hósdagur 30. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
8
ingartilgongdina frá byrjan av,
so haldi eg, at hon er eitt dømi
um eina samanlegging, ið hevur
eydnast væl, sigur Steinbjørn
Hardlei.
Sangleikurin Cabaret
integrerar
Í hesum døgum verður ein
stórur sangleikur sýndur fram
á Glasi, og hann heldur nýggi
rektarin vera eitt gott dømi um,
at møguleiki er at samstarva
og fáa gagn av teimum ymisku
deildunum.
– Tað varð longu farið í gongd
við fyrireikingarnar til sang
leikin, tá ið skúlin byrjaði aftur
eftir summarfrítíðina. Hetta er
ein verkætlan, ið sameinir tey
ymisku fakøkini. Hetta er fínt
í mun til at stuðla ta grund
leggjandi ætlanina við saman
leggingini. Tað er eitt gott dømi
um eina integratión av teimum
ymisku útbúgvingunum og fak
økjunum. Uttan tey, so var hetta
ikki veruleiki.
– Myndaliga sæð, er hetta eitt
gott dømi um, at bygningurin
verður vístur fram við sínum
dygdum. Nú eru vit komin har
til, at vit kunnu nýta bygningin
til tað, sum hann er ætlaður til,
og vit kunnu hyggja frameftir,
sigur hann.
Sangleikurin sameinir
Sangleikurin gongur fyri seg í
Týsklandi í 20-unum og 30-un
um og handlar um kærleika,
men eisini tey rák, ið eru frammi
í tíðini.
Arbeitt er upp á tvørs av
deildum, og tey flestu fakøkini
eru við.
– Fakligu førleikarnir hjá
hvørjum øðrum verða nýttir.
Til dømis hava næmingar á
timburdeildini gjørt pallin, tey
á maskindeildini hava gjørt
stólar klárar hjá áskoðarum
at sita á, tey á klædnadeildini
hava gjørt búnarnar, hárdeildin
hevur gjørt hár og sminku, tey
á tónleikabreytini taka sær
av tónleikinum saman við
Tórshavnar Musikkskúla og
onnur taka sær av øðrum upp
gávum, sigur hann.
Umleið 50 fólk eru á pallinum
sum leikarar og tónleikarar, men
nógv onnur eru eisini aftanfyri.
– Tá ið tað ræður um at fáa
næmingar og lærarar at kenna
seg sum ein skúla, so er týðandi
at hava ítøkiligar uppgávur
at loysa, sum stuðla tí, at vit
eru ein skúli. Sangleikurin er
ein ítøkilig verkætlan í hesum
liðinum, men vit hava eisini havt
aðrar verkætlanir frá fyrsta
skúladegi. Fyrsta skúlaárið var
ein verkætlan, ið var kallað
menniskja og náttúran, og
arbeitt var við hesum upp á
tvørs, og tað endaði við at verk
ætlanin varð ítøkiligagjørd og
sýnd fram. Næsta skúlaárið
kallaðist verkætlanin Føroyar
og framtíðin Á tann hátt fáa vit
eisini eyguni upp fyri dygdunum
hjá hvørjum øðrum.
Fantasistøði býtt
um við vitan
– Glasir gevur nógvar møgu
leikar. Sniðgevingini í bygn
inginum, millum annað at tað
er nógv glas, er júst umhugsað
soleiðis, at tað stuðlar at vitan
og fatan ferðast skjótt í bygning
inum. Vit síggja hvønn annan,
síggja hvussu undirvísing fer
fram, síggja tvørtur um tað bók
liga og tað handaliga og síggja
hvussu tað verður arbeitt á verk
støðunum, sigur hann.
Hann vísir á, at grundhugs
anin er, at tað vil mest sannlíkt
skapa størri vitan um hvønn
annan og harvið eisini fatan fyri
hvørjum øðrum.
– Hetta skapar virðing, og so
byrja fólk at hugsa um, hvussu
vit kunnu brúka hvønn annan,
og hvussu vit kunnu samstarva
um undirvísing.
– Vit hava longu í hesum
stutta tíðarskeiðnum sæð úrslit
av hesum. Tað eru fólk, ið siga,
at nú vita tey meira um, hvat
hini gera. Tá ið vit ikki vita, so
byrja vit at gita. Um vit ikki
høvdu havt glas, har vit síggja
inn til hvønn annan, so høvdu
vit havt størri fantasistøði, tí
so gita vit. Við at hava so nógv
glas, minka vit um fantasistøði
og býta tað um við, at vit vita,
hvat onnur gera. Út frá hesum
spretta nógvir møguleikar til
samstarv. Tað eru vit als ikki
komin á mál við at gagnnýta.
Vit eru í byrjunarstøðuni, sigur
Steinbjørn Hardlei.
Steðgirnir skulu skapa
breitt samstarv
Umframt at tað er so nógv glas
í bygninginum, so vísir hann
eisini á, at tað er tilvitað, at tað
er ein stór kantina, og at allir
steðgirnir eru samstundis.
– Vit kannaðu tað við aðrar
stórar miðnámsskúlar uttan
lands. Á nøkrum støðum valdu
tey at hava ymisk tíðarskeið til
steðgir. Men vit valdu heldur at
hava allar steðgir samstundis
júst fyri at kunna hava tað
breiða samstarvið tvørtur um
fakøki, sigur hann.
Hann vísir á, at ofta hevur
verið hoyrt um, at onkur ungur
er farin í Hoydalar í student, tí
at vinirnir fara hagar, sjálvt um
viðkomandi kanska hevur meir
hug til tað handaliga. Við at hava
steðgir samstundis á Glasi, so
ber til at síggjast hjá vinunum,
sjálvt um tey eru á hvør síni
deild.
– Tað hava verið nakrar av
bjóðingar, tá ið fleiri hundrað
fólk koma til kantinuna í senn,
men við nøkrum tillagingum, so
hevur tað tó gingið væl, sigur
nýggi rektarin.
Friðarstøð
Tilsamans eru 1450 næmingar
og 250 starvsfólk á Glasi. Um øll
eru í skúla samstundis, so eru
1700 fólk í bygninginum. Hetta
hevur sínar avbjóðingar. Mill
um annað hjá teimum, ið ynskja
meira frið, tá ið tey skulu hug
savna seg um undirvísingina ella
uppgávuarbeiði. Ein av næm
ingunum nevndi hetta í send
ingini ”Við Tórði á túri”, sum var
í Kringvarpinum í vikuni.
– Tað eru nøkur, ið hava sagt,
at tað er trupult at hugsavna
seg, tá ið tað er glas allastaðni,
og onnur síggja inn. Sam
stundis gongur nógv fyri seg
allatíðina í bygninginum. Hetta
er ein avbjóðing. Vit hava nakrar
sokallaðar friðarstøð í bygn
inginum. Tað er á bókasavni
num og økinum uttanum. Tað
verður brúkt, men vit skulu
kanska ansa betur eftir, at fólk
ikki vera órógvað har. Vit hava
eisini ein lítlan og ein stóran
fyrilestrarsal, har tað ber til at
draga gardinur fyri, so at fólk
ikki verða órógvað. Vit skulu
finna eina javnvág, og tað mugu
vit nokk arbeiða meira við, sigur
Steinbjørn Hardlei.
EUX-útbúgving
Á Glasi eru eisini næmingar við
serligum avbjóðingum. Millum
annað er ein autismuflokkur
og ein serbreyt fyri ung við
serligum tørvi. Har er millum
annað eisini hægri nám og
skúlaheim.
Arbeitt verður eisini við
nýggjum útbúgvingum, til dømis
eini EUX-útbúgving á fimm ár,
har til ber at fáa eitt students-
og verkligt prógv. Arbeitt verður
eisini við einum trý ár students
prógvi, í fyrsta umfari til hár- og
klædnadeildina.
– Vit hava tosað við Uttan
ríkis- og mentamálaráðið um
hetta. Vinnan heldur eisini,
at hesar útbúgvingarnar eru
spennandi. Tað vil eisini geva
næmingunum fleiri møguleikar,
nú fólk skifta meira í størvum
á arbeiðsmarknaðinum, sigur
Steinbjørn Hardlei.
Nakað annað, ið eisini verður
arbeitt við, er at fáa meira
burturúr Glasir-bygninginum
um kvøldarnar.
– Vit hava frálík høli, ið kunnu
hýsa nógvum ymiskum. Vit
síggja fram til at fáa fleiri tiltøk
at vera her eisini um kvøldarnar,
sigur Steinbjørn Hardlei.
Ítrótturin fyllir nakað enn
Nýggi rektarin hevur fyrr gjørt
nokk so fitt við ítrótt. Serliga
var tað fótbóltur. Hann spældi
í nøkur fá ár á besta liðnum hjá
B36. Nú spælir hann tríggjar
ferðir um vikuna innan- ella
uttandura fótbólt. Hann hevur
eisini verið ungdómsvenjari, og
nú er hann í nevndini fyri B36.
– Tað er sunt og gott at røra
seg. Tað gevur eisini orku, sigur
rektarin.
Annars nýtir hann tíðina
saman við familjuni.
– Bæði eg og konan fyltu 50 í
fjør. Á jólum vóru vit ein góðan
túr í Edinburg og vóru saman
sum familja. Vit vóru 12 fólk. Tá
fekk eg veruliga slappa av, sigur
Steinbjørn Hardlei.
Steinbjørn Hardlei, 50 ár, Tórshavn
1. januar 2020: Rektari á Glasi
1. september 2019: Fyribils rektari á Glasi
Heystið 2016: Umsitingarstjóri á Glasi
Heystið 2015: Stjóri á Føroya Handilsskúla
Frá fyrr hevur hann bankaútbúgving, lisið búskap, cand. oecon.,
á lærda háskúlanum í Århus við denti á strategiska leiðslu, HR
og broytingarleiðslu. Hann hevur undirvíst í bankaskúlanum, á
Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, á Føroya Handilsskúla, verið
starvsfólkaleiðari í Atlantic Airways, og hann hevur eisini verið
sjálvstøðugur vinnurekandi.
Steinbjørn Hardlei er giftur við Randi Hentze, og tey eiga fýra børn,
tríggjar gentur og ein drong. Børnini eru 23, 19, 18 og 9 ára gomul.
FAKTA
– Tá ið eg kom til ta niðurstøðu,
at eg helt, at eg kundi geva hesum
starvinum nakað, og at eg kundi
føra Glasir víðari til næsta stig,
sum vit eru í nú, varð umsóknin
send, sigur nýggi rektari á
Glasi, Steinbjørn Hardlei
Mynd: Álvur Haraldsen