hósdagur 30. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
14
Minningarorð
um elskaða
beiggja mín
Kristian Justinussen, føddur 8. mars
1959 og deyður 3. november 2019
Ja, eg má siga, at tað er ein løgin
kensla og kensluborin løta at
skriva minningarorð um teg,
góði beiggi.
Ikki vardi tað meg, at tað
var okkara seinasta løta, vit øll
systkini vóru saman, tá okkara
kæri bróður, Jógvan, bleiv 65
ár. Ein hugnaligur dagur, vit
øll systkini við familju høvdu
saman.
At tú ikki var so væl fyri, tað
merktu vit, men vit vónaðu, at
tú fekk góða viðgerð, tá tú kom
aftur til Namibia. Tað gleddu
vit okkum til, men soleiðis
skuldi tað ikki vera.
Mín kæri, elskaði beiggi – tú
orkaði ikki meira. Tú var meira
sjúkur, enn vit ánaðu.
Elskaði bróður, vit vilja
takka tær fyri alt, tú var fyri
meg og okkara familju.
Nú ert tú komin til ein betri
stað, har eingin pína og sjúka
nívir meira. Nú ert tú saman við
tínum foreldrum og beiggjum.
Hvíl í friði, elskaði beiggi. So
sáran vit sakna teg. Goymdur,
men aldri gloymdur.
Systir tín, Anni við familju.
6.000 harur skotnar í 2019
N
ú endaspurturin er
farin í gongd við inn
savning av harutøl
unum, eru 5.878 harur
skrásettar at vera skotnar á 809
túrum kring landið, tað sigur Eyð
finn Magnussen, sum hevur gjørt
upp haruveiðina seinastu árini.
Hetta er gott 700 harur, ella 14%
fleiri, enn í 2018, tá samlaða talið
var 5.136 harur, sum vórðu skotnar
í 749 túrum í 281 høgum.
Tað eru átta ár síðani, at farið
varð undir at skráseta, hvussu
nógvar harur verða skotnar í
Føroyum. Hesi árini hevur veiðan
verið millum 3.000 og 9.000 haru
hvørt árið. Í miðal hevur veiðan
verið 5.800 harur. 2019 var sostatt
eitt miðal ár til haru.
Úrslit eru higartil skrásett frá
302 høgum, men enn mangla tøl
frá nøkrum høgum.
Úrslitini, sum higartil eru skrá
sett, eru víst á kortinum niðanfyri:
- Fyri teir "reyðu hagarnar" er
enn einki skrásett.
- Fyri hagarnar, sum eru vístir
við grønum, sæst hvussu nógvar
harur eru skrásettar í hvørjum
haga.
– Er fari tí enn einaferð at heita
á harumenn um at skráseta túr
arnar, sigur Eyðfinn Magnussen.
Tølini skulu skrásetast á
heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini
ber til at ringja til mín (Eyðfinn
Magnussen) á tel 26 58 31.
-
brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Samlaða talið av harum, sum eru skrásettar
at vera skotnar í Føroyum árini 2012
til 2018. í miðal hevur veiðan hesi átta
árini verið 5.843 harur um árið.
Úrslitini fyri haruveiðuna í 2019, sum higartil
eru skrásett . Fyri teir "reyðu hagarnar"
er enn einki skrásett. Fyri hagarnar, sum
eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar
harur eru skrásettar í hvørjum haga.
Felag til gagns fyri
lærugreinina føroyskt
er sett á stovn
B
jóðað var til stovnandi
aðalfund á Miðnámi á
Kambsdali mikukvøldið
30/10 – 2019 klokkan
19, og innbjóðingin vendi sær til
føroysktlærarar á øllum stigum,
frá barnagarði til fróðskaparsetur.
Stigtakarar til felagið eru
Katrin Næs, Henrietta A. Jacob
sen, Jastrid á Dalbø og Óluva
Klettskarð.
Á fundinum var greitt frá
visjónunum um aftur at fáa eitt
virkið felag, sum kann skipa fyri
fakligum og námsfrøðiligum til
tøkum, og fáa kjak í lag um læru
greinina føroyskt. Hetta er fyrsta
punktið í § 2 í viðtøkunum fyri
felagið, sum snýr seg um endamál
felagsins: at gagna føroyskum úr
barnagarði til fróðskaparsetur.
Ynski er at byggja brýr og at
samstarva í víðastu merking
millum føroysktlærarar; at elva
til samstarv millum tey ymisku
økini í skúlaskipanini.
Endamálsorðingini snýr seg
somuleiðis um at hava samstarv
við móðurmálslærarafeløg í hin
um Norðurlondunum gjøgnum
“Nordspråk”. Tað hevur stóran
týdning at hava vitan um mál,
mentan og tekstir hjá hvørjum øðr
um, og um samskifti – at luta hesa
vitan við sínámillum. Nordspråk
hevur bæði summarskeið og
heystskeið, sum lærarar í Føroyum
stundum luttaka í. Og í 2021 verður
summarskeiðið í Føroyum.
Felagið var stovnað,
og vald vórðu
•
Jastrid á Dalbø
•
Henrietta Arge Jacobsen
•
Christina Jensen
•
Óluva Klettskarð
•
Helena Kannuberg
•
Tiltakslimur er: Katrin
Næs
Á fyrsta fundi skipaði nevndin
seg við Óluvu Klettskarð sum
forkvinnu, Jastrid á Dalbø sum
næstforkvinnu, Christinu Jensen
sum skrivara, Henriettu Arge
Jacobsen sum kassameistara og
Helenu Kannuberg nevndarlimi.
Viðtøkurnar fyri felagið vóru sam
tyktar, og nevndin var samd um at
nevna felagið Føroyamál. Felagið
miðar eftir at hava í minsta lagi
tvey tiltøk um árið, og fyrsta til
takið verður í mars mánaði. Lima
gjaldið verður 200kr árliga.
Felagið hevur stovnað eina
fb-síðu, nevnd Føroyamál til
skjótari samskifti og eina teldu
postadressu foroyamal@skulin.
fo. Tey, ið ynskja at gerast limir,
kunnu venda sær til felagið.
Viðtøkur felagsins eru:
§1: Navn felagsins er Føroyamál
§2: Endamál felagsins er at
gagna føroyskum á øllum stigum
úr barnagarði til fróðskaparsetur.
Hetta verður framt við at:
•
skipa fyri fakligum og
námsfrøðiligum tiltøkum
og kjaki um lærugreinina
•
elva til samstarv millum
lærarar í føroyskum
•
hava samstarv við móður
málslærarafeløg í hinum
Norðurlondunum gjøgn
um “Nordspråk.”
§3: Í nevndini eru 5 limir, valdir
soleiðis, at annaðhvørt ár fara
tveir nevndarlimir frá og annað
hvørt ár tríggir. Haraftrat varð ein
tiltakslimur valdur.
Tey ymsu stigini í skúlaverkin
um skulu vera best møguligt um
boðað í nevndini.
Nevndin skipar seg sjálv.
§4: Aðalfundur verður hildin
eina ferð um árið.
Skrá skal lýsast 14 dagar fyri
fundin.
Skrá:
1.
Val av orðstýrara og skrivara
2.
Ársfrágreiðing
3.
Roknskapur
4.
Ásetan av limagjaldi og freist
fyri inngjalding
5.
Lógarbroytingar
6.
Innkomin mál
7.
Val av nevnd og grannskoðara
8.
Ymiskt
Avgerðir verða tiknar við van
ligum meiriluta.
§5: Uppskot til broytingar í
viðtøkunum skulu kunngerast
saman við skránni til aðalfundin
og verða samtyktar við vanligum
meiriluta.
Vegna felagið,
Óluva Klettskarð