hósdagur 30. januar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020
SOSIALURIN 13
22
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin var Kobe
Bryant á veg til venjing
við 13 ára gomlu dóttrini,
Gianna Bryant, tá tyrlan
misti flogið yvir Calabasas í Kali
fornia. Øll níggju fólkini umboð
doyðu.
Síðani hava minningarorð og
myndir verið at sæð á sosialu
miðlunum frá øllum teimum,
sum Kobe Bryant hevur givið
íblastur. Eitt nú manninum,
sum kann tók við eftir. Michael
Jordan. Og manninum, sum tók
við eftir Kobe, LeBron James.
Ítróttarfólk, ítróttarfeløg og
kendir sjónleikarar hava eisini
verið millum tey, sum hava víst
sína samkenslu.
So hvør er Kobe Bryant?
Hann er føddur í 1978 í Phila
delphia, Pennsylvania, men
endaði við at spæla alla sína
yrkisleið við Los Angeles
Lakers. Hann er sonur Joe
Bryant, sum var yrkisspælari.
Longu sum 17 ára gamal gjørdi
hann sáttmála við Los Angeles
Lakers og spældi har frá 1996
til hann gavst í 2016.
Tað bleiv til fimm NBA-
meistaraheiti, tvey OL-gull
og heilar 17 ferðir kom hann
á All-Star liðið. Hann var
ein fyrimynd fyri nógvar
kurvabóltsspælarar, men var
eisini ein ímynd. Ágrýtin og
viljisterkur á vøllinum, men
næstan altíð avslappaður og
smílandi uttanfyri vøllin. Tað
sæst eisini á minningarorðunum
og myndunum, sum kend fólk
hava lagt út. Tey elska Kobe
Bryant.
Fyri at at betri skilja hvussu
stóran týdning Kobe Bryant
hevði, hava vit sett Steen Róa
Lorenzen stevnu. Hann er íðin
kurvabóltsfjeppari og spælir
sjalvur við føroyska kurvabólts
landsliðnum.
Sosialurin: Hvussu
stórur er Kobe Bryant í
kurvabóltsverðini í mun
til eitt nú Michael Jordan,
Shaquille "Shaq" O'Neal
, Kareem Abdul-Jabbar,
Larry Bird og aðrir?
Steen Rói Lorenzen: Kobe
Bryant er fyri kurvabólt, tað
sum Cristiano Ronaldo og Lionel
Messi eru fyri fótbólt. Hann var
ein spælari fyri seg. Hann var
uttan iva imillum teir allar bestu
spælarnir, ið kurvabólturin
nakrantíð hevur sæð. Hann var
nokk tann mest atletiski spælar
in av øllum teimum, sum eru
nevndir har. Hann var so at siga
eitt navn, sum tey flestu kendu,
hóast tey ikki fylgdu við i NBA.
Orsøkin til tað er ikki bara
evnini, men eisini persónlig
heitin á vøllinum. Har var aldrin
nakað fjas - bara arbeiði. Ein og
hvør spælari í NBA í dag, hevur
uttan iva sæð upp til hendan
mannin sum yngri. Hann var so
at siga Michael Jordan í einari
nýggjari útgávu.
Sosialurin: Hvat var hann
fyri eitt týpa av spælara?
Hann var sjálvstøður og altíđ
undirhaldandi at síggja at.
Hann var ein, sum skuldi hava
Níggju fólk doyðu
Tað vóru níggju fólk umborð á tyrluni og øll doyðu. Umframt Kobe
Bryant og dótturin, Gianna Bryant, var eisini eitt vinarpar og dóttur teirra.
John sum var kurvabóltsvenjari og konan Keri saman við dóttrini Alyssa
Altobelli. Hartil var Sarah Chester, sum var við dóttrini, Payton, sum
saman við Alyssa vóru liðfelagir hjá dóttur Kobe Bryant. Hjálparvenjarin
á liðnum, 38 ára gamla Christina Mauser og flogskiparin Ara Zobayan.
Bryant-familjan
Kobe Bryant var giftur Vanessu,
og saman áttu tey bæði fýra
døtur. Natalia (17 ár), Gianna
(13 ár), Bianka (3 ár) og Capri
(7 mánaðir). Gianna Bryant
doyði eisini í tyrluvanlukkuni.
Heimskendi kurvabóltsspælarin
doyði sunnudagin í eini
tyrluvanlukku saman við átta
øðrum. Kobe Bryant bleiv bara
41 ára gamal. – Kobe Bryant
er fyri kurvabólt, tað sum
Cristiano Ronaldo og Lionel
Messi eru fyri fótbólt, sigur
Steen Rói Lorenzen, føroyskur
kurvabóltslandsliðsspælari
Michael Jordan:
Orð kunnu ikki lýsa pínu
na, sum eg føli. Eg elsk
aði Kobe – hann var sum
ein yngri beiggi fyri meg.
Vit tosaðu oftani saman
og eg fari at sakna tær
samrøðurnar nógv. Hann
var eitt kappingarsinna
menniskja. Hann var
ein av teimum størstu í
kurvabólti.
Steen Rói:
KOBE BRYANT
KOBE BRYANT
ER MILLUM TEIR
ER MILLUM TEIR
BESTU NAKRANTÍÐ
BESTU NAKRANTÍÐ