hósdagur 30. januar 2020síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
S
tórar silur síggjast nú á Skarðshjalla.
Tær eru sjónliga prógvið um, at biogassverkið er um at taka skap í
landslagnum har ovast uppi á ídnaðarøkinum omanfyri ídnaðarfyritøkurnar
og brennistøðina á Sandvíkarhjalla.
Verkið verður bygt av Bakkafrost, men tað verður gjørt í samstarvi við
Fjarhitaelagið í Havn, alifyritøkur og føroyska landbúnaðin.
-Vit hava sum er loyvi til at taka ímóti 50.000 tonsum av mykju og slógvi frá
alivinnuni, sigur Fróði Mortensen, sum er stjóri í fyritøkuni Førka, sum verkið eitur.
Hann sigur, at hann væntar, at tað sum kemur útaftur sum tøð, eisini verður á leið
50.000 tons. Tøðini, sum koma út verða so brúkt tilt taðing av jørðini í Føroyum.
- Biogassverkið er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu fáa virðir burtur úr okkara
burturkasti, segði stjórin á Bakkafrost, tá ið ætlanin var løgd fram alment í juni 2018.
Aling og landbúnaður
Verkætlanin við biogassverkinum fer at skapa orku til føroyska samfelagið, men tað fer
eisini at loysa trupulleikar fyri føroyska landbúnaðin eins og fyri føroysku alivinnuna.
Í landbúnaðinum er tað soleiðis nú,, at í tilsamans 19 fjósum kring landið eru
mjólkineyt. Mykjan frá teimum fyllir nógv og hon verður brúkt sum tøð.
Tá ið biogassverkið fer at koyra við fullari orku, fer tað at taka ímóti mykjuni saman
við avskurðinum frá laksavinnuni. Hetta verður so gjørt til tøð, sum bøndurnir so fáa
aftur.
Hendan prosessin fer at hava við sær, at bøndurnir sleppa undan at innflyta handilstøð.
- Vit eru ómetaliga spent uppá hesa verkætlanina, sigur Sigert Paturson, formaður í
Bóndafelagnum.
- At tøðini eru blandað saman við avskurðinum ger, at tøðini fáa annað innihald enn
tá ið tað bert er mykja. Ymisk mineralir eru við, sum gevur jørðiini tað, sum hon skal
hava, leggur hann afturat.
Orkan
Umframt at verkið gagnar bæði landbúnaðinum og alivinnuni, so fer tað eisini at veita
føropyska samfelagnum grøna orku.
Avlopshitin frá verkinum á Skarðshjalla fer at veita ravmagn til 1900 húsarhald og
fjarhita til 400 húsarhald.
Hetta hevur sjálvandi týdning, tí talan er um grøna orku, sum kemur afturat og verður
framleidd úr burturkasti. Afturat orkuni, so fá bøndurnir eini 50.000 tons av tøðum við
munandi hægri góðsku enn tað, sum mykjan vanliga hevur.
Avskurðurin
Fyri Bakkafrost sjálvt hevu eitt slíkt verk ómetaliga stóran týdning.
Alieindirnar eru blivnar stórar og serliga smoltstøðirnar á landi.
Avskurður av laksi og laksur sum doyr skal beinast burtur uppá onkran máta, so hetta
er ein góð loysn.
Fyrimunurin við, at laksavskurðurin verður blandaður sman við mykjuni er, at úr
laksinum og frá smoltstøðum koma ymiskt salt og mineralir, sum ger at mykjan verður
munandi betri.
Halda byggiætlan
Sum nevnt so sæst biogassverkið á Skarðshjalla í landslagnum.
Tað gekk eitt sindur seinni enn ætla at byrja byggingina, so byrjanin var tríggjar
mánaðir seinkað, men síðani hevur stórt sæð gingið eftir ætlan.
Ring aveðrið fyrst í árinum seinkaði tó eitt sindur, men júst nú er byggingin á leið eina
viku seinkað, men tað vænta tey at vinna innaftur.
Eftir byggiskránni, so er planurin at taka ímóti fyrsta tanganum av mykju seinast í
februar ella fyrst í mars.
Í mars verður eisini farið undir at hita biomassan upp og so verður motorurin settur í
gongd í juni. Alt verkið skal so koyra við fullar ferð í juli.
- Hetta er ætlanin. Kanska verða onkrar smærri justeringar, men vit ætla at koyra við
fullari ferð í juli, sigur Fróði Mortensen.
Flótandi tøð
Tað sum bøndurnir fáa aftur frá nýggja verkinum verður í stóran mun flótandi tøð, sum
so verða sprænd út í haga og á bø.
Ein annar fyrimunur við hesum er, at lukturin av tøðunum er munandi minni enn
hann er, tá ið taðað verður við vanligari mykju.
Sigert Patursen sigur, at tað eisini ber til at brúka hesi tøðini til urtagarðar og annað.
- Gongur alt eftir vild, so fer hetta at gera, at vit sleppa undan at brúka handilstøð.
Nakrar royndir skulu sjálvandi gerast og vit noyðast helst at gera íløgur í amboð at taða
við, men hetta sær sera spenandi út, sigur hann
Reportasja
17