hósdagur 30. januar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
17
Komandi partur
Í komand parti er Kristian Djurhuus aftur á skránni. Hann greiðir
frá, tá ið katolikkarnir vildu yvirtaka sjúkrahúsið á Tvøroyr, og tá
ið hann kom í løgtingið í 1932.
skúla. Tað var bert Sali av okkum
systkjum, sum byrjaði at ganga í
vanligan týskan skúla. Men tað
var skjótt, at hesir skúlar vóru
merktir av nasismuni, og tað
gjørdist eisini ótolandi hjá jødisk
um børnum at ganga her. Skjótt
sluppu jødiskir lærarar heldur
ikki longur at arbeiða í vanligu
skúlunum. Sum frá leið gingu vit
øll í serligum jødiskum skúlum,
sum vit sjálvi rindaðu kostnaðin
av.
Krystallnáttin
Náttina millum 9. og 10. november
1938 fór fram ein tann mest kenda
hendingin í herferðini móti
jødum. Hetta var tann sokallaða
Krystallnáttin, tá ein riðil av nas
istum oyðiløgdu jødiskar ognir í
hópatali.
Undanførslan fyri hesum var,
at ein ungur jødi hevði skotið ein
starvsmann á týsku sendistovuni
í Paris í hevnisøku fyri, at foreldur
hansara vóru víst úr Týsklandi
til Polen. Náttina eftir hesa
hending fóru nasistar í holt við
at oyðileggja jødiskar handlar
og synagogur. Alt varð smildrað
sundur, og nógvir jødar vórðu
dripnir og aðrir beindu fyri sær.
Alment varð sagt, at hetta var
ein fólkslig hevnd móti jødum,
men tað er alt, sum bendir á,
at "Krystallnáttin" varð væl og
virðiliga fyriskipað av nasistisku
leiðsluni. .
Sum revsing fyri alt hetta
herverkið varð ásett, at jødarnir
sjálvir skuldu gjalda eina bót
upp á 1 mia D-mark, sum var sera
nógvur peningur tá í tíðini! Hetta
sigur eitt sindur um nasistiskan
logikk: Jødarnir skuldu sjálvir
gjalda fyri herverkið hjá nasist
unum!
Um ikki áður, so var tað nú
greitt, at jødarnir vóru at rokna
sum útskot í Týsklandi - eitt fólk
uttan rættindi.
Heitið "Krystallnáttin" stóðst
av øllum tí sundursmildraða
glasinum á gøtunum. Júst hend
an dagin fylti beiggi mín 13 ár, og
skuldi eftir jødiskum siði kon
firmerast í synagoguni. Hetta
kundi ikki lata seg gera nú, og tí
var hann konfirmeraður heima
hjá rabbinaranum. Ein onnur
orsøk til, at eg minnist Krystall
náttina er, at vit búðu tætt við
synagoguna, og tí sá eg alt, sum
fór fram. Nasistarnir gingu frá
handli til handil. Fyrst kom onkur
og skrivaði orðið ”jødi” á handils
rútin. Síðani komu aðrar, sum
smildraðu alt sundur. Tað sama
hendi við okkara synagogu, sum
eg sá brenna.
Pápi var ræðslusligin, og hann
mátti krógva seg hjá onkrum,
sum hann kendi, fyri ikki at
verða tikin. Hesin óttin var ikki
uttan orsøk, tí í sambandi við
Krystalnáttina vórðu 30.000 jødar
tiknir og sendir í KZ-legur. Men
tað eydnaðist honum at sleppa
undan í fyrsta umfari.
Jyllandsposten: Skilja
væl týskarar
Danska blaðið Jyllandsposten
hevði nakrar dagar seinni eina
oddagrein í samband við Krystall
náttina. Teir søgdu seg vera ímóti
øllum yvirgangi, men løgdu
afturat: “Når man har fulgt jøde
spørgsmålet i Europa i årtier, kan
man til en vis grad forstå tysk
ernes anmositet (fíggindaskap)
overfor jøderne.”
Blaðið skrivar, at hóast nógvir
jødar eru hampamenn, so eru tær
ringu royndarnar jødum í Dan
mark einki móti teimum roynd
um, sum eru av jødum í Europa
annars. Niðurstøðan er, at “man
kan indrømme Tyskland, at det
har ret til at skille sig af med sine
jøder. Men til gengæld kan man
stille det krav, at det sker paa an
stændig vis.”
Tað kann vist sigast, at nasist
arnir tók Jyllandsposten upp á
orðið við tí fyrra setningin men
so avgjørt ikki í tí seinna.
So lætt kundi tað vera hjá
nasistunum at ávirka sjálvt eina
danska avís.
Pápi tikin fyrstu
ferð og aðru ferð
Hesin ágangurin gjørdi tað, at
pápi misti møguleikan at arbeiða
í síni fyritøku. Og lagnan hjá pápa
gjørdist henda:
Í oktober 1939 var hann biðin
um at koma á løgreglustøðina.
Hann hevði tá framvegis so mikið
av áliti á skipanina, at hann helt
tað vera okkurt hissini, teir vildu
honum. Hinvegin visti hann
eisini, at møtti hann ikki, fóru
myndugleikarnir at hevna seg
inn á familju hansara.
Men á politistøðini varð hann
tikin og sendur í KZ-leguna
Oranienburg norðanfyri Berlin.
Hiðani varð hann sendur til Lubl
in í hersetta Pólandi at arbeiða
við uppseting av nýggjum KZ-
legum. Tað eydnaðist pápa at lata
mammu frætta, hvar hann var.
Um hesa tíðina virkaði jødiska
samfelagið í Berlin framvegis
nøkulunda væl.
Hetta samfelagið kundi saman
við mammu vísa á, at maðurin
hevði barst fyri týskarum undir
1. heimsbardaga, og at hann
enntá var heiðraður fyri hetta.
Kanska eydnaðist tað eisini at
mutra onkran. Men hvussu var
og ikki, so eydnaðist tað at fáa
pápa leyslatnan. Hann kom aft
ur til Berlin í mars 1940, og tá vóru
ringar tíðir. Maturin var skamt
aður, hetta merkti ein skerjing
í sær sjálvum. Men vit fingu
skamtanarkort við frámerk
inum J, fyri jøda. Hetta merkti,
at jødar skuldu fáa minni skamt
an av lívsneyðugum vørum enn
týskarar annars. Afturat hesum
fingu jødar ikki longur skamtan
arkort til at keypa klæðir.
Tá pápi varð leyslatin, fekk
hann tey ráðini at rýma av landin
um við síni familju. Vit vóru eisini
hugað at fara, og pápi ætlaði at
sleppa til Shanghai í Kina, hagar
nógvir jødar frammanundan
vóru fluttir. Pápi var eisini komin
so langt við fyrireikingunum, at
hann hevði selt alt, sum vit áttu,
og alt var pakkað niður.
Men nú var tíðin so langt frá
liðin, at tað var ov seint. Eitt var,
at týskir jødar frammanundan
bert við undantaksloyvi kundu
fara av landinum. Men nú var
eisini tað hent, at eingi lond vildu
taka ímóti jødum. So nú var alt
hopleyst. Sjálvt Danmark sendi
teir jødar, sum vóru flýddir hagar
í 30-unum, aftur til Týsklands til
tann vissa deyða. Nakað framm
anundan var møguleiki hjá jød
um, sum áttu pengar, at sleppa
til Amerika, men seinni gjørdist
hetta heldur ikki møguligt.
Tað bankar á dyrnar!!
Tá ið tveir mánaðir vórðu gingnir
Framhald á síðu xx
Her er eitt par, har annað var jødisk og hitt ikki.
Hetta varð lógarbrot í 1935. Her verða tey hongd út og
spottað og helst er okkurt enn verri hent teimum.
Ein av kendu antijødisku filmunum var Ævigi Jødin,
har jødar vórðu frátiknir æru og heiður.
Almennur listi yvir tær konur, sum keyptu í jødiskum handlum.