hósdagur 30. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
hava samráðst um
nýggjan sáttmála, og
hósdagin blivu partarnir
samdir
Andrias Høgenni
hevur vunnið donsku
Robert-virðislønina
fyri besta stuttfilm við
stuttfilminum "Ikki Illa
Meint"
Nýtt felag er sett á stovn,
sum hevur til endamáls
at styrkja føroyska
málið. Felagið vendir sær
til lærarar í føroyskum á
øllum stigum
Rithøvundurin Rakel
Helmsdal er í uppskoti
til at fáa virðislønina
hjá útnorðurráðnum
fyri barna- og
ungdómsbókmentir
Vígsluskjølini verða
aftur broytt, soleiðis at
tað stendur »maður«
og »kvinna« á teimum
í staðin fyri »maki 1«
og »maki 2«. Tað hevur
landsstýriskvinnan í
Almannamálum avgjørt
Í næstu viku verður
ungdómstingið, har tey
ungu sleppa at royna
seg í Løgtinginum.
Tey fara at viðgera 12
uppskot um alt frá at
banna vørum úr plasti
til at lækka valaldurin
Corona-virus
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Nú endaspurturin er farin í gongd við innsavning
av harutølunum, eru 5.878 harur skrásettar at
vera skotnar á 809 túrum kring landið - næstan
6.000. Hetta er gott 700 harur, ella 14%, fleiri
enn í 2018, tá samlaða talið var 5.136 harur,
sum vórðu skotnar í 749 túrum í 281 høgum.
6.000
6.000
Stóra evnið seinastu nógvu dagarnar
hevur um allan heimin verið tann
herviliga smittusjúkan, corona-virus.
Smittan hevur gjørt um seg í Kina, og
sambært kinesiskum myndugleikum
eru í minsta lagi 7.711 fólk smittað av
hesum, og eini 170 eru deyð. Tað er enn
ikki heilt greitt, hvat elvir til corona-
virussið, men hildið verður, at flogmýs
eru orsøkin til smittuna. Sjúkan hevur
breitt seg úr Kina víðari til onnur
lond, eisini í Evropa. Uttanríkisráðið
í Danmark heitir á fólk, sum ferðast í
øllum Kina, um at vera serliga varin.
"Er nøkur greið tilbúgvingarætlan
um, hvussu vit gera í Føroyum, um
Corona-virussið kemur hendan
vegin? Vónandi spælir alt væl av..."
Vit liva í einari spennandi tíð.
Alt broytist ómetaliga skjótt. Ja, so
skjótt at torført er at fylgja við á øllum
økjum.
Men seinastu árini hava vit hoyrt
nógv um orku og hvussu nógv vit dálka
við at brúka olju. Fólk hava leingi tosað
um hendan trupulleikan, men nú sær
út sum okkurt hendir.
Veit væl at útlátið framvegis
veksur og at tað er álvarsligt nokk í
sær sjálvum, men viðvíkjandi sjálvum
orkuskiftinum tykist ferð at vera
komin á.
Sjálv kjarnan í øllum umskiftinum,
sum er framleiðslan av streymi,
broytist. Bæði SEV og aðrir aktørar
arbeiða av kraft fyri at framleiða
streym, sum er grønur heldur enn
svartur.
Vit vita, at ávísar forðingaar hava
verið ávegis, men myndugleikarnir
mugu eisini skilja, at hetta má ikki bara
drag st út.Hetta skal gerast nú, tí jú fyrr
okkara sanfelag gerst leyst av oljuni, jú
betri fyri okkum.
Ája!
Í Vinnuni, sum fylgir við hesum
blaðnum, verður tosað við ein mann,
sum seinasta árið hevur hat ein
elbil í húsarhaldinum. Hann leggur
ikki fingrarnar ímillum, men rósar
elbilinum til skýggja, tá ið hann
samanber elbilin við vanligar diesel –
ella bensinbilar.
Skal her nýta høvi til at vísa á, at
umleið ár 1910 vóru 15.000 elbilar í
amerikanska stórbýnum New York.
Strandferðslan er eisini frammi í
skónum. Í løtuni er stutt eftir á mál,
so kann Teistin eisini sigla við el eins
og nýggja avloysarskipið, sum kemur
til Føroyar í summar, eisini partvís fer
at sigla við el.
Ája!
Onnur viðurskifti flyta seg kanska
ikki eins skjótt. Taka vit føroyska
málið, so flytur tað seg, men enn megna
vit ikki at brúka tað á øllum økjum.
Tað sama er skilið bæði í Grønlandi
og Íslandi.
Tí hevði Útnorðurráðið eina
temaráðstevnu í Havn um hendan
spurningin. Har var kjakast um hvørjar
tær stóru avbjóðingarnar eru og hvat
vit sum smátjóðir kunnu gera.
Vit hava hoyrt tað fyrr, at enskt
trokar skandinavisku málini av
vøllinum. Serliga er tað teldumál
og tað mál, sum verður búkt í
snildutelefonum, sum vit ikki altíð
hava orð fyri. Og hava vit orðini, tykist
tað vera torført at fáa okkum at brúka
tey orðini.
Ája!
Januar mánaður er av. Veðrið
hevur verið buldrasligt mesta patrin
av árinum, men hesa seinastu vikuna,
hevur verið heldur frægari.
Sjálvandi hevur tað eisini eina
positiva ávirkan á okkum, at tað er
vorðið ein góðan tíma longri ljóst. Við
góðveðrinum afturat gevur tað aftur
optimismu.
Alt er ikki gleimur –
men tá ið tað gerst
ljóari
vaknar
lívsvónin aftur
hjá teimum
flestu.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At ein nýggj ungdóms
skjótt kemur? Tað er
Lindin, ið ætlar at gera eina
internetrás, sum skal fara
í luftina í fyrru helvt av
hesum árinum
FRÍGGJADAGIN
Lot til andøvsgul av útnyrðingi,
3 til 8 m/s. Vekslandi skýloft og
regn. Hitin um dagin millum 2 og 5
stig, um náttina um frostmarkið
LEYGARDAGIN
Hann veksur vindin í gul til stívt
andøvsgul av vestri og útnyrðingi,
5 til 10 m/s. Vekslandi skýloft
og heglingur ella vátakavi. Hitin
um dagin millum 1 og 4 stig, um
náttina um frostmarkið
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3
til 8 m/s. Vekslandi skýloft og ok-
kurt ælið, kanska kavi. Hitin um 1
og 4 stig. Um náttina turt og klárt,
hitin beint undir frostmarkið.
3-8 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s