týsdagur 28. januar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Týdningarmikil gransking
um krabbasjúku og aldring
Gransking, sum Kræftens Bekæmpelse stendur aftan fyri, hevur givið nýggja og óvæntaða vitan um,
hvussu kyknur kunnu ”umvæla” arvafrøðiligan skaða, sum annars kundi ment seg til krabbamein.
Hetta er ein vitan, sum eisini kann hjálpa okkum at skilja, hvat tað er, sum hendir, tá vit eldast
Vilmund Jacobsen
Tað eru sonevndu ”laminurn
ar”, sum granskarar í hesi
kanning hava sett fokus á. Tær
eru ein partur av bygnaðinum,
sum myndar eina beinagrind í
kyknukjarnuni og sum gevur
kjarnuni skap.
Men, hesar ”laminur” hava
eisini aðrar funktiónir.
Tær hava eitt nú sín leiklut í
flutninginum av proteinum inni
í kyknuni, og tær hava sína
ávirkan á, hvørji ættarbreðgi
kyknan hevur.
Hesar funktiónir eru týdn
ingarmiklar, tá kyknan deilir
seg, og tá ílegurnar skulu um
vælast og viðlíkahaldast.
Týdningarmikil leiklutur
Leikluturin við at varðveita
ílegur og umvæla arvafrøðilig
ar skaðar er týdningarmikil, tí
um okkara ílegur gerast skadd
ar, og skaðarnir sleppa at hópa
seg upp, kann hetta elva til
krabba ella til eina røð av øðr
um álvarsligum sjúkum.
Tí brúkar likamið ymiskar
hættir til viðlíkahald og um
væling av ílegunum.
Nýggja granskingin vísir nú
fyri fyrstu ferð, at tvey skap av
laminum - lamina A og C - hava
ein týdningarmiklan leiklut í
einum ávísum slagi av arva
frøðiligari DNA-umvæling, rópt
”Base Excision Repair” (BER).
Um lamina A ella C manglar,
virkar BER rætt og slætt so illa,
at hetta kann ávirka okkara
heilsu.
- Um BER virkar illa, eru
fólk í øktum vanda fyri at fáa
krabbamein, sum stendst av
DNA-oksidativum ella súrevnis
skaða. Hetta slag av DNA-
skaða kann eitt nú standast av
UV-stráling, sum vit fáa frá
sólini, og skaðin kann byrja
sum eykaframleiðsla í kykn
unum, tá tær framleiða orku,
siga tey, ið standa aftan fyri
hesa gransking hjá Kræftens
Bekæmpelse.
Ymiskar sjúkur
Tað eru fleiri mekanismur,
sum kunnu umvæla arvafrøði
ligan skaða, og longu frá áður
gjørdum
granskingum
er
greitt, at sonevndu laminurnar
A og C hava ein leiklut í at um
væla eitt annað slag av arva
frøðiligum skaða, sonevnda
dupultstreingjað brot á DNA’ið,
eisini rópt DSBR.
Hesar báðar umvælingar
mekanismurnar virka ymiskt,
og tær kunnu ikki setast í stað
in fyri hvørja aðra.
Tí er tað eisini týdningar
mikið, at báðar mekanismurn
ar virka optimalt. Gera tær
ikki tað, kunnu skaðar hópa
seg í DNA’inum, og hetta kann
bæði veksa um vandan fyri
krabbameini,
umframt
at
hetta framskundar tær til
gongdir, sum gera, at vit eldast.
- Ein verulig viðgerð er
framvegis langt burtur, men
vit halda, at tað eru spennandi
møguleikar fyri eitt nú at
brúka mátingar av virkisstign
um av laminu A og C-støðinum
sum einum lívfrøðiligum vís
ara til at kunna vísa á krabba
mein í góðari tíð, sigur Scott
Maynard hjá Kræftens Be
kæmpelse.
HGPS-sjúkan
Á heimasíðuni – www.cancer.
dk – verður víst á, at nýggja
vitanin um laminur og hættir
at broyta teirra aktivitetir í
framtíðini kann føra til nýggj
ar viðgerðarhættir og sjúku
staðfestingar,
sum
kunnu
koma sjúklingum til góðar.
Fleiri sløg av krabbakyknum
hava broyttar mongdir av lam
inum. Tað er ikki bara nøgdin
av laminum, sum er avgerandi
fyri okkara heilsu – serliga í
mun til krabbamein. Bygnað
urin av laminu-proteininum
hevur eisini týdning, eitt nú
støddin av proteininum.
Her kann ein feilur føra til
sjúkuna,
Hutchinson-Gilford
Progeria Syndrom (HGPS), har
sjúklingurin eldist óvanliga
skjótt.
Í nýggju kanningini hava
granskarar eisini funnið út av,
hvørji proteinir í BER-umvæl
ingartilgongdini,
ið
verða
ávirkað, og hvussu hesi verða
ávirkað, um lamin A ella C
vanta.
Tað merkir, at granskingin
fram eftir kann leita eftir
hættum at umvæla broyttu
DNA-proteinini í vónini um, at
hetta kann verja likamið móti
ávísum sjúkum – ella rætta
ávísar sjúkur.
Sjálvt um royndirnar aftan
fyri nýggju granskingina eru
gjørdar við kyknum á einari
kanningarstovu, er vónin kort
ini, at tað í framtíðini fer at
bera til at menna viðgerðar
hættir, sum kunnu bøta um
BER-virknaðin (base excision
repair) í vanligum kyknum hjá
menniskjum.
Hetta kann eitt nú gerast
við at veksa um laminu A og
C-støðið í vanligum kyknum,
soleiðis at DNA-skaðar ikki
hópast upp.
Spennandi møguleikar
Ein annar framferðarháttur
kundi verið at minka um
mongdina av laminu A og C í
krabbameinskyknum, soleiðis
at virkaðurin av BER verður
veikari, og at tað soleiðis ber til
at styrkja virknaðin av við
gerðum, sum skaða DNA’ið.
- Tað er framvegis langur
vegur til veruligar viðgerðir,
men vit halda, at tað eru
spennandi møguleikar við eitt
nú at brúka mátingar av lam
inu A og C, sum ein lívfrøðilig
an vísara til tess at kunna
ávísa krabbamein tíðliga í til
gongdini, sigur Scott Maynard,
sum starvast innan gransking
hjá Kræftens Bekæmpelse.
Kelda: www.cancer.dk
Scott Maynard, sum starvast
hjá Kræftens Bekæmpelse