Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 18 Óli Jacobsen SIÐSØGA bankar á hurðina. Yngri beiggi mín, Heini, letur upp og uttanfyri standa politistar við boðum um, at pápi skuldi møta á politistøðini dagin eftir. Pápi fór, og hann kom ongantíð aftur. Hann varð sendur til KZ-leg­una Dachau, nærindis München. Mamma fekk seinni almenna fráboðan um, at hann doyði 15. august 1942. Vit kunnu bert gita okkum til deyðsorsøkina, men vit hava alla orsøk til at hugsa tað ringasta. Vit vita ikki orsøkina til, at hann aftur varð tikin, men hetta hevur verið ein partur av eini skipaðari mannagongd í fyrsta umfari at taka jødiskar menn og at senda teir í KZ-legu. Dachau var tann fyrsta KZ-legan hjá Hitler og varð bygd í 1933. Dachau fekk longu frá byrjanini so ringt orð á seg, soleiðis at bert orðið Dachau fekk hárini at reisa seg á fólki. Dachau gjørdist ein dráps­manna­skúli hjá SS, har teir kundu beina fyri øllum teimum, sum teir høvdu hug til. Jødar, sum vórðu roknaðir at vera "vandamiklir" fyri stýrið, vórðu sendir hagar. Í Dachau vórðu eisini nógvar lækna­ligar royndir gjørdar við fang­unum, og hesar kostaðu eis­ini mongum lívið afturat øllum teim­um pínslum, teir máttu fara ígjøgn­um. Beiggjarnir bjargaðir Nú vóru vit einsamøll eftir saman við mammu. Beiggjarnir hjá mær vóru 15 og 13 ára gamlir. Vegna bardagan var ikki longur reglulig skúlagongd. Mamma mundi hugsa hvønn veg tað bar, og vildi nú bjarga sínum so frægt tað lat seg gera. Fremst í vandabólkinum vóru synirnir, sum kundu roknað við at verða sendir í KZ-legu og fáa somu lagnu, sum pápi fekk. Um hesa tíðina vóru nakrar útlendskar kvinnur í Týsklandi. Hesar tóku uppá seg at fáa ungar jødiskar dreingir í aldrinum frá 13-15 ár sendar av landinum og víðari til Palestina. Hetta var ikki alment góðkent av myndugleikunum, men pengar mundi hava verið uppi í, so teir lótu eyguni aftur fyri hesum. Mamma mín fór til eina av hes­um kvinnum, Mrs. Reha Fryer, sum var amerikonsk. Mamma greiddi frá, at hon hevði tveir syn­ir, sum hon vildi hava sendar av land­inum til Palestina. Kvinnan svaraði, at hon kundi bert senda annan sonin. Men mamma vildi ikki lata bert ann­an fara. Hon segði, at nú var mað­ur hennara ikki longur, so nú máttu dreingirnir bjargast, og hon bønaði kvinnuna um at taka hond um báðar dreingirnar. Tað eydnaðist eisini mammu at fáa hesa kvinnu at fáa báðar beiggj­ar­ nar avstað. Leiðin gekk fyrst til Eysturríki, sum tá var undir týsk­um valdi, og síðani máttu dreing­irnir sníkja seg upp um fjøll­ ini til Jugoslavia. Hetta gekk eft­ir ætlan. Har komu teir í fyrstu syftu at búgva hjá jødiskum fam­ilj­um. Hagani skuldi so leiðin ganga um markið til Turkaland og síðani til Palestina. Hetta gekk alt væl, og so hepnir vóru teir, at júst tveir dagar, áðr­enn Hitler tók Jugoslavia, vóru teir farnir til Turkalands. Annars høvdu teir helst verið prísgivnir. Seinni fóru teir so umvegis Sýria til Palestina. Mamma royndi eisini at bjarga systir míni, Yetie, á sama hátt, men hetta bar ikki til. Hon hevði longu fingið meira enn vanliga vælvild við synunum. Tað eru nógv dømi um, at jødabørn vórðu bjargað, tí foreldrini eins og mamma fekk sent børnini burtur til tryggari støð. Men hesi foreldur munnu sam­stundis ána, at tey ongantíð aftur fóru at síggja børn síni aftur, so ein kann ætlað, at tað hevur staðið nógv á teimum. Mamma og systir hvørva Nú vóru vit bert trý eftir heima, mamma og vit báðar systrarnar. Tað var ein sera trupul tíð. Teir sameindu bumbaðu Berlin alla tíðina, so í heilum máttu vit renna oman í bumbuskýlið í kjall­aranum. Tað var heldur ikki al­tíð at vit fóru. Tað var jú sum at rýma frá einum fígginda til ein ann­an. Vit vóru jú rædd bæði fyri bumb­ um og fyri týskarum. Mamma byrjaði at arbeiða hjá teirri enn kendu Siemens fyri­tøk­uni, og tað sama gjørdi systir mín. Eg veit ikki undir hvørjum um­støðum tær arbeiddu. Men tað er al­ment kent, at Siemens eins og aðrar týskar fyritøkur nýttu jødar sum trælaarbeiðarar. Men tær báð­ar búðu so heima og fingu løn. Men eg var heima. Skúlin var stongdur, so har var heldur einki at gera. Men so fekk eg lungna­bruna og varð løgd inn á eitt jødiskt sjúkrahús. Mamma kom at vitja meg hvønn dag, og hon fortaldi mær, hvat var hent teim­um fólkum, sum vit kendu. Týsk­arar komu hvørja nátt og bank­aðu harðliga á dyrnar. Tá tey lótu upp, fóru týskarar avstað við teim­um, og tey sóust ikki aftur. Teir bankaðu eisini á hurðina hjá okk­um, men mamma lat ongantíð upp, og tað gav henni eitt skotbrá. Men so ein dagin komu mamma og Yette ikki at vitja meg á sjúkrahúsinum til vanligu tíð­ina. Seinni sama dag ringdi syst­ir mín til sjúkrahúsið og spurdi eftir mær. Eg fór til telefonina. Systur mín fortaldi, hvat ið var hent. Meðan tær vóru til arbeiðis á Siemens, komu týskarar og fóru avstað við øllum jødunum, men tað eydnaðist systir míni at rýma. Samrøðan var sera stutt tí knappliga rópti systur mín “nú eru teir her. Eg má skunda sær at fara at krógva meg!” Eg græt og græt, tí eg skilti, at nú var eg einsamøll eftir. Og hetta var tað seinasta eg hoyrdi frá systir míni. Eg hoyrdi heldur einki aftur frá mammu. Seinni var staðfest, at báðar vóru endaðar í Auschwitz. (Hanna græt, tá ið hon fortaldi mær hetta, so nógv ár seinni. Tað stendur enn fast í minninum) Ferðaseðil til Auschwitz Av sjúkrahúsinum í Berlin varð Hanna send til leguna Ther­esien­stadt nærindis Prag, har hon var inn­løgd á einum sjúkrahúsi. Ein dagin fær hon “ferðaboð”, at hon dagin eftir skal fara við einum ávísum toki. Tey flestu vóru greið um, at tokið skuldi fara til Auschwitz, sum merkti tann vissi deyðin. Tá fekk hon boð frá einum lækna um ikki at fara kortini, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hetta bjargaði lívi hennara, tí hetta var seinasta toki til Auschwitz, Seinni fór hon til Ísrael, har hon hitti Menakhem, og tey gift­ust. Hon doyði fyri nøkrum árum síð­ani. Søgan hjá Menakhem Menakum, sum í dag er 93 ára gamal, er pólskur jødi og søga hansara byrjaði í 1939, tá Týskland hertók á Póland. Hans­ara søga byrjaði í jødisku ghetto­ ini í Warszawa, har hann búði sam­an við foreldrum sínum og eini systir. Fyrst hendir tað, at mamm­an og systirin fáa boð um at fara við einum “flutningi” úr ghetto­ ini. Tað var sagt teimum, at tær skuldu til arbeiðis onkra aðra staðni. Einki frættist aftur frá teimum, og pápin hevði illgruna um, hvat mundi vera hent teimum. Hann mælti tí Menakhem til at sleppa sær burtur úr ghettoini, so hann ikki fekk somu lagnu. Tað eydnast honum at sleppa til rýmingar eina viku áðrenn týskarar beindu fyri ghettoini, og hetta bjargaði lívi hansara. Stutt eftir fær pápin eisini "ar­beiðsboð" og fekk tískil somu lagnu sum konan og dótt­irin. Menak­hem var so­statt einsa­mall­ ur eftir av hesi familjuni. Hann fór fyrst upp í mót­støðu­rørsluna móti týsk­arum. Síðani fór hann - aftaná kríggið - ”ólógliga” til Palestina, har hann hevur luttikið í øllum teimum kríggjum, sum har hava verið. Søgan hjá teimum báðum er á enskum varðveitt á Holocaust savninum í Washington. Framhald av hesi søgu og meira tilfar er á heimasíðuni: www.olijacobsen.com FF-blaðið nr. 348 og 349. Hanna saman við brøðrunum, Heini og Sali, sum eisini sluppu undan nasistunum. Vitjan í gøtuni í Warzawa, har Menakhem varð føddur. Menakhem sigur sjálvur, at henda myndin er prógv um, at nasisman miseydnaðist. Framhald frá síðu xx