Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 15 Frá sum blaðstjóri Knút Wang, fyrrverandi løg­tings­mað­ur hjá Fólka­ flokk­i­num, sum hevur ver­ ið blað­stjóri á Dagblaðnum síð­ani 1942, hevur sagt seg úr hesum starvi vegna tess, at hann fer í annað starv. Hann skla tó halda fram sum fyribilsblaðstjóri. Bilverja í Vágsbotni Býráðið samtykti á fundi sein­asta mánakvøld at beina mál viðvíkjandi bil­ verju fram við park­eri­ngs­ plás­s­i­num í Vágsbotni í havn­ar­nevndina. Tað er Ólav­ur Michelsen, sum hevur lagt hetta upp­ skot fram. Ein bóka­ vørð­ur afturat Býráðið hevur samtykt at seta ein býarbókavørð aft­ ur­at. Nýsetti bóka­vørð­ur­in­ er Margreta Brimnes Thom­sen. Tað starvast í løt­uni tveir bókavørðar við bý­ar­bók­a­savniðø Minkagarðurin í Hoy­døl­ um nýtst til plantuskúla Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1975 Sosialurin 1. februar 1975: Føroya plantasjunevnd fingið økið burur av minkagarðinum til royndarplantingar, m. a. skulu fræ av suðuramerikanskum trøum plantast í minkaarðinum Á fundi seinasta mána­ dag samtykti býráðið í Havn at lata Føroya Plan­tasju­nevnd fáa eitt øk­i burt­ur av minka­garði­ num í Hoy­døl­um til at gera roynd­ar­plant­ing­ar. Talan er um at fáa 10 tús­und fermetrar burt­ ur av tí 40 túsund fermetra minka­garðs­øki­num, sum Tórs­ havn­ar kommuna fyri gott trim­ um árum síðani keypti frá Bac­a­l­ ao fyri 1.milj. kr. Føroya plantasjunevnd sendi um­sókn sína til býráðið sum beindi hana í menta­nar­mál­a­ nevnd­ina. Tá so málið kom fyri aft­ur bý­ráð­ið hevði nevndin býtt seg í tveir partar. Ein minniluti, Sof­us Siv­ert­sen og Petur í Gong, mæltu til, at økið í Hoydølum verð­ur nýtt til ungdóms aktivitet og mælti til, at økið sunnan fyri við­a­lund­ina verður latið plan­ tasj­u­nevnd­ini at ráða yvir. Meirilutin Jákup Suni Jac­ob­ sen, Eliesar Arge og Ólavur Mich­ el­sen mæltu til at senda málið um fíggj­ar­nevndina við tilmæli um at gingið verður umsóknini frá plan­tasjunevndini á møti og at taka upp samráðingar við av­ varð­andi stovnar um rakstur og nýtslu av økinum. Trø og runnar úr Suðuramerika Ólavur Michelsen form. í ment­ un­ar­mál­a­nevnd­ini hevði fingið lyfti frá eini norðurlendskari plant­u­nevnd um at fáa fleiri sløg av fræi til runnar og trø. Plantasjunevndin skal sáa runn­ar og trø á mink­a­garðs­øki­ num, m. a. úr Suð­uramerika o. ø. lond­um, og tá hesi eru farin at spíra, verða tey plantað ym­s­a­ staðni runt í Føroyum. Plantuskúli Talan er eisini um at gera ein plan­t­uskúla á minka­garð­s­øk­i­ num, har fólk fáa høvi at keypa runnar tr. og plantur til prýðis í urtagørðum. Talan er um at nýta ovasta partin av økinum til hetta endamál. Kønir menn vilja vera við, at minkagarðsøkið er sera væl egnað til planting. Svimjuhylur Kjartan Mohyr skjeyt á seinasta bý­ráðs­fundi upp at nýta part av øk­i­num til byggjan av eini svimj­ u­høll. Planta Flatnahaga Finnur Johansen mælti til at far­ið átti at verið undir plantan av øll­um Flatnahaga. Eisini mælti hann til at planta trø uttan um Havn­ina. Sofus Sivertsen helt tað ikki vera neyðugt at planta úti í haganum. Hann helt ta føroysku náttúruna vera vakrast sum hon er. Knút Wang, blaðstjóri á Dagblaðnum síðani 1942 Minkagarðurin í Hoydølum, sum Tòrshavnar býráð keypti frá Baccalao fyri 1 milj. kr. Steingja Kommunuskúla­ garðin fyri ferðslu S osialurin skrivaði so­ leið­is 1. februar í 1975: Býráðið í Havn hev­ ur samtykt at steingja alla bil­ferðslu og parkering í gamla kommun­u­skúl­a­garð­i­ num. Býarverkfrøðingurin hevur gjørt eitt uppskot um fríðkan av økinum soleiðis, at gosvatn, beink­ir, blómuíløt o. a. verður upp­sett á økinum. Samtyktin hesum við­víkj­ andi er bert principiell. Lýsing frá Gøtu bygdarráð í Sosialinum 1. februar í 1975 Sosialurin 1. februar 1975