hósdagur 30. januar 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
El-drivnar tvíkiljur eitt
sindur frammi í tíðini
- Eg bæði vænti og vóni, at tað eisini innan henda partin av flotanum sum
frálíður verða góðar alternativar orkusparandi loysnir, sum eru grønari enn
diesel, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ
T
að er tætt samstarv millum KJ og
føroysku alivinnuna, og hetta er eisini
avgerandi neyðugt, tá virkið á Kambsdali
er ein so stórur veitari til hesa vinnu,
bæði við tvíkiljum, aliringum og øðrum
reiðskapi, sum alivinnan brúkar.
- Tætt samstarv millum okkum sum framleiðara og
alivinnuna hevur stóran týdning í menningini av útgerð
og tøkni til eina alivinnu í heimsflokki.
Tað sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen.
Hann vísir á, at KJ í løtuni er í holt við tvær tvíkiljur til
Bakkafrost, sum skulu latast felagnum í summar, og seinni
í heyst skal felagið eisini lata eina tvíkilju til Íslands.
- Hetta verða bygginummur 55, 56 og 57. Haraftrat
eru vit í løtuni í holt við at projektera størstu tvíkilju, vit
nakrantíð hava havt í stoypiskeiðini. Hetta er ein tvíkilja,
sum verður 20 metrar long og níggju metrar breið, men
enn er hesin sáttmálin ikki undirskrivaður, leggur stjórin
aftrat.
Ikki beint um hornið
Nú vit síggja, at norðmenn eitt nú byggja stórar
brunnbátar við hybrid-loysnum sum drívmegi, har olja og
el eru flættað, spurdu vit stjóran í KJ, um nakað røkist fyri,
at vit skjótt fara at síggja fyrstu tvíkiljuna við einari el-ella
hybrid-skipan.
- Jú, hetta er ikki óhugsandi. Vit hava snakkað við
okkara samstarvspartar og keyparar um hetta. Svarið hjá
alivinnuni er: Komið við einari verkætlan, so hyggja vit
positivt upp á hana.
Ólavur Asafsson Olsen ásannar, at ein slík verkætlan
kostar bæði tíð og pengar, og hon er rættiliga krevjandi.
Stjórin heldur ikki, at tað høvdu verið teir stóru
trupulleikarnir við alternativum og orkusparandi loysnum,
um alibátarnir bara vóru brúktir til at sigla út til ringarnar
við og hyggja, hvussu út sær.
- Men, tvíkiljurnar eru vorðnar størri og størri, og tað
eru bæði kranar og spøl eisini. Tað eru tung ting, sum
skulu lyftast, og tá tú arbeiðir við tí tunga, brúkar tú eisini
nógva orku, sigur hann.
Ólavur Asafsson Olsen er avgjørt ikki negativur um at
royna alternativar orkuloysnir, men hann ásannar eisini,
at tað er rættiliga nógv virksemi í løtuni, og tað er trupult
at fáa arbeiðsmegi til alt tað dagliga, sum skal fáast frá
hondini.
- Vit lýsa eftir fólki í heilum, men tað vísir seg at vera
trupult. Í løtuni hava vit tískil einar 12-15 útlendingar at
hjálpa okkum, sigur hann.
Stjórin vísir á, at tvíkiljur við hybrid-skipan ikki nýtast
at vera so langt burtur, men hann ásannar eisini, at tær
stóru tvíkiljurnar við einari reinari el-skipan sum einastu
drívmegi ikki eru beint hinu megin hornið, sum hann
tekur til.
Ung við íblástri
Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at KJ fyri eini tíð síðan
hevði nøkur universitetslesandi og onkrar lærarar á vitjan.
Flestu av hesum vóru úr smáum samfeløgum kring um
okkum og longur burturi í heimi.
- Hesi vóru komin heim til Føroya sum bólkur, men av
ymiskum lærustovnum. Tey høvdu nevniliga arbeitt eitt
sindur við tvíkilju, sum partvís ella øll verður rikin við
alternativari orku. Tey útlendsku lesandi arbeiddu eisini
saman við Fróðskaparsetri Føroya, meðan tey vóru her.
Stjórin í KJ vísir á, at soleiðis, sum hann skilti, arbeiddi
hesin bólkur av lesandi nokso málrættað við alternativum
orkumøguleikum til tvíkiljur.
- Tað eina kvøldið tóku tey saman um á einum tiltaki í
Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.
Ólavur Asafsson Olsen heldur, at hóast framløgurnar -
sæð við eygunum hjá KJ – ikki beinleiðis vóru kollveltandi,
so var hugburðurin hjá hesum ungu góður.
- Tað er heldur ikki frítt, at framløgan hjá teimum
lesandi fekk okkum at hugsa meira, og tað er slett ikki
óvist, at íblásturin í Sjóvinnuhúsinum hetta kvøldið ikki
kann geva okkum sum framleiðarum eitt skump í rætta
endan. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til, at tankar
nørast og búnast, sum stjórin á KJ tekur til.
Alternativir møguleikar
Ólavur Asafsson Olsen avdúkar eisini, at KJ í eina tíð
hevur arbeitt saman við einum útlendskum felag, har
ymiskir alternativir orkumøguleikar eru umrøddir.
- Eg vænti, tað verður trupult í tí tunga partinum av
alivinnuni at arbeiða við tvíkiljum, sum bara skulu koyra
upp á el, tí tað eru so nógvar og stórar uppgávur, sum
krevja stóra orku, og skulu bátarnir brúka nógva orku,
mugu teir eisini hava nógva orku.
Hann vísir á, at eitt annað, sum eisini spælir inn, er, at
hesir bátar ofta eisini arbeiða í vánaligum líkindum, nú
alingin í fleiri førum liggur meira út til opið hav.
- Men, eg bæði vænti og vóni, at tað eisini innan henda
partin av flotanum sum frálíður verða góðar alternativar
orkusparandi loysnir, sum eru grønari enn diesel, sigur
Ólavur Asafsson Olsen.
- Vit hava snakkað við okkara samstarvspartar og keyparar um
alternativa orku til tvíkiljur. Svarið hjá alivinnuni er: Komið við
einari verkætlan, so hyggja vit positivt upp á hana, sigur stjórin
í KJ, Ólavur Asafsson Olsen
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR KJ
Reportasja