hósdagur 30. januar 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Kia e-Niro koyrir 455
km upp á eina løðing
Kia e-Niro er sum el-bilur ein rúmligur og vælegnaður
familjubilur, sum kostar 329.000 kr, tá mvg’ið er
afturborið.
Tað er bilasølan Bilrøkt í Havn, sum umboðar Kia í
Føroyum. Á el-bilskránni hjá teimum eru tveir el-bilar,
tann minni Kia e-Soul og tann størri Kia e-Niro, sum
vit royndu hendan dagin.
Vinjard Johansen vísir okkum nýggja el-bilin Kia
e-Niro.
– Hetta er ein el-bilur, sum kann koyra upp til 455
km upp á hvørja løðing, og tað tekur 54 minuttir at
løða hann upp til 80 prosent av eini fullari løðing,
sigur hann.
Tríggir variantar eru av Kia e-Niro: Vision, Comfort
og Advance. Hesin bilurin, sum vit royna, er ein av
Advance útgávuni.
Vinjard Johansen hevur selt Kia bilar í mong
ár, og tá Bilrøkt fekk umboðið fyri Kia í Føroyum á
nýggjárinum, varð Vinjard Johansen settur sum
sølustjóri hjá Bilrøkt.
Hann vísir á, at eins og við øllum øðrum bilum, so
ber eisini til at velja ymsa útgerð til og frá, og sum
sjálvandi eisini ávirkar prísin.
Kia hevur drúgar royndir við el-bilum heilt aftur
í nítiárini og eru rættiliga frammalaga á økinum. At
kunna keypa ein el-bil, sum kann koyra 455 km upp
á eina løðing, er eitt gott stig tann rætta vegin at
elektrifisera bilkoyringina.
Kia e-Niro bilurin fæst við tveimum ymsum battarí
um.
– Tað størra battaríið er 64 kWh, 455 og gevur
bilinum 204 hk. Tað minna battaríðið gevur bara 136
hk og klárar bara at koyra 289 km upp á eina løðing.
Har hava vit valt bara at koyra við tí størra battarínum,
sigur Vinjard Johansen.
Tað er uttan iva rætt, ikki at hava ov smá battarí
í bilum í Føroyum, bæði tá vit hugsa um allar
brekkurnar og um kuldan.
Talan er um ein rúmligan SUV – sum merkir sport
utility vehicle. Tað eru bilar, sum minna nógv um ein
stationcar, men eru bygdir á størri skrokk, og sum
ofta hava fýrahjálstrekk.
Rúmligur er bilurin eisini, og viðførisrúmið er merkt
til at taka 451 litrar. Ein vakur og rúmligur bilur, har
tú kanst stíga beint inn í bilin, tí hann er so høgur.
Eginvektin á bilinum er 1687 kg.
Kia eru kendir fyri at vera væl útgjørdir, og eitt nú
er bakkikamera standard í øllum Kia bilum. Hesin
hevur so eini ein flottan touch-skíggja, hann hevur
millum annað apple play og bluetude. Eisini hevur
hann parkeringssensor, sum kann máta frástøðuna,
so har er næstan einki mark fyri, hvør útgerð fæst
við bilinum.
Vinjard Johansen sigur, at eini 4-5 Kia e-Niro eru
í Føroyum. Men tað er ikki tí, at áhugin ikki er stórur
fyri el-bilum frá Kia.
– Orsøkin er heilt einfalt útboð og eftirspurningur.
Eftirspurningurin er um allan heimin nógv størri enn
útboðið, og tí er tað ein ávís bíðitíð fyri at fáa ein el-bil
frá Kia, sigur Vinjard Johansen.
Á Bilrøkt hava tey bílagt nakrar e-Niro afturat,
sum koma um nakrar mánaðir. Tað hevði verið alt
ov drúgt hjá fólki at bíðað, um vit ikki bíløgdu teir
frammanundan, sigur Vinjard Johansen.
– Vit eru sera spent upp á vøksturin í søluni av el-
bilum, og vit ynskja eisini at vera grøn í aðrar mátar,
greiðir Vinjard Johansen frá.
Eitt nú hava tey valt í staðin fyri at geva fólki pappír
í hondina við nýggju bilunum í framsýningini, so
fara tey at fáa ein iPad, har tey kunnu síggja alt um
bilarnar. Eisini er ætlanin at seta upp eina løðistøð
uttan fyri bilsøluna.
Bilrøkt hevur upplagtingartilboð upp á hendan Kia
e-Niro við 204 hk, 64 kWh og sum koyrir 455 km upp
á eina løðing.
– Vit lata hann fyri serprís, 399.000 krónur –
sum bara er 329.000, tá MVG’ið er afturgoldið, sigur
Vinjard Johasen.
– OG TAÐ TEKUR 54 MINUTTIR
AT LØÐA HANN UPP TIL
80 PROSENT LØÐING
Lýsingagrein: