Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Reportasja Pástandirnir um at elbilarnir dálka eins nógv sum vanligir bilar Kjak er um elbilarnir dálka eins nógv og diesel og bensinbilar er hart. Her eru nøkur svar uppá summar pástandir N ógv verður sagt um munin á elbilum og vanligum bilum. Meðan tey, sum trúgva uppá elbilarnar, halda fast um, at hetta eru munandi reinari bilar enn diesel- og bensinsbilarnir, so vísa hini á, at alt er ikki so einfalt. Tey siga, at tað ber ikki bert til at hanga seg fastan í, at elbilurin onki útlát hevur. Orka verður brúkt til at framleiða bilarnar og ikki minni vísa tey á, at battaríframleiðslan er dálkandi, umframt at bilarnir ofta verða løddir við streymi frá dálkandi kol elverkum. -Ja, hatta havi eg mangan hoyrt, men so einfalt er tað ikki. Menningin við elbilum gongur skjótt, fyri ikki um at tala menningin av battaríum, sigur Jónheðin Tróndheim. Hann hevur fylgt væl við og heldur, at elbilarnir í dag eru mun­andi reinari. Hann vísir til eina frágreiðing, sum er gjørd í Danmark. Battarí Tá ið orðaskifti er um hesi viðurskifti á sosialum miðlum og mill­um fólk, so verður mangan sagt, at framleiðslan av battarí­um er ógvuliga dálkandi. Í donsku frágrieðingin verður sagt, at minuarbeiðið er dálk­andi. -Tað vita vit, men at siga, at tað er meira dálkandi at grava eftir tiemum ráevnum, sum verða brúkt til battarí, er ikki rætt, sig­ur Per Kalvig, sum er leiðari á Videncenter for mineralske rå­stoffer. Ofta verður eisini sagt, at kobolt, sum eisini verður brúkt til battarí­framleiðslu, verður fingið til vega úr minum í DR Congp, dálka illa. -Ja, men heldur ikki verri enn minurakstur aðrastaðni dálk­ar, sigur Jacob Stoustrup, sum arbeiðir við lærad háskúlan í Aalborg. Í løtuni verður eisini arbeitt av fullari kraft at finna aðrar møgu­leikar at gera battarí. Millum annað verður møguleikin nevnd­ur at gera battarí úr tilfari, sum finst í sjógvi. Oljan dálkar Per Kalvig sigur, at tað vísir seg, at vit hava lætt við at gloyma, at útvinning av olju eisini dálkar ómetaliga nógv. -Men fyri framleiðsluna er tað sjálvandi ein fyrimunur, at vit sum vanligir borgarar ikki síggja, hvat tað er sum hendir, tá ið vit útvinna oljuna, sigur hann. Tað hevur eisini verið frammi, at ein elbilur skal koyra 500.000 kilometrar fyri at dálka minni enn ein vanligur bilur, sum koyrir líka langt. Nýggjastu frágreiðingar siga, at hetta als ikki er rætt. Elbilar hava brúkt orku áðrenn teir koyra fyrsta túrin, men sein­astu frágrreiðinganar siga, at tá ið hann hevur koyrt millum 30.000 og 50.000 kilometrar, so dálkar hann samanlagt minni enn ein vanligur bilur. Niels Buus Kristensen frá lærda háskúlanum í Oslo, sigur, at tað er torført at siga hetta heilt neyvt, men av tí at battarí­fram­leiðslan av battaríum til nýmótans bilar er so nýggj, so eru nógv­ir møguleikar at fremja batar á hesum øki. Flestu vísndafólk á økinum siga, at elbilarnir eru ein partur av loysnini, men at tað eisini er nógv, sum kann gerast betri – serliga tá ið hugsa verður um, at streymframleiðsla sumheild, gerst alt grønari. -Tí eri eg eisini rættuliga spentur at síggja, tá ið nú týsku bil­arnir koma á marknaðin við nýggjari eltøkni, sigur Jónheðin Trónd­heim. EL­BIL­ARN­IR ERU MEIRA ENN 100 ÁRA GAML­IR F yrst í farnu øld koyrdu um­leið 15.000 elbilar runt í am­erik­anska risabýnum New York City. Runt í býnum var hópur av løðistøðum, so tað var als ikki torført at løða akkumolatorarnar, sum Thomas Edison hevði framleitt. Amerikanski bilsamlarin, TV-maðurin Jay Leno, eigur ein slíkan bil, sum koyrir enn. Bilurin er av merkinum Baker Electric Car. - Teir vóru gjørdir fyrst og fremst til kvinn­ur, tí teir vóru innrættaðir, so tað sá út, sum tú setti teg í sofuna í stovuni, tá ið tú fórt inn í hendan bilin, fortelur Jay Leno. Bilurin hevur ikki gear, heldur enn nýmót­ans elbilarnir, men hann kundi koyra góðar 40 kilometrar um tíman. Sjálvt designið líktist mest einari telefon­boks á hjólum, men teir virkaðu, sum teir skuldu. Teir eru høgir at sita í. - Eg skal siga tær, at tá ið ein koyrir und­an- ­brekku og ferðin fer uppum teir 40 kilo­metr­arnar um tíman, tá er ta sum um ein koyr­ir rættuliga skjótt, sigur kendi sjón­varps­verturin um elbilin frá 1909, sum hann eig­ur. So at halda, at elbilar er nýtt, er eitt mis­tak.