hósdagur 30. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
16
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
V
it hava vitjað hvønn
annan fleiri ferðir,
bæði í Føroyum og
í Ísrael. Tí var sam
bandið millum húskini bæði
ógvuliga tætt. Tað eru nógvar frá
sagnir um lagnurnar hjá ofrunum
fyri holocaust, men henda er um
tilgongdina frá byrjan av. Takkað
verið okkara vinskapi kunnu vit
fáa søguna um ein jøda, sum
upplivdi nasismuna frá fyrsta
degi.
Øll eru samd um, at holocaust
er ræðuligt. Men vit eiga at minn
ast til, at eitt slíkt fyribrigdi byrj
ar ikki við fólkadrápi. Framman
undan er ein longri gongd við at
leggja ofrini fyri hatur, so fyri
beiningin av teimum kann vera
meira góðkend av fólkinum.
Hanna var týskur jødi, búði í
Berlin, og upplivdi alla søguna hjá
nasistunum heilt frá byrjan.
Tað eigur eisini at verða havt
í huga, at nasisman í byrjanini
varð roknað at vera meinaleys.
Tey vóru ikki so fáa, sum rokn
aðu hana at vera eitt slag av
kristiligum flokki, sum vardi tey
kristiligu virðini, ikki minst móti
kommunistum.
Hanna: Foreldrini
upprunaliga pólskir jødar
Foreldur míni vóru upprunaliga
polsk, men komu til Berlin
fyrst í 1920-unum Tey høvdu
ikki trupulleikar við at laga seg
til eina nýggja tilveru í nýggja
heimlandinum. Heima tosaðu
vit bert týskt. Annars tosaðu
nógvir pólskir jødar "jiddish",
sum líkist týskum. Hetta dugdu
foreldur míni, men tey lærdu ikki
børn síni hetta málið, so vit vóru
ikki so nógv øðrvísi enn aðrir
týskarar. Mamma var heldur
meira religiøsur jødi enn pápi, og
ein synagoga var eisini í granna
lagnum hjá okkum.
Orsøkin til at foreldrini fluttu,
var, at pápa dámdi ikki at vera í
herinum í Eysturríki, har hann
hevði barst undir 1. heimsbar
daga. Hann hevði eisini fingið
heiðursmerki fyri sítt avrik. Og
so var tað eisini tann munurin,
at Týskland var eitt demokrati,
tá tey fluttu hagar.
Pápi var parúkkmakari og
hevði sína egnu fyritøku, meðan
mamma var heima og tók sær av
familjuni. Vit vóru fýra systkin.
Ein systir, Yetta, var elst, so komu
tveir beiggjar, Sali og Heini, og eg
var so yngst.
Antisemitisma hevur altíð
verið í størri og minni mun, eisini
í Týsklandi. Men við nasismuni
gjørdist hon beinleiðis politikkur
á ein sera ræðandi hátt.
Ágangurin ímóti jødum kom
eisini so við og við. Men eingin
grunaði í byrjanini, at tað fór at
enda, sum tað gjørdi.
Vórðu happað
Eg var bert tvey ára gomul, tá
Hitler fekk valdið. Hetta hendi
30. januar 1933, so tey fyrstu árini
minnist eg einki til.
Men longu tann 27. februar
sama ár kom undan kavi, hvat
vit kundu vænta av hesum nýggja
stýrinum, har nasistarnir bara
høvdu tríggjar ráðharrar, og har
teir ikki høvdu meiriluta. Um
rødda dag varð eldur settur á
ríkisdagin, tinghúsini, í Berlin.
Tað tykist at vera greitt, at nas
istarnir stóðu aftanfyri, meðan
kommunistarnir fingu skuldina.
Hetta varð nýtt sum undanførsla
fyri at seta allar demokratiskar
rættarreglur úr gildi. Val var so
útskrivað at vera nakrar dagar
seinni. Hóast teir ikki enn høvdu
meiriluta, eydnaðist tað nasista
flokkinum á meira ella minni
lógligan hátt at fáa alt valdið í
Týsklandi.
Boykottaðu handilin
Fyrsta stóra beinleiðis stigið
ímóti jødunum, var longu 1.apríl
1933, tá allir jødiskir handlar
skuldu boykottast, og vaktar
menn frá SA, heimaherinun hjá
nasistunum, vórðu settir uttan
fyri at forða fólkið í at sleppa inn.
Vaktarmenninir vórðu tó tiknir
burtur aftur, helst av ræðslu fyri
umdøminum í útlandinum. Tað
vísti seg eisini, at hetta tiltak
fekk heldur ikki undirtøku frá
týskarum tá. Hóast nakað av
antisemitismu longu var, so var
hetta ov nógv av tí góða. Í staðin
vórðu so nøvnini á kundum hjá
jødum sett á ein svartalista, sum
varð hongdur upp alment, so tað
var ikki tann stóri munurin.
Samstundis varð ein "kunning
arherferð" sett í verk í móti jødum.
Týskarar vórðu væl og virðiliga á
ymiskan hátt "kunnaðir" um, at
teir høvdu verið offur fyri eini
villleiðing, tá tey hildu, at jødar
vóru teirra javnlíkar. Teir fingu
væl og virðiliga at vita, at jødar
vóru ikki teirra javnlíkar, men
heldur "undirmenniskju” við
devilskum eginleikum.
Eitt úrslit av hesi herferð varð
herrópið: "Juda krepér",(ynski
um, at jødar skuldu krepera)
sum sjálvt barnagarðar á útferð
róptu eftir teimum jødum, tey
sóu. Tann sum stóð aftanfyri júst
hetta, var Julius Streicher, hvørs
navn inntil tá var ókent. Hann var
blaðstjóri á tí fúla og rasistiska
blaðnum "Der Stürmer", sum
nú gjørdist dagligur lesnaður
hjá týskarum. Í 1946 varð hann
hongdur sum ein av teimum
stóru krígsbrotsmonnunum.
Tað gingu nøkur ár, áðrenn eg
sum barn varnaðist broytingarn
ar í gerandisdegnum.
Blivu happaði á gøtuni
Men tað fyrsta, eg minnist frá
nasismuni, var umleið 1938, tá
vit illa kundu ganga á gøtuni,
uttan at vera happað av týskum
børnum. Serliga merktu brøður
mínir hetta. Men annar av teim
um gav seg ikki undir hetta. Hann
setti seg ímóti og gjørdist sera
kringur í at berjast við týskar
dreingir. Hin beiggin var meira
afturhaldin og hevði kanska
meira fortreð av hesum. Systirin,
Yetta, kom eisini ofta grátandi til
hús, tí hon fekk ikki gingið í frið á
gøtuni fyri ungum týskarum, sum
róptu ókvæmisorð eftir henni.
Tað gjørdi ikki støðuna betri, at
nærindis har vit búðu, helt ein
deild av Hitlerjugend til, og hesir
vórðu jú lærd upp at hata jødar,
og at jødar vóru teirra fíggindar.
Mestsum øll týsk børn vóru sum
frá leið noydd at vera limir í
Hitlerjugend. Umframt politiska
uppfostran var hetta eisini eitt
slag av skótarørslu, við øllum tí
frítíðarvirksemi, sum har hoyrdi
til. Tey vóru eisini ílatin uniform,
og hetta gjørdi tey enn meira
ræðandi. So tann vegin kundi
eg ongantíð ganga einsamøll. Tá
mátti eg altíð fylgjast við pápa
mínum.
Tað skal tó leggjast afturat, at
vit vóru ikki so nógv órógvað av
vaksnum fólki. Men atburðurin
hjá børnunum var eitt úrslit av
tí, sum tey vaksnu potaðu niður
í børnini.
Henda gongdin førdi eisini
við sær, at tað var ómøguligt
hjá okkum at ganga í vanligan
Í sambandi við holocaust dagin
tann 27. januar skulu vit hesa
ferð hava ein part av frásøgn
hjá einum jødiskum hjúnum,
Hanna og Menakhem Ben Yami,
sum yvirlivdu holocaust.
SIÐSØGA
Fyrsti skúladagur í 1937.
Hanna fekk roynt
nasismuna frá barni av.
Føroyavinurin Hanna Ben Yami:
Upplivdi nasismuna
frá barni av