Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 7 broyt­ingarnar vórðu ikki gjørd­ ar í einum, men tað var tikið so við og við. – Tað virkaði betur og laga­ ligari at gera broytingarnar so hvørt enn at gera allar í einum. Ætlanin var, at skúlin skuldi vera liðugur í 2017 og klárur at flyta inn í. Men klárt var tó ikki at flyta inn fyrr enn eftir summarferiuna í 2018. Broyt­ ing­ar­nar vóru tó gjørdar, so at saman­leggingartilgongdin var liðug, og tí varð fyrsta árið brúkt til at venja nýggja bygnaðin, sjálvt um skúlarnir vóru á trim­ um ymiskum støðum, sigur Stein­bjørn Hardlei. Hann vísir á, at leiðsluliga var tankin at venja leiklutirnar sum ein skúli í eitt ár, áðrenn flutt varð inn. – Tað var munagott at gera tað á henda hátt. So høvdu vit roynt ymiskt av áðrenn. Vit byrjaðu eisini tá at skemaleggja nakrar av lærarunum upp á tvørs av skúlunum, so at vit vandu okkum við samanleggingina. Hetta var ein liður í tí at finna saman í tann nýggja skúlan. – Tað at leggja tríggjar skúlar saman, sum eru so ymiskir í mentan og organisatión, tað krevur sera nógv. Bogi Bech Jen­sen gjørdi eitt gott arbeiði í eini truplari tíð. Tað varð stórur dentur lagdur á, at tað skuldi vera ein skúli, og ikki tríggir skúlar, sum vóru í einum bygningi. Tað skuldi vera ein integreraður skúli, sigur Steinbjørn Hardlei. Nýggjur umsitingarstjóri er ikki settur enn, og tað er heldur ikki víst, at nýggjur um­ sitingarstjóri verður settur. – Eg umhugsi støðuna í mun til bygnaðin, um rætt er at seta nýggjan umsitingarstjóra. Eg havi ikki tikið støðu enn, sigur hann. Samanleggingin eydnaðist væl Nýggi rektarin heldur, at á Glasi eru nøvnini á gomlu skúlunum mest sum burtur. – Nakað av mentanini og vanunum frá gomlu skúlunum liva enn. Tað tekur drúgva tíð at broyta. Vit eru væl á veg at fáa eina organisatión, sum kennir seg sum ein skúli. Nakrir av teim­um gomlu vanunum, sum eru góðir, skulu vit eisini halda fast við. Tað er nakað gott í teim­ um, sigur hann. Hann vísir á, at fyrsta skúlaárið í nýggja bygninginum var avbjóðandi á mangan hátt, millum annað tí at bygningurin ikki var heilt liðugur, og tí at umstøðurnar vóru nýggjar. Men nú komið er meira enn í helvt við næsta skúlaárinum gongur betur. – Tað er meira friður kom­ in yvir øll, og virksemið virkar væl. Um vit taka saman­legg­ Um vit ikki høvdu havt glas, har vit síggja inn til hvønn annan, so høvdu vit havt størri fantasistøði, tí so gita vit. Við at hava so nógv glas, minka vit um fantasistøði og býta tað um við, at vit vita, hvat onnur gera Steinbjørn Hardlei, nýggjur rektari á Glasi Mynd: Álvur Haraldsen