týsdagur 28. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12
Til limir felagsins
Mint verður á 70 ára veitsluna fyri limir
við maka, sum verður leygarkvøldið
15. februar kl. 19.00 í Dansifrøi.
Tilmelding á www.handverk.fo innan
31. januar á miðnátt.
Møti fjølment
Havnar Handverkarafelag
SVEIMANDI DREKAR TIL
ELFRAMLEIÐSLU
VESTMANNASUNDI
Elfelagið SEV ætlar at seta tveir sveimandi drekar til
elframleiðslu út í Vestmannasund. Eindirnar gagnnýta
sjóvarfallið og kunnu framleiða upp til 0,1 MW hvør. Í
hesum sambandi hevur felagið latið gera eina meting av,
hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar
hava møguleika at koma við viðmerkingum til
umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu í
seinasta lagi mikudagin 22. februar 2020 sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.
FRÁBOÐAN UM LOYVI TIL
AFTURSØKKING
Umhvørvisstovan hevur hin 28. januar 2020,
við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um
aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum,
við seinni broytingum, givið Sørvágs kommunu loyvi til
aftursøkking av tilfari, sum ætlanin er at taka upp í
sambandi við dýping av bátahylinum.
Tilfarið kann aftursøkkjast eystanfyri bátahylin.
Loyvið liggur almenn og kann síggjast
á Umhvørvisstovuni og á www.us.fo
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin
í umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Starvsfólk til Sandoyar
Barnaverndartænastu
Eitt starv hjá Sandoyar Barnaverndartænastu
er leyst at søkja til setan 15. februar 2020, ella
skjótast til ber.
Starvsbrøkurin er 0,45.
Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv
millum kommunurnar í Sandoynni og í Skúvoynni,
og starvsstaðurin er í hølum á Skúlavegi 3, 230
Húsavík.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um
barnavernd.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a. :
Málsviðgerð og kanningar
Samrøður við børn og vaksin
At fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
At seta í verk fyriskipanir og fylgja hesum upp
Samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar
myndugleikar
Vera við í vaktarskipanini hjá Sandoyar
Barnaverndartænastu
Vit leita eftir starvsfelaga, ið :
Hevur miðallanga útbúgvin innan heilsu- ,
almanna- ella skúlaøki og reina revsiváttan.
Hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir bæði í
skrift og í talu
Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá
familjuni, og hjálpa teimum út frá hesum
Hevur góð evnir at samstarva og síggja loysnir
Tolir at arbeiða undir trýsti og er fleksibul
Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
Supervisión
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum,
viðmælum og cv skal sendast til Sandoyar
Barnaverndartænastu, Skúlavegur 3, 230 Húsavík
í seinasta lagi 6. Februar 2020 klokkan 12.00
Løn og setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála
millum Starvsmannafelagið og Kommunala
arbeiðsgevarafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Kristinu J á Reynatúgvu, leiðara á telefon
288024.
MÁLNINGAR TIL SØLU
Málningar av Sigmund Petersen
og Waagstein til sølu.
Tel. 58 62 43
Dreymastarvið finnur tú á in.fo