hósdagur 30. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
10
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
BIG BAND Í
HAVN
Leygarkvøldið kl. 19:30
spælir Tórshavnar Big Band
í Norðurlandahúsinum
í Havn. Hetta kvøldið
farmførir orkestrið teir
bestu sangirnar, sum
komu inn til kappingina,
ið tey hava skipað fyri.
Ynskið var at fáa nýggj
føroysk verk til orkestrið,
og nú verður so avdúkað,
hvør hevur latið tilfar
til kappingina, og hvør
fer at vinna kappingina.
Tórshavnar Big Band
hevur áður tulkað kendar
føroyskar sangir, men
hetta kvøldið verður
møguleiki at hoyra nýggj
verk.
VEGG
HAMAR
Í SEGL
HÚSINUM
Í hesum døgum hevur
listamaðurin av Viðareiði,
Arnold Vegghamar, fram
sýning í Gamla Seglhúsi
í Klaksvík. Vegghamar er
sermerktur og eyðkendur
listamálari, og vanliga er
stórur áhugi fyri hans
ara framsýningum. Vegg
hamar, sum er farin um
tey áttati, málar náttúruna
í nærumhvørvinum á
Viðareiði, og málningarnir
eru litríkir og erligir. Fram
sýningin hongur uppi til 21.
februar.
SØRVINGURIN HØGNI NIELSEN HEVUR ONGANTÍÐ ÁÐUR UPPLIVAÐ SLÍKAN
TORUSLÁTTUR SUM MÁNANÁTTINA (KVF)
MAI LAKSÁFOSS SIMONSEN, NÝGGJ FORKVINNA Í JAVNSTØÐUNEVNDINI
LOKALBLAÐIÐ NORÐLÝSIÐ Í ODDAGREIN UM BYGGIGØLUR Í
HØVUÐSSTAÐNUM
Hetta var so
ógvusligt, at eg føldi
tað, sum um songin
flutti seg.
At manna eina
nevnd javnt við
báðum kynum er ikki
so ringt at skilja.
Er ongin virðing
fyri pengum í
Havn?
Í
kvøld fer Marius Ziska
undir konsertferð í Dan
mark. Fyrsta konsertin
verður á spælistaðnum
Huset, tey kalla, í Aalborg har
norðuri í Jútlandi. Síðan bíða
seks konsertir eftir Marius og
hansara tónleikarum.
Hans Marius Ziska er sangari
og oddamaður í bólkinum
Marius Ziska. Marius Ziska fekk
veruligt gjøgnumbrot við út
gávu sínari »Heim/Home« í 2015,
men frammanundan hevði hann
verið ein kendur og virkin partur
av føroyska tónleikapallinum
– bæði sum solistur og eitt nú í
rockbólkinum Flux.
Útgávan «Heim/Home« fekk
góð ummæli bæði í Føroyum og
uttanlands, og í kjalarvørrinum
av útgávuni spældi Marius Ziska
konsertir í Týsklandi, Russlandi
og Danmark. Marius Ziska vann
í 2016 eisini FMA heiðursløn fyri
ársins sang, sum var »Going
Home«.
Í 2018 kom útgávan »Portur«,
sum var virðiligur uppfylgjari til
stóra gjøgnumbrotið. Á hesari
útgávu sang Marius bert á før
oyskum máli, og enn einaferð
vísti hann seg sum sterkan sang
skrivara.
Eftir konsertina í Aalborg í
kvøld skal Marius Ziska spæla
í Asperup, Middelfart, Svend
borg, Frederikshavn, Randers
og Keypmannahavn, har kon
sertin verður á Norðuratlants
bryggjuni.
Ein av teimum, sum gleðir seg
at fáa Marius Ziska á vitjan, er
Mads Stephensen, sum fyriskipar
konsertir í Middelfart á Fjóni.
– Eingin kann gera løg, sum
Marius Ziska ger tey. Tónleikarar
úr Føroyum og Íslandi kunnu
raka ein melankolskan tóna,
sum er ótrúliga trupul at greiða
frá. Eitt er tó púra vist, sangir
nir hita vetrarhjørtu og skapa
umhugsni, sigur Mads Stephen
sen við Ugeavisen Svendsborg.
Marius Ziska er fullmannaður
bólkur, sum er uppkallaður eftir
oddamanninum í bólkinum.
MARIUS ZISKA SPÆLIR
KONSERTIR Í DANMARK
Marius Ziska kann upplivast á konsertum í Danmark komandi dagarnar
Komandi dagarnar skal Marius Ziska spæla sjey konsertir
kring Danmark. Onkur av konsertunum er útseld