hósdagur 30. januar 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mest seldi elbilur í Evropa
Renault Zoe, mest seldi elbilur í Evropa, er nú komin
í triðju generatión síðan bilurin fyrstu ferð kom á
marknaðin í 2012.
Talan er um ein framkomnan kvikan elbil, sum
koyrir upp til 385 km upp á eina løðing. Í størstu
utgávuni, R135, hevur hann 52 kwh battarí og 136 hk
við 245 Nm og koyrir frá 0-100 km upp á 9,5 sekund.
Renault Zoe er ein eldrivin persónbilur, sum
als ikki dálkar og er kvikur og lættur at handara í
ferðsluni. Hjólini so langt frá hvørjum øðrum sum til
ber, og langa aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er
í kabinuni.
Sum nakað nýtt í kabinuni eru seturbetrekkini
100% endurnýtslutilfar eins og mittarpanelið á
instrumentborðinum eisini er tað. Hetta riggar væl
og gevur eina heita kenslu í kabinuni. Eisini er bilurin
sera væl ljóðdoyvdur.
Renault Zoe er væl útgjørdur og hevur t.d.
tráðleysa løðing av telefonini, Easy Link 9,3
Multimediasystem við navigatión og smartphone
deiling, parkeringssensorar framman, aftan, í síðunum
og bakkikamera og Easy Link Assist.
Við vanligari koyring ber til at velja ímillum at
koyra í D ella B. Við B-funktiónini er møguligt at koyra
bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera
ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða
bremsing. Bilurin er útgjørdur við nógvum ymiskum
skipanum fyri at garantera trygga koyring undir øllum
koyriumstøðum.
Umframt at Zoe kann løðast vanligt við 11 kW, er
eisini møguleiki at løða bilin við 53 kW, tá tekur ein
full løðing einans ein tíma.
Bilurin var royndarkoyrdur hjá Waag Bilum við
Hoyvíksvegin, sum umboða Renault í Føroyum.
Renault Zoe Intens R135 kostar 325.000 við mvg,
men verður í løtuni seldur fyri 215.000 uttan mvg.
Hugin á Borg
Ferber, sølumaður
hjá Waag Bilum, við
nýggja Renault Zoe
Lýsingagrein: