Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 23 bóltin um støðan var jøvn, og tað vóru fimm sekund eftir av dystinum. Hetta var ikki stuttligt fyri mót­støðu­liðið, tí um hann bara var eitt litiđ sindur "fríður", so for bólt­urin í netið. Hann spældi ”small forward” og ”shooting guard”, men hevði ikki nakran beinleiðis veikleika. “Shooting guard” kallast eisini 2 ari, og er sum oftast skjúttin á lið­num. Also ein, sum er góður frá 3 stig linjuni. “Small forward” kallast eisini ein 3 arr. Tað er pláss­ið hjá áleyparanum, sum ofta er tann eksplosiva spælarin. Tað, sum gjørdi mannin ser­stakan, var at hann var ein kemp­ari. Bæði í framrættaða spæli­num, men eisini í verjuni. Tað eru fáir av hansara slag. L o n g u síðani hann fekk sítt fyrsta av fimm NBA-meistara­ heitum, hevur hann verið nevndur sum ein topp 3 í NBA- søguni. Tað er sannliga eisini ein grund til tað! Sosialurin: Hvussu kanst tú lýsa tað? Steen Rói: Eg minnist enn ein "All-Star" dyst, har Lebron James og Kobe Bryant spældu móti hvørjum øðrum. Hetta var stórt, tí Lebron var tann, sum tá skuldi taka plássið hjá Kobe. Ella rætt­ari sagt, taka yvir, tá Kobe valdi at steðga. All-Star dystir eru bara til undir­hald. Stjørnurnar sleppa at vísa seg við ”dunks” og øðrum, fyri at undirhalda fjepparnar. Men hvørja ferð Lebron James fekk bóltin vildi Kobe dekka hann. Har var einki "spæl" í hans­ara eygum. Lebron James bleiv fleiri ferð­ ir avbjóðaður til ein móti ein­ um støður. Fólkini fóru upp at standa og rópa, tí tey vildu síggja Kobe Bryant móti sokallaða eftirkomaranum. Hetta endaði sum oftast við, at Lebron valdi at avlevera bóltin, enn at royna seg móti Kobe. Tað haldi vísir betri enn nakað annað, hvat fyri spælari Kobe Bryant var. Sosialurin: Nógv kend fólk hava skrivað minningarorð og annað, eisini um dótturina. Hvat var hann fyri menniskja uttanfyri vøllin? Steen Rói: Hann gavst í 2016. Í sín­um seinasta dysti, sum var móti Utah Jazz, skoraði hann 61 stig og fekk sigurin í hús. Hann hevur verið ein mentor fyri spælararnar í NBA, og eisini vant 13 ára gomlu dóttrina, "Gigi", sum tíverri eisini doyði í van­lukku­ni. Eftir yrkisleiðina sum kurva­ bólts­spælari, var hann ein av framleiðarunum til ein stuttfilm viđ heitinum "Dear Basketball". Hesin vann filmsvirðislønir og snýr seg um hansara farvæl til kurvabóltin. Stuttfilmurin er at finna á Youtube. Sosialurin: Var hann eisini ein fyrimynd fyri teg? Steen Rói: Ja, tað var hann heilt sikkurt, og tað eri eg vísur í at hann var fyri allir kurva­bólts­ spælarar. Í sínum bestu árum var hann ikki til at steðga. Hann var greitt tann besti spælarin í sínari tíð. Eg helt við Toronto Raptors og minnist nógv kvøld, har eg sat irriteraður frammanfyri stór­ skýggjanum, tí Kobe var blivin ”heitur”, so nú var lítiđ at gera! Sosialurin: Hvat fara fólk at minnast Kobe Bryant fyri? Steen Rói: Hann vann millum annað fimm NBA-meistarheiti, tvey OL-gull við USA og var 17 ferðir á All-Star liðnum. Hann hevur eisini metið fyri næstflest stig i einum dysti - 81! Fólk fara nokk eisini at minnast hann mest fyri "Mamba mentalitetin", sum hann sjálvur valdi at kalla tað. Hetta merkir, at tú allatíð vil verða tann besta versiónin av sær sjálvum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO LeBron James: Eg eri ikki til reiðar, men royni her. Eg siti her og royni at finna útav at skriva okkurt, men hvørja ferð eg royni, so byrji eg at gráta og hugsa um teg, ”Gigi” og sambandið, sum vit høvdu. Eg hoyrdi tína rødd so seint sum sunnumorgunin. Eg haldrin rokna við, at tað fór at verða seinasta samrøðan millum okkum. Mínir taknar fara eisini til Vanessu og børnini. Vanessa Bryant: Eg og gentirnar vilja takka øllum teimum millióninum av fólkum, sum víst sín stuðul og kærleika í hesu ræðligu tíð. Takk fyri allar tykkara tankar. Teir hava vit brúk fyri. Vit eru skelkaði av brádliga missinum av okkara kæra manni og pápam, og míni vøkru og fittu Giannu. Ein kærleiksfull, umhugsin og deilig dóttur, og ein fantastisk systur fyri Natalia, Bianka, og Capri. Vit deila eisini okkara stóru sorg saman við familjunum hjá teimum, sum mistu sunnudagin. Orð kunnu ikki lýsa pínuna.