Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 12 Fyribilsúrslit vísa, at við smærri Sea Hunter trollemmum kann partrolaraflotin spara olju, sum svarar til árligu nýtsluna hjá níggju bygdum á stødd við Sumba VILMUND JACOBSEN Á Rock Trawldoors í Vági, har teir gera trol­lemmar, rullu­ vekt­ir, alidregg og ym­iskt annað til fiski-og ali­vinn­ una, arbeiða teir eisini við orku­ spar­andi verkætlanum. Tað verður so ofta sagt, at føroyski fiskiflotin og skipaflotin annars, sum eiga sín stóra part av føroyska Co2-útlátinum, eru størsti trupulleikin, tá Føroyar skulu minka um sítt útlát av vakstr­arhúsgassum. Sagt verður aftur og aftur, at tað er trupult - fyri ikki at siga ógjør­ligt - at gera nakað við hetta útlát. Og nakað kann vera um tað. Tað er kanska í løtuni av­ markað, hvat kann gerast við okk­ara fiskiskipaflota, men tá tað onkuntíð verður sagt, at her kann einki gerast, er tað sjálvsagt ikki rætt. Eisini á Rock Trawldoors í Vági arbeiða teir við loysnum, sum um­ framt at gera tingini meira fram­ komin, eisini tæna enda­mál­inum at minka um Co2-útlátið. Samstarv við vinnu Tá tú arbeiðir við fiskireiðskapi, er sjálvsagt neyðugt at hava tætt samband við tey, tú arbeiðir fyri, soleiðis at tann, sum skal keypa og brúka tína vøru, alla tíðina veit, at framleiðslufyritøkan hev­ur fing­ urin á pulsinum við nýmenn­ing. Í løtuni er Rock Trawldoors í Vági við í tveimum ítøkiligum verk­ætlanum, harav onnur bein­ leiðis hevur til endamáls at spara olju og útlát við tað, at partrolarar brúka smærri lemmar, sum spíla væl og krevja minni maskinorku. Hin verkætlanin, sum snýr seg um fjarstýrdar trollemmar til upp­sjóvarskip, er kanska meira ein tøkniligur spurningur. Og tó. Endamálið við fjarstýrdu trol­ lemmunum til uppsjóvarfiskiskap er, at skiparin skal kunna stýra lemm­unum av brúnni við tí enda­ máli, at lemmarnir framvegis spíla trolið, tá skipið snarar. Siga vit, at henda skipan ger, at trolið gongur betur - og sam­ stundis fiskar betur - merkir tað jú samstundis, at túrurin kann ger­ast styttri. Og, jú styttri tíð tað tekur at fáa upp í lastina, tess minni útlát. Partrolaraflotin At Rock Trawldors er frammi í skón­um, tá ræður um nýmenning, er sølan av føroyskum lemmum og rulluvektum kring stóran part av knøttinum eitt prógv um. Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawl­doors, er onga løtu í iva um, at eisini fiskiskipaflotin kann spara orku og harvið útlát. Í tøttum samstarvi við skiparar og útgerðarmann í reiðarínum, Faroe Origin í Saltangará, er komið fram til, at partrolarar, sum hava ein minni trollemm í part, kunnu spara nógva olju. - Royndirnar vísa, at um skipini hava ein minni trollemm í part av slagn­um Sea Hunter kunnu tey minka um frástøðuna millum skip­ini við einari helvt, og síðan spíla lemmarnir restina. Hans í Líðini vísir á, at roynd­ir­ nar við hesum lemm­um eru gjørd­ ar umborð á partrolarunum, Róki og Lerki, og fyribilsúrslitini higar­ til hava verið góð. - Skipini hava gjørt fleiri túrar við hesum lemmum og soleiðis, sum vit hava skilt, hava tey spart í minsta lagi 20 prosent av oljuni, sum tey annars vildu havt brúkt. Haraftrat kemur, sigur stjórin á Rock Trawldoors, at nógv minni stendur á róðurmaskinu og róð­ urbúsningum við smærru lemm­ unum. Tað ger mun Stjórin á Rock Trawldoors sigur, at tað, sum higartil hevur víst seg at vera sparingin í olju hjá skip­ un­um, sum gera hesar royndir, er rættiliga munandi, tí hetta eru skip, sum undir vanligum um­ støðum brenna nógva olju. - Flyta vit sparingina hjá Róki og Lerki gjøgnum fleiri túrar yvir á allan partrolaraflotan, hevði hetta svarað til tað, sum umleið níggju bygdir á stødd við Sumba brúka í olju um árið. Hann heldur, at royndirnar við smærru lemmum í par­trol­ara­ flotanum soleiðis eru eitt prógv um, at tað saktans ber til at spara olju og útlát í føroyska fiski­skipa­ flotanum. - Sum er, verður bara snakkað um sparing av olju og útláti uppi á landi, og tað eru tey, sum siga, at einki kann sparast í trolara­flot­ anum. Men, hetta er ikki rætt, og tað er nú prógvað, at her kann í veruleikanum nógv olja sparast, sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors. Partrolaraflotin kann saktans spara olju og minka sítt Co2 útlát