týsdagur 28. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. januar 2020 · Nr. 12
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Vit ynskja at takka øllum fyri sýnda
samkenslu, umsorgan og hjálp, tá okkara høgt
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi andaðist
og var jarðaður.
Haakon Anfin Jacobsen
f. 18.08.1944. - d. 01.12.2019.
Tøkk til starvsfólkini á B6 fyri góða røkt og
umsorgan ta seinastu tíðina. Tøkk til Ova
Brim fyri andaktina á B6 og fyri vøkur orð til
jarðarferðina, tøkk til kirkjutænarar, sangarar
og gravarar. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu
til í samband við jarðarferðina og ervið.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
Fríðrikskirkjuna. Tøkk til tykkum øll, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Tykkum øllum verður ynskt alt tað besta í
hesum nýggja árinum og Harrans signing
frammyvir.
Familjuna vegna,
Elsa, Edmund, Mirian, Jákup Mathias
og Øssur
TØKK
Hjartaliga takka við øllum sum sýndu
samkenslu og hjálpsemu tá okkara kæru
sonur og bróður
Absalon Sivertsen
F.03.11-67 d.03.10-2019
andaðist og varð jarðaður
Eina stóra tøkk til sangarar, gravarar og til
Vesturkirkjuna fyri hjálpina,
og ikki minst til tykkum sum hjálptu við
ervinum og tykkum mongu sum fylgdu
honum til gravar.
Familjuna vegna
Frímund og Birgir
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri
maður, pápi, abbi, verfaðir og svágur okkara
Don Petersen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar
Sjúkrahúsið.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest fyri góð og
troystarrík í kirkjuni.
Tøkk til berarar, sangarar, organist,
kirkjutænara og gravara.
Eisini stóra tøkk til tykkum sum vístu okkum
umsorgan, og tykkum sum hjálpti til við
ervinum.
Tøkk til tykkum sum fylgdu.
Vegna tey avvarðandi
Herfríð
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæra kona mín, mamma,
omma, vermamma og langomma
Finbjørg Skaalum
F 23.12.1942 d.04.01.2020
andaðist og var jarðað
Takk til Hera Joensen, prest fyri troystarrík
orð. Takk til urguleikaran og sangararnar.
Takk fyri blómur og kransar. Takk til
tykkum øll, sum møttu í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum.
Takk til tykkum, sum bakaðu og sum hjálptu
til við ervinum.
Takk til tykkum, sum fylgdu Finnbjørg til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Bjarni, Bjørgvin, Tórun, Beinta v/familjum
Takk
Hjartaliga takka vit øllum, sum gleddu okkum, tá ið
vit høvdu krúndiamantbrúdleyp 12. dec. 2019.
Vit ynskja tykkum øllum eitt gott 2020.
Judith og Mejnhardt Hansen
Á Nesi
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Sunda Pensionistafelag
AÐALFUNDUR
Aðalfundur verður í Blákolluni á Hornavegi 10 á Oyri.
Mánakvøldið 10. februar 2020 kl. 19.00
Skrá sambært viðtøkum.
Forkvinnan í Landsfelag Pensjónista,
Beate L. Samuelsen, luttekur.
Aftaná fundin eru øll vælkomin
at njóta ein góðan drekkamunn.
Øll eru vælkomin
Dreymastarvið finnur tú á in.fo