin fekk navnið Teistin. Næsti báturin var ein seksærringur, sum Tummas keypti frá einum manni í Seyrvági, Eliesar, sum átti fleiri aðrar bát­ar í Grønlandi. Hetta var ein stak góð­ur bátur at rógva út við t. d. um várið. Sera fiskiligur og mong góð veið­ an kom upp á land. Báturin æt Skorða­ tind­ur. Endi Dygst við á Oyrabakka, har Tummas býr, bygdi hann sær eitt neyst og at­ løgu­bryggju, sum í hansara huga vóru lunnar undir hansara heimaróðri. Hann var uppvaksin á neystaloftinum inni í Tarti í Oyndarfirði. Familjan í faðir­legg kom undan Tartagarði, so her var nógv í logaði uppvið í ættarbond í rond og vond. Hjartaliga til lukku við teimum átta­ ti fimm árunum. Frits, skyldmaður.