hósdagur 30. januar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
9
Ungdómstingið skal
geva næmingum størri
innlit í fólkaræðið
Á sjeynda sinni hittast skúlanæmingar
til ungdómsting í Løgtinginum
K
lokkan 10 mánamorg
unin setir Jógvan á
Lakjuni, løgtingsfor
maður,
Ungdóms
tingið.
Løgtingsformaðurin beyð
í juni 2019 næmingunum í
framhaldsdeild fólkaskúlans
at senda inn lógaruppskot ella
uppskot til samtyktar at viðgera
á Ungdómstinginum, sum verður
3. og 4. februar 2020.
Hesar dagarnar seta næming
arnir sjálvir dagsskránna í Løg
tinginum, og hetta er ein frálíkur
møguleiki hjá næmingunum at
skifta orð um evni, sum teir halda
vera týdningarmikil.
Endamálið við Ungdómsting
inum er:
•
at geva næmingunum
størri innlit í fólkaræðið
•
at læra næmingarnar at
vera ein virknari part av
fólkaræðinum
•
at vísa næmingunum
í praksis, hvussu
avgerðarmannagongdir
virka í einum fólkaræði
•
at geva næmingunum
innlit í, hvør leikluturin
hjá Løgtinginum er,
og hvat arbeiðið hjá
Løgtinginum fevnir um
Hetta er sjeyndu ferð, at ung
dómsting verður hildið í Føroyum.
Tá freistin var úti, høvdu níggju
skúlaflokkar sent uppskot inn.
Nógv áhugaverd uppskot komu
inn. Avgjørt er, at 12 uppskot koma
til viðgerðar á Ungdómstinginum.
Uppskotini, ið m.a. fevna um val
rætt, skúlaviðurskifti, ferðslumál,
banna plasti v.m., eru fjølbroytt og
áhugaverd.
Luttakandi flokkarnir umboða
Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar
skúla, Vágs skúla, Hoyvíkar skúla,
Skúlan við Løgmannabreyt og
Nám X. Flokkarnir fara hesar báð
ar dagarnar at manna Ungdóms
tingið við 32 umboðum. Áhuga
vert verður at hoyra tey ymisku
sjónarmiðini, ið ungdómstinglim
irnir fara at leggja fram undir ting
viðgerðini.
Seinnapartin týsdagin 4. febr
uar, kl. 13.30 eru ófráboðaðir
spurningar á skránni, har ung
dómstinglimir fáa høvi at seta
løgmanni og landsstýrismonnum
spurningar.
Týsdagin 4. februar kl. 15.00 er
móttøka á skránni, har fjølmiðl
arnir hava høvi at hitta ungdóms
tinglimirnar.
Vegleiðandi skráin til ungdómstingið er hendan:
Mánadagin 3. februar 2020
Kl. 8.30 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Morgunmatur og kunning
Kl. 10.00 Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið
Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini. Møguleiki
verður hjá ungdómsting - limunum at seta spurningar
til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum.
Kl. 11.45 Døgurði
Kl. 12.30 Kunning um nevndararbeiðið
Kl. 13.00 Nevndarviðgerðir
Ungdómstingmálini verða umrødd, og álit
verður skrivað í øllum málunum.
Kl. 16.00 Liðugt
Týsdagin 4. februar 2020
Kl. 9.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Morgunmatur og kunning
Kl. 10.00 Ungdómstingfundurin byrjar
Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini.
Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 13.30 Ófráboðaðir spurningar til løgmann og landsstýrismenn
Kl. 15.00 Móttøka
Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar