hósdagur 30. januar 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
Nú síggjast teir á vegnum
Elbilarnir eru komnir og nú síggjast teir eisini
millum allar hinar bilarnar í Føroyum
Í
fleiri ár hava vit í sambandi við umhvørvisdálking
tosað um, at vit eiga at fáa okkum elbilar, tí teir
dálka minni enn vanligu bilarnir, sum vit annars
brúka.
Millum fólk, sum hava áhuga fyri slíkum, er
tað vorðið eitt slag av religión um elbilarnir dálka
meira ella minni enn vanligu bensin- ella dieselbilarnir.
Men tað kann staðfestast í dag, at elbilarnir eru líka
góðir sum aðrir bilar og at við galdandi reglum um av
gjald, so loysir tað seg í dag at keypa ein elbil, tí hann er
munandi bíligari í rakstri.
- Ja, tað er onki at ivast í, at tann elbilurin vit hava í
okkara familju er munandi bíligari at brúka enn diesel
bilurin, sum vit eisini hava, sigur Jónheðin Tróndheim,
sum bæði er útbúgvin bilmekanikari umframt at hann
hevur stóran áhuga fyri bilum og tí menning, sum fer
fram av elbilum.
Elbil í eitt ár
Jónheðin Tróndheim og konan hava seinata árið koyrt í
einum elbili, sum Nissan Leaf.
Fyrst og fremst er hann brúktur í høvuðsstaðarøkinum,
har konan fyri tað mesta hevur brúkt hann.
- Hon vil fegin heldur brúka tann bilin, tí hann er so
lættur at koyra og so friðarligur. Har er ongin larmur,
sum tað annars er í vanligum bilum, sigur Jónheðin
Tróndheim.
Hann hevur seinastu árini sjálvur koyrt til arbeiðis av
Argjum og inn á Skálafjørðin.
Hann koyrir oftast í einum Mercedes við stórum
dielselmotori, men tað vísir seg, at tað er lættari og
bíligiari at koyra ímillum við elbilinum.
- Hann hevur góða kraft og hann hevur ongar trupul
leikar við. at tað ikki er nóg mikið av streymi á til túrin á
Skálafjørðin og aftur á Argir. Hann koyrir millum 200 og
250 kilometrar uppá eina løðing – alt eftir hvussu lýtt ella
hvussu kalt tað er í veðrinum, sigur Jónheðin Tróndheim.
Færri avgjøld
Við elbilum er tað soleiðis, at avgjøldini eru munandi
minni enn tey eru á vanligum bilum.
Politiskt er hetta gjørt fyri at fáa tey sum hava bil, at
skifta frá teimum bilum, sum vit hava kent í eini 98 ár
her í Føroyum, til elbilar.
MVG verður borið aftur, ongin vegskattur verður
goldin og tað ber tio at gera tað soleiðis, at streymurin til
elbilar er bíligari enn tann prísurin vit vanliga gjalda fyri
streymin. Til tess at fáa tann prísin, so er tó neyðugt at
seta ein serligan málara upp heima við hús.
- Tað hava vit ikki gjørt, tí bilurin ikki brennur so
nógv. Vit løða hann um náttina og um eg skal vera heilt
erligur, so ger tað ikki tann stóra munin á elrokningini,
sigur Jónheðin Tróndheim.
- Vanliga verður Nissan Leaf-bilurin løddur tvær ferðir
um vkuna heima við hús á Argjum.
Eftir at hava havt ein elbil í eitt ár ivast Jónheðin
Tróndheim ikki í, at hetta er framtíðin. Bilarnir rigga
væl og livitíðin á battarínum gerst alt longri.
- Menningin gongur við rúkandi ferð og longu í ár og
næsta ár fara nógvir nýggir, serliga týskir elbilar, at koma
á marknaðin. Bilídnaðurin í Týsklandi arbeiðir í fullari
ferð við at umleggja produktiónina frá vanligum bilum
til elbilar, sigur Jónheðin Tróndheim.
Hann leggur afturat, at elbilarnir krevja munandi
minni viðlíkahald enn vanligu bilarnir gera. Til dømis
sigur han, at meðan tað í vanligum bilum eru einir 2000
lutir í bilinum, sum skulu flyta seg undir koyring og á
tann hátt slítast, so eru bert einir 50 slíkir lutir í einum
elbili.
Harumframt skulu elbilar ikki skifta olju. Har verður
als ikki brúkt olja til elmotorin sum drívir bilin.
- Í veruleikanum er tað soleiðis, at hyggur tú í mask
inrúmið í bilinum hjá okkum, so sært tú fyrst eina teldu,
áðrenn tú sært elmotorin í bilinum, sigur Jónheðin
Tróndheim.