hósdagur 30. januar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
6
FRANTS JENSEN
N
ýggi rektarin á Glasi
hevur bara sitið ein
mánað í rektarastóli
num.
– Eg havi onkuntíð sagt, at
í einum felag ella stovni hev
ur tú fíggjarfólkið á aðrari
síðuni, sum tosar fíggjarmál,
og tú hevur leiðslu- og HR-
fólk á hinari síðuni, ið tosa um
leiðslu- og starvsfólkamál og at
seta pengar av til tað økið. Her
er ofta eitt glopp ímillum, og tey
skilja ikki so væl hvønn annan.
Eg havi lisið bæði búskap og
HR. Eg sá nokk so skjótt, at tað
var skilagott at hava bæði, tí at
so bar til at umseta HR-mál til
pengar og pengamál til HR, og
tað letur dyr upp. Tað skapar
eina góða heildarfatan, sigur
Steinbjørn Hardlei.
50 ára gamli havnarmaðurin
vísir á, at tað er sera týðandi at
seta tíð og orku av til trivnað og
førleikamenning, so at fólk trív
ast væl og hava tað, sum skal til
av førleikum og amboðum at
loysa sínar uppgávur.
– Eg haldi, at tað er ein tann
mest týðandi íløgan, ið er, sigur
Steinbjørn Hardlei.
Søkti ikki rektarastarvið
Hann sigur tó, at rektarastarvið
á Glasi ikki var nakað, ið hann
ætlaði sær og miðaði fram ímóti.
– Nei, tað var ikki ein dreym
ur. Eg søkti ikki í 2015, tá ið
starvið var leyst. Tá var eg
undirvísari á Handilsskúlanum,
og tað dámdi mær sera væl. Men
so broyttist bygnaðurin, hesir
tríggir skúlarnir løgdu saman,
og eg gjørdist umsitingarstjóri.
Eg hevði ikki væntað, at Bogi
Bech Jensen fór so brádliga
úr starvi. Tá ið Uttanríkis- og
mentamálaráðið spurdi meg
um at taka yvir, so vildi eg
hjálpa teimum í hesi støðuni,
sigur hann.
Hann tók tó ikki støðu, fyrr
enn hann hevði verið fimm til
seks vikur í fyribilsstarvi sum
rektari, um hann fór at søkja
starvið.
– Tá ið eg kom til ta niður
støðu, at eg helt, at eg kundi
geva hesum starvinum nakað,
og at eg kundi føra Glasir víðari
til næsta stig, sum vit eru í nú,
varð umsóknin send. Men tá var
alt annað enn eitt ja stuttligt.
Men sjálvandi, um onkur annar
varð settur, so hevði eg sjálvandi
stuðlað viðkomandi, sigur
Steinbjørn Hardlei.
Leiðsluknøtturin
tendraðist aftur
Hann hevur fleiri leiðsluroyndir
og hevur havt leiðandi størv,
síðani hann var síðst í 20-unum.
Hann var starvsfólkaleiðari í
banka, deildarleiðari í banka og
starvsfólkaleiðari í Atlantsflog.
Leiðsla hevur sostatt fylt nógv.
– Leiðsluknøtturin tendraðist
aftur, tá ið møguleikin var at
gerast stjóri á Føroya Handils
skúla, eftir at Helena Dam á
Neystabø fór í løgtingið. Seinni
gjørdist eg umsitingarstjóri í
samanløgdu skúlunum, sigur
hann.
– Tað hevur verið ein sera
spennandi tilgongd. Mær hevur
dámað væl, og eg havi fingið
gagnnýtt tær royndirnar, ið eg
hevði, sigur hann.
Nýggj hugskot
kunnu føðast
Nú situr hann á ovastu rók og
hevur vakurt útsýni yvir alla
Havnina frá glæsiliga bygn
inginum á nýggja skúlaøkinum
í Havnini. Samstundis er tað
nýggjur leiklutur at vera meira
í almenna rúminum.
– Tað er nakað, ið eg skal venja
meg meira við, sigur hann.
Tá ið tað ræður um at vera
sjónligur fyri øllum næming
unum og starvsfólki á Glasi, so
roynir hann at seta tíð av til tað
millum fundir og fyrisitingar
ligar uppgávur, sum liggja í
rektarastarvinum.
– Eg seti tíð av at ganga runt á
skúlanum og tosa við næmingar
og starvsfólk og lurta eftir
teirra sjónarmiðum. Tað er gott
at hoyra, hvat tey siga, og her
kunnu nýggj hugskot føðast,
sigur rektarin.
Glasir-mátin
Sum umsitingarstjóri hevði
Steinbjørn Hardlei ábyrgd av
fíggjardeild, fyrisitingardeild,
KT, bygningsumsiting, reingerð,
kantinu, samskifti og HR.
– Hetta eru tænasturnar,
ið liggja rundan um at stuðla
høvuðsuppgávuni, sum er
undirvísing. Uppgávan var at
samanleggja allar hesa funk
tiónirnar. Vit byrjaðu langt
áðrenn, soleiðis at tá ið vit vóru
klár at flyta inn í henda nýggja
bygningin, so vóru allar hesar
tænasturnar lagdar saman,
sigur hann.
Hetta var ein drúgv tilgongd,
sum byrjaði í 2015, tá ið Bogi
Bech Jensen varð settur sum
rektari fyri nýggja samanlagda
skúlan.
– Tá ið vit høvdu tríggjar
skúlar, so høvdu við eisini tríggj
ar ymiskar hættir at gera alt. Vit
royndu at finna teir persónarnar
á hvørjum staði, sum kendu til
hetta, og so at fáa sett saman ein
nýggjan hátt. Vit tóku tað besta
burturúr og komu so fram til
Glasir-mátan, sigur hann.
Ein skúli og ikki tríggir
Steinbjørn Hardlei vísir á, at
– Tað var ikki ein dreymur at
gerast rektari, og eg væntaði
tað heldur ikki. Men mínar
útbúgvingar og royndir
kundu lata dyr upp. Nú eri eg
í starvinum, og eg trívist, sigur
Steinbjørn Hardlei, nýggi rektarin
á Glasi, sum til dagligt skal fáa
alt at koyra hjá næstan 1700
fólkum í einum bygningi, har
øll síggja inn til hvønn annan
Sangleikurin er eitt
gott dømi um eina
integratión av teimum
ymisku útbúgvingunum
og fakøkjunum. Uttan
tey, so var hetta ikki veruleiki
DYRNAR LÓTUST
DYRNAR LÓTUST
UPP
UPP OG EG TRÍVIST
OG EG TRÍVIST
SUM REKTARI
SUM REKTARI