Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 11 Í vikuni lat Heiðrik av Heyg­ um fyrsta staklagið í trý ár frá sær. Sangurin kallast »Hope You’re Crying« og er partur av útgávuni »Illusions«, sum kemur út 29. februar. Heiðrikur gjørdist kendur í Før­oyum, tá ið hann gav sína aðru plátu »Funeral« út. Hon fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlands, og mong munnu kenna »Change of Frame« og »Monster«. Heiðrik var í 2017 kostin besti mannligi sang­ari á FMA. Nýggi sangurin er oyra­fang­ andi og leikandi og hevur seksti ára dám yvir sær, og tað ber til at hoyra nakað av Roy Orbison í sangi­num. Yrkingin er um kær­ leiks­svik og beiskleikan, sum kemur eftir tað. Lagið er framleitt av Janusi Ras­mussen frá poppbólkinum BYRTA og Sakarisi Joensen, sum eisini framførir undir egnum navni. Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og streingirnir eru upptiknir í Budapest. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Javnan fyllir tónleikurin eitt sindur, men hetta viku­ skiftið er ongin spæling á skránni. Hinvegin er ein pub­quiz á skránni leygar­ kvøldið, har eg skipi fyri. Men annars er heimahugni á skránni, og sunnudagin spælir elsta dótturin hond­ bólt í sms-deildini, so tað er spennandi, og tekur ein part av sunnudegnum. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Allir vikuskiftisdagarnir eru góðir, men fríggjakvøld er hugnaligt. Øll hava fing­ ið vikuskifti, og okkurt gott er í sjónvarpinum. Haldi henda byrjanin uppá frí­ dag­ar­nar altíð er góð. Hóast ítróttur, ella annað, er á skrá um vikuskiftini, so er vikuskiftisbyrjanin líka­sum merkt av, at øll fegnast um at hava frí og sleppa gerandisdegnum. Hvussu dámar tær hesa árstíðina? – Eg plagdi fyrr í partvísum skemti at siga, at í januar og februar áttu Føroyar at verið stongdar, og fólkið flutt suðureftir til heitari lond. Men nú haldi ikki, at henda árstíðin er so stræv­in longur, tó at hon er myrk. Men januar í ár hevur verið heldur tungur við nógvum vindi. Um tú skuldi viðmælt fólki at lurta eftir einari tónleikaútgávu um vikuskiftið, hvør skuldi tað verið? – Nú er tónleikur trupul at viðmæla, tí fólk hava so ymsan áhuga, tá tað kem­ur til tónleik. Sjálvur royni eg, tá stundir eru, at lurta eftir nýggju út­ gávuni hjá Plúmm, og eg eri eitt sindur keddur av, at mær ikki untist at hoyra útgávukonsertina við bólkinum. Vónandi vitj­ar bólkurin uttanfyri Havn­ina eisini við sínum tón­leiki. Annars haldi eg, at Hotel California hjá Eagles er ein útgáva, ið ein altíð kann koyra frá, og sum øllum dámar. Heiðrik við nýggjari útgávu Heiðrikur á Heygum hevur útgivið nýggjan sang og nýggj útgáva er ávegis R akel Helmsdal er uppskoti t i l h e i ð u r s l ø n , s u m Útnorðurráðið letur til barna- og ungdómsbókmentir. Umframt føroysku bókina eru bøkur eru úr Grønlandi og Íslandi eisini í uppskoti. Bókin, sum Rakel Helmsdal er í uppskoti fyri, er »Loftar tú mær?«, sum er myndabók, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í fjørheyst. – »Loftar tú mær?« er ein blíð søga um deyðan. Myndabókin hevur bæði hevur eina inniliga søgu og vakrar myndir, sum spæla við ljós og myrkur, dýpd og lættleika, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags um útgávuna. – Tað er ikki lætt at tosa um deyðan ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt kunnu bókmentirnar seta orð og myndir á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst tað, sum henda bókin ger. Bókin er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum, sum uppliva sorg. Huglagið er syrgið, men tó eisini lívsjáttandi. Søgan snýr seg um trý systkin, sum eftir døgurða verða send út í garðin. Lítlibeiggin uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað. Hóast søgan snýr seg um sorg og deyða, so snýr hon seg líka nógv um kærleikan, sum ger tað so gott at liva. Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini. Hon hevur gjørt figurar, lutir og pallmynd, og so hevur hon tikið myndir av tí. Stuttsøgusavnið hjá Rakel Helmsdal, »Miljuløtur« var í fjør tilnevnt til somu útnorðurheiðursløn. Úr Grønlandi er bókin »Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat«  (Tað vakrasta jólatræið í heiminum) hjá Juaaka Lyberth í uppskoti til heiðurslønina hjá Útnorðurráðnum, og úr Íslandi er tað bókin »Langelstur að eilífu« (Ævigt allarelst) hjá Bergrún Íris Sævarsdóttir. Vinnarin av heiðurslønini verður kunng jørdur á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í Havn í november. Myndabók hjá Rakel Helmsdal um deyða og sorg er í uppskoti at vinna heiðursløn hjá Útnorðurráðnum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Rakel Helmsdal er aftur í uppskoti til bókmentaheiðursløn Heiðrik á Heygum hevur innspælt nýggjar sangir MYND: LYDIA HANSEN Dagfinn Olsen Blíð søga um Blíð søga um deyða deyða kann kann vinna heiður vinna heiður