hósdagur 30. januar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
13
Hetta er sonevndi Sea
Hunter-lemmurin, sum
Rókur og Lerkur hava
gjørt royndir við, men
hesin er nakað størri enn
teir, ið skipini brúka
Hevur ikki
vignast so
væl í vetur
- Marknaðurin fyri
brisling er sera góður,
og eftirspurningurin
er stórur, siga tey
á Tavuni í Leirvík,
sum hava keypt allan
brislingin í vetur
VILMUND JACOBSEN
Á
Tavuni í Leirvík,
har tey hava tikið
ímóti brislingi í
vertíðini í vetur,
lata tey ikki so væl at. Tey
halda, at væl minni hevur
verið at fingið av brislingi í
ár enn undanfarin ár.
Spurningurin er so, um
nógvi toskurin, sum hevur
staðið inni á føroysku firð
unum í heyst og í vetur, kann
vera ein orsøk.
Á Tavuni í Leirvík hava tey
keypt allan brislingin, sum er
veiddur á firðum og sundum
í vertíðini, og tað er serliga
lítli nótabáturin - Katrin í
Søldarfirði - sum hevur ligið
fram við.
Virkið í Leirvík hevur
kryddað brislingin, sum síðan
verður seldur av landinum.
Men, tað er ikki bara fiski
skapurin, sum hevur roynst
lakari í vetur. Tað hevur eis
ini viðrað ógvuliga illa, og nú
brislingavertíðin nærkast
endanum, kunnu tey á Tavuni
staðfesta, at nøgdirnar í ár
eru lutfalsliga smáar.
Katrin hevur kortini gjørt
onkrar hampiligar túrar í vet
ur, og tann eina dagin herfyri
høvdu teir seks tons.
Á Tavuni verður sagt, at
marknaðurin fyri brisling er
sera góður, og eftirspurning
urin er stórur.
- Vit eru spent eftir at
síggja, hvussu næsta vertíð,
sum byrjar í oktober/ nov
ember, fer at roynast, og vit
eru til reiðar, tá fiskiskapurin
tekur seg upp aftur, sigur
stjórin í Tavuni, Joen Magnus
Rasmussen.