Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 5 Hetta er ein semja sum vit kunnu liva við Starvsmannafelagið er ikki longur bara eitt felag fyri láglønt, sigur formaðurin, nú tað eydnaðist at fáa semju um ein nýggjan sáttmála ÁKI BERTHOLDSEN T að er nú greitt, at vit eis­ini sluppu undan verk­falli í Starvs­manna­ felagn­um á hesum sinni. Fíggjarmálaráðið og Starvs­ manna­felagið hava samráðst um nýggjan sáttmála í eina tíð, men fyri tveimum vikum síðani vild i Fíggjarmálaráðið hava semings­ menninar upp í. Síðani hava semingsmenninir kannað, um grundarlag var fyri eini semju, og tað mettu teir, at tað var. Síðani vóru ítøkiligar sam­ ráðingar, og í gjárkvøldið var tíðin búgvin til at leggja eitt sem­ings­ uppskot fyri partarnar. Og tá ið freistin at svara sem­ ings­monnunum var farin nú klokk­an eitt í dag, varð greitt, at bæði Starvsmannafelagið og Fíggj­armálaráðið góðtóku sem­ ings­uppskotið. Starvsmannafelagið fór til sam­ráðingar við tí greiða enda­ máli, at nú skuldi tað vera teirra túr­ur at fáa eina lønarhækking sum munar. Og tað heldur Súni Selfoss, for­maður í felagnum, at tey hava fingið. Vit eru ikki ovurfegin, men hetta er eitt úrslit, vit kunnu liva við, sigur hann. Talan er um ein tvey ára sátt­ mála, sum tilsamans gevur teim­ um eina lønarhækking upp á eini 5,2 prosent. Súni Selfoss ger tó vart við, at heilt neyvar útrokningar eru gjørdar enn. Men lønarhækkingin er heldur óvan­lig við tað, at tað fyrra árið er hon í krónum, og tað seinna árið er hon í prosentum. Fyrra árið, altso frá oktober í fjør, hækkar lønin 800 krónur um mánaðin hjá teimum, sum eru á teimum lægru lønarstigunum, og hon hækkar 600 krónur um mánaðin hjá teimum, sum eru á teimum hægru lønarstigunum. Seinna árið, ella frá 1. oktober í ár, hækkar lønin 2,2 prosent. Men samstundis hevur Starvs­ mannafelagið eisini fingið eina lønartalvu fyri tey, sum útbúgva seg til bachelorar. – Tað merkir, at vit hava fram­ tíðartryggjað felagið, sigur for­ maðurin. Hann sigur, at tað hevur verið ein trupulleiki, at tey ikki hava havt eina lønartalvu fyri bachelorar og tískil hava fólk verið noydd at melda seg úr felagnum, tá ið tey hava fingið sær hægri út­ búgving. – Men nú er eisini rúm fyri teim­ um í Starvsmannafelagnum, og vit eru fegin um, at vit ikki longur bara eru eitt felag fyri starvsfólk í teimum lægru lønarflokkunum, sig­ur Súni Selfoss.  Rímuligur lønarvøkstur og framtíðartryggjan av felagnum Starvsmannafelagið fór til samráðingar undir herrópinum ”Rætt og rímiligt”. Nú samráðingarnar endaðu við seming, metir nevndin, at limirnir eru best tæntir við at vit taka undir við semingsuppskotinum Tað sigur Starvsmannafelagið í tíðindaskrivi eftir at nýggjur sátt­ máli varð undirskrivaður í gjár: Farið varð til samráðingar við tveimum høvuðsmálum: Annað var, at bulurin í felagn­ um, skrivstovufólk og onnur, sum teljast millum tey lægri miðal­ løntu í samfelagnum, skuldu hava ein munandi lønarvøkstur. Hitt málið var at fáa ein bachel­ or­stiga í sáttmálan, so okkara bache­lorar verða javnsettur við aðrar bachelorar í samfelagnum. Tí tað er onki B-lið fyri bachelorar. Semingsuppskotið fevnir um tvey ár. Fyrra árið er í krónum og seinna í prosentum. Tilsamans gev­ur hetta ein lønarvøkstur á áleið 5,2 prosent yvir tvey ár. Nevndin er væl nøgd við úrs­ litið fyrra árið, har limir á lønar­ stigi 1-21 fáa ein lønarvøkstur á uml. 800 kr. mánaðarliga, meðan stig­ini 22-50 fáa ein lønarvøkstur á uml. 600 kr. mánaðarliga. Seinna árið er lønarvøksturin 2,25 prosent. Hetta metir nevndin vera í lægra lagi, men ásannar tó, at tað er ein fyrimunur at fáa krónu­vøksturin fyrra árið, so lægri løn­arflokkarnir fáa lut­fals­ liga meira seinna árið, har pro­sent­ vøkst­urin er. Ítøkliga gevur úrslitið stóra hópin av skrivstovufólkum í lægru  flokkunum ein lønar­ vøkst­ur á omanfyri 6 prosent yvir tvey ár. Sostatt er talan bæði um ein rættan og rímiligan real­løn­ar­ vøkstur fyri hendan bólk, við tað, at prístalið hevur ligið um null í miðal sein­astu mongu árini. Og hetta úrs­litið varð vallað fræg­ari, um nevnd­in hevði vrakað sem­ ings­upp­skotið. Harumframt fegnast nevndin um, at tað loksins eydnaðist at fáa ein bachelorstiga, sum Starvs­ manna­felagið hevur stríðst fyri í áravís. Hetta ger, at limir við miðal­longum útbúgvingum eisini fram­yvir rúmast í felagnum og ikki ”útbúgva seg úr felagnum”. Hetta fer upp á sikt eisini at lata upp fyri, at aðrir limir kunnu fáa hægri løn, og at loftið, sum hevur tarnað framgongdini er burtur. Tal­an er sostatt um eina týðandi fram­tíðartrygging av felagnum. Eisini fegnast nevndin um, at part­arnir í avtaluni hava bundið seg til at smíðja eina nýggja lønar­ talvu. Hetta arbeiðið eigur at fara í gongd beint eftir aðalfund felags­ ins hin 7. mars.   Sostatt meta vit samanumtikið, at úrslitið bæði er rætt og rímiligt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vinstrumegin, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, takka hvørjum øðrum fyri dystin. Aftan fyri sita semingsmenninir, Terje Sigurðsson, vinstrumegin og Símun Absalonsen